mikudagur 18. mars 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 54 - 18. mars 2009
Smyril ger rundferð
á Hvítusunnu
Hvítusunnudag 31. mai 2009 er ætlanin at skipa fyri enn
einum túri runt Føroyar við Smyrli. Hesin túrur hevur
verið royndur í nøkur ár, og hevur áhugin verið rættiliga
stórur, verður sagt av Strandferðsluni. Eftirmetingar av
seinasta túrin um hava somuleiðis verið góðar, og tí ynskir
Strand fara skip Landsins at royna hetta tiltak aftur í ár. Í
ár verður skipað fyri ymiskum undirhaldi fyri vaksnum
og børnum. Eisini verður frásøgumaður við á ferðini. -
Øll eru vælkomin við á rundferðina, sigur Strandferðslan.
Tað er tann brennandi
spurningurin, sum
eingin við vissu veit
nakað at siga um enn.
Skiftirætturin hevur
longt gjaldssteðgin,
sum felagið, ið eigur
fiskavirkið Kósina í
Klaksvík, fór í seint í
2009
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Heilt síðan við endan av
seinasta ári, tá felagið, sum
eigur fiskavirkið á Kósini,
fór í gjaldssteðg, hevur Jó -
han Páll Joensen, stjóri í
Maru Seafood, sagt, at ar -
beitt verður við eini loysn
at endurskipa stóra og týdn-
ingarmikla arbeiðsplássið í
Klaksvík.
Stjórin hevur lagt dent á,
at tað ikki er avgerandi,
hvør endurreisarin verður,
men í fyrst og fremst, at
hetta verður gjørt, so fólk
aft ur kunnu sleppa til ar -
beiðis á Kósini.
- Vinna vit ikki á mál,
mugu onnur taka um endan,
hevur hann sagt í samrøðu
við Sosialin.
Gjaldssteðgur
longdur
Tó at tíðin er drigin út, og
at almenningurin ikki er
kunnugur við nakra ítøki-
liga
endurreisingarætlan,
góðtók Skiftirætturin í gjár
at leingja gjaldssteðgin í
tríggjar mánaðir aftrat.
Hetta var eftir áheitan frá
Christiani
Andreassen,
advo kati, sum hevur eftir-
litið um hendi.
At
gjaldssteðgurin
er
long ur, merkir so eisini, at
vónin um at endurreisa
fiska virkið á Kósini ikki er
slept.
Í samrøðu við sjónvarpið
hjá Kringvarpinum í gjár-
kvøldið, var advokaturin
varin og tordi ikki at geva
sítt boð uppá, um tað fer at
eydnast at fáa íleggjarar til
endurreisn av virksem in-
um.
Kortini segði hann seg
vænta, at ein avkláring um
hesi viðurskifti fer at fyri-
liggja um stutta tíð – og
helst í góðari tíð áðrenn
hesir tríggir mánaðirnir eru
umlidnir.
Stórt tap
Stjórin í Maru Seafood
hev ur í hesi vikuni sagt í
fjøl miðlunum, at tað hevur
gingið striltið at fáa nýggjar
íleggjarar at seta pening í
virksemið.
Sum ein av møguligum
íleggjarunum hevur Føroya-
grunnurin verið uppá tal,
men tá Kósin fór í gjalds-
steðg, skiltist, at grunnurin
ikki var serliga áhugaður í
at gera íløgur í fiska virkis-
vinnuna í løtuni.
Líkt er tó til, at grunnurin
ikki er so avgjørdur longur
um ikki at verða við í eini
møguligari endurreisn av
Kósini.
Tað var danska stjórnin,
sum í sínari tíð stovnaði
Før oyagrunnin
fyri
at
bjarga stórfyritøkuni J.F.
Kjølbro.
Jóhan Páll Joensen ásann-
aði í fjølmiðlunum í vikuni,
at ein stórur partur av tíðini,
síðan felagið fór í gjalds-
steðg, er farin til at greiða
viðurskiftini millum Føroya
Banka og Norðoya Spari-
kassa. Hetta endaði við, at
peningastovnurin í Klaksvík
tók seg heilt burtur úr Kós-
ini, samstundis sum hann
staðfesti sítt størsta tap
nakrantíð, 15 miljónir krón-
ur.
Hin stóri kreditorurin er
Føroya Banki.
Glottar at hóma
Í fjør heyst kravdi Føroya
Banki teir seks partrol ar ar-
nar, sum vóru undir hatt-
inum hjá Maru Seafood,
seldar á tvingsilssølu.
Tvey av skipunum end-
aðu í Suðuroy, Navarin og
Borgarin, meðan tey fýra,
ið eftir vóru, Nónhamar,
Fjal shamar, Safir og Sma-
ragd, seinni eru keyptir
aftur til Klaksvíkar.
Hetta gevur vónir um, at
ráfiskagrundarlagið undir
Kósini kann tryggjast, tí
um framt ísfiskatrolararnar
eigur Klaksvíkin nógv línu-
skip og nógvar útróðrar-
bátar.
Eingin selir sína veiði
aðra staðni enn, har mest
fæst fyri fiskin, men nú vit
hava Fiskamarknað Føroya,
er hesin eitt gott barometur
fyri,
hvar
prísstøðið
á
ym isku
fiskasløgunum
ligg ur.
Kósin er eitt av teimum
størstu fiskavirkjunum í
land inum, og seinnu árini
hava ráfiskanøgdirnar, sum
virkið hevur keypt og virk-
að, ligið millum eini 10.000
og 11.000 tons.
Ber ella
brestur í
Klaksvík
Síðan fjør heyst hava gólvini á fiskavirkinum á Kósini verið turr og virkið, sum fór gjaldssteðg seint í 2008, hevur at kalla einki
virksemi havt at bjóða teimum, sum hava havt sína inntøku har
Mynd: Vilmund Jacobsen
Føroyskur sandbátur
í samastoyti í Noreg
Tað mundi endað heilt galið undir Sotrabrúnni við Bergen í nátt, tá føroyski
sandbát urin Havsund um tvey tíðina nam við norska fraktskipið Astrea. Skip-
ini sigldu til Berg ens, har norskir sjófartsmyndugeikar kannaðu tey fyrrapart-
in. At síggja til hava bæði skipini hava fingið skaða, tó at talan bara er um
smávegis snuddir. Men skaðin kundi verið nógv størri, tí skipini høvdu kós
beint ímóti hvør øðrum undir brúnni. Sjófarts myndugleikarnir siga við Berg-
ens Tidende, at tað er ov tíðliga at gera nakrar viðmerk ingar til hendingina
enn, men at annað skipið má hava skulað hildið av fyri hinum. Eingin manns-
skaði stóðst av hendingini, og hvørki Havsund ella Astrea leka, er staðfest.
FiskiVinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Landararnir hjá Land ing ar-
miðstøð Føroya í Klaksvík
hava ikki havt nógv at gera
seinastu dagarnar. – Skipini
eru færri, og hugurin at
rógva út hevur ikki verið
góð ur,
nú
fiskaprísirnir
hava verið so lágir, sigur
land ingarformaðurin.
Mánadagin landaði línu-
skip ið Grani í Klaksvík.
Teir høvdu sløk 50.000
pund. Í dag er Fugltúgvan
inni, og teir hava stívliga
73.000 pund.
Aftrat hesum hevur út -
róðrarbáturin
Líðhamar
ver ið úti síðstu nátt. Teir
høvdu eina góða seta og
fingu millum 9.000 og
10.000 pund, meginparturin
toskur.
Á Landingarmiðstøð Før-
oya í Klaksvík sigur land-
ingarformaðurin, Pól Fuglø,
at lítið hevur verið at gjørt
hjá seinastu tíðina.
– Skipini eru færri, og
hug urin at rógva út hevur
ikki verið góður, nú fiska-
prísirnir hava verið so lágir,
sigur hann.
Pól Fuglø vísir á, at við-
hvørt er líkt til, at prísirnir
hava hug at kvinka sær upp-
eftir aftur – men síðan fella
teir nakað aftur.
- Eg haldi, at Líðhamar
mundi selja fyri einar 10
krónur í miðal fyri kilo,
legg ur hann aftrat.
Pól sigur, at landingar-
virk semi sum heild hevur
verið lítið í ár, og tað merk-
ist týðiliga, at seks partrol-
arar ikki hava verið partur
av
fiskiskipaflotanum
í
Klaks vík í hesum tíðar-
skeiði.
Hann vísir á, at skipini,
sum P/F Christian í Grót-
inum keypti frá Føroya
Banka, Nónhamar, Fjals-
hamar, Safir og Smaragd,
liggja
í
Klaksvík,
har
ymiskt verður gjørt við tey.
- Men enn hava tey ikki
loyst, sigur landingar for-
maðurin, sum annars fegn
ast um, at tað eydnaðist
klaksvíkingum at keypa
hesi
skipini
aftur
til
bygdar.
Tvey línuskip hava landað í Klaksvík
Tað er deydligt við Kósabrúnna í Klaksvík um dagarnar, men í
dag landar línuskipið Fugltúgvan
Mynd: Vilmund Jacobsen