mikudagur 18. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 54 - 18. mars 2009
Arbeiðið, sum
Fiski rann sóknar
stovan ger, skal
virðismetast, og tað
skal kunna síggjast,
hvat broyt ingar í
krøvum til stovnin
kosta
Sáttmáli
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskimálaráðið og Fiski
rannsóknarstovan hava nú
skrivað undir ein nýggjan
og sonevndan avrikssátt
mála, sum tað verður rópt.
Sambært heimasíðuni hjá
Fiskirannsóknarstovuni er
hetta fyrsti sáttmáli av slík
um slag millum ein al
menn an stovn og eitt aðal
ráð.
Í 2008 arbeiddu Fiski
mála ráðið og Fiskirann
sókn arstovan saman eftir
einum avrikssáttmála, og
partarnir eru samdir um, at
komið varð á mál við flestu
setningum í hesum sátt
mála.
Krøv kosta
Sambært heimasíðuni hava
báðir partar tó ynskt broyt
ingar á fleiri økjum, og tí er
nýggjur
avrikssáttmála
mill um partarnar ikki und
irskrivaður fyrr enn nú.
Sum skilst, verða uppaftur
fleiri broytingar gjørdar í
sátt málanum, sum tíðin líður,
tí longu nú er semja um fleiri
broytingar fyri ár 2010.
Á heimasíðuni hjá Fiski
rannsóknarstovuni
verður
sagt, at dentur serliga skal
leggjast á at virðismeta tað
arbeiði, sum verður gjørt á
Fiskirannsóknarstovuni,
so leiðis at til ber at síggja,
hvat broytingar í krøvum til
stovnin kosta.
Á myndini handar Hjalti í
Jákupsstovu, stjóri á Fiski
rann sóknar stovuni, Rógva
Reinert, aðal stjóra í Fiski
mála r áð num, avriks sátt
málan fyri 2009, sum nú er
undir skrivaður
Hava undirskrivað nýggjan avrikssáttmála
Dýraru fiskasløgini
sum eitt nú toskur
og hýsa eru ikki so
attraktiv í fíggjarliga
truplum tíðum. Fólk
leita sær eftir bíligari
fiskavørum, og tað
er her, at tey finna
upsan, sum eina góða
og lutfalsliga bíliga
fiskavøru
FiSkivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað kann ganga skjótt
hvønn vegin, ikki minst í
vinn uni, og tað er verri enn
so alt, tú kanst gjøgnum
skoða í góðari tíð.
Um hesa tíðina í fjør sá
ógvuliga svart út hjá tí part
inum av okkara fiskiflota,
sum fiskaði tey bíligari
botn fiskasløgini. Oljan var
vorðin hundadýr og ís fiska
trolarar, sum mugu brúka
nógva olju fyri at fáa fisk,
høvdu tað rættiliga trupult.
Nógv var frammi um
okk ara lemmatrolarar, sum
brenna nógva olju. Fleiri
vórðu lagdir, men tað vóru
eisini eigarar av partrolarum
sum hildu, at nú var tíð at
gevast, meðan teir enn
kundu svara hvørjum sítt.
Í dag – minni enn eitt ár
seinni – er vent í holuni,
sum vit plaga at siga.
Bunkringaroljan til skip
ini er vorðin næstan hálva
triðju krónu bíligari, enn tá
hon var dýrast, upsafiski
skapurin hevur verið góður,
og meðan tey dýraru fiska
sløgini eru fallin drastiskt í
prísi, hevur prísurin á upsa
hildið sær væl.
Eitt av feløgunum, sum
gjørdi av at leggja tveir ís
fiskatrolarar í mai mánaða í
fjør, loysir nú skipini aftur.
Tað er P/F Vár, sum eigur
Nornagest og Columbus í
Vestmanna.
Viðurkenning
Altjóða fíggjarkreppan hev
ur rakt víða um heimin og
fólk, sum eiga nøkur oyru
at ansa eftir, eru farin at
ansa betri eftir pengapung
in um.
Nógv eru farin at ansa
sær í keypi av vørum, men
mettuna vilja øll hava. Tí
keypa tey tær vørur, sum
geva mettuna, men sum
ikki kosta tað hvíta úr eyg
unum.
Dýraru fiskasløgini sum
eitt nú toskur og hýsa eru
ikki so attraktiv í fíggjarliga
truplum tíðum. Fólk leita
sær eftir góðum, men bílig
ari fiskavørum.
Og tað er her, at tey finna
upsan, sum eina góða og
lut falsliga bíliga fiskavøru.
Reiðari, sum herfyri var í
útlandinum og eitt nú vitj
aði í stórari matvøruketu,
sigur, at fólk í størri mun
enn áður leita sær eftir
bílig um fiski.
Eg skilti á fólki, at
nógv ir handlar, sum selja
vørur, ið ikki eru neyðugar,
hava lítið at gera, meðan
mat vøruhandlarnir
fram
veg is hava nógv viðskifta
fólk, sigur hann.
Og tað er júst í matvøru
handlunum, at fólk fara eftir
teimum bíligaru fiska vør
unum, sum soleiðis verða
eftirspurdar og kunnu seljast
fyri hampiliga góðan prís.
Sær væl út
Í vár hevur prísurin á upsa
til landingar í Føroyum lig
ið upp ímóti seks krónum
fyri kilo. Fiskiskapurin hev
ur verið sera góður, og
menn hava kent nógvan
pen ing, samstundis sum
rokn ast má við, at skipa
raksturin
soleiðis
eisini
hevur verið á góðari leið.
Tá upsin hevur gýtt, sum
hann nú hevur, er vanligt, at
avreiðingarprísirnir
fella
nakað, og soleiðis er eisini,
nú avreiðingarvirði liggur á
umleið 5,40 fyri kilo.
Reiðarar, sum gera par
trol arar og lemmatrolarar
út, eru tó rímiliga væl nøgd
ir við gongdina í løtuni, og
teir halda, at um prísurin á
upsa kanska fellir eini 25
oyru aftrat, verður royndin
kortini lønandi, um fiski
skapurin
framhaldandi
verð ur nøkulunda góður.
Vanligt er, at upsaprísurin
kvinkar uppeftir aftur, tá
summarið er farið at halla,
og heystið er komið.
Niðurstøðan er, at hjá
teimum, sum fiska upsa, er
støðan ikki ringast í løtuni.
Bíligu fiska sløgini
meira áhugaverd
Upsi er vorðin eftirspurdur
fiskur, nú fólk eru farin at ansa
betri eftir pengapunginum
Øll vilja hava mettuna, men fólk ansa betur eftir, hvat tey keypa í handlum og á marknaðum
Ein trani í Streymnesi
Ein trani hevur verið at sæð í Streymnesi í nakrar
dagar. Rodmund á Kelduni fann hann. Trani er reglu
ligur í Føroyum, men teir eru sera fáir í tali. Tranin er
ein sera stórur fuglur og hevur eitt flog upp á 220 til
245 cm. Silas K. K. Olofson tók myndir av honum.
Trani eitur á latíni Grus grus.