mikudagur 18. mars 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 54 - 18. mars 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Komandi vikuskifti byrjar
ein framsýning hjá Hera av
Reyni í Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin
letur
upp
fríggjadagin 20. mars kl.16
og er opin til og við týsdagin
24. mars.
Hetta er aðru ferð Heri av
Reyni hevur framsýning í
Smiðjuni. Á framsýningini
eru málningar, aquarellir og
tekningar av landsløgum í
Suðurstreymi.
Framsýningin letur upp
fríggjadagin kl. 16 og er
opin til kl. 20. Leygardagin,
sunnudagin, mánadagin og
týsdagin er opið frá kl. 14
til 20.
Tá framsýningin letur
upp spælir Brandur, sonur
Hera, nøkur klassisk stykki
á guitar.
-red
Listaframsýning í Smiðjuni
Fríggjadagin letur ein framsýning hjá Hera av Reyni upp í Smiðjuni í Lítluvík
Sunnunáttina andaðist Óli Berg, lærari, í
Nesi, Hvalba, 57 ára gamal. Óli var hvalbingur,
sonur Onnu, f. Djurhuus úr Sumba og Daniel
Jacob Berg úr Hvalba.
Óli tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í
1977 og var lærari á Venjingarskúlanum í
Havn frá 1977 til 1979, tá hann fekk lærara
starv í Hvalbiar skúla.
Umframt starvið sum lærari hevur hann
verið skrivari hjá Hvalbiar kommunu, og
hann var eisini nevndarformaður í lemma
trolaranum Niels Paula, heimahoyrandi í
Hvalba.
Óli var giftur Hannu, f. Jacobsen, úr Havn.
-red
Óli Berg deyður
Andlát og jarðarferðir
Kistan við Salli Somm
er Frankis Lognberg,
Skopun, fer úr kapellin
um á Landssjúkrahúsin
um mikudagin klokkan
14 til Teistan. Jarðarferð
in verður úr Skopunar
kirkju hósdagin klokkan
14. Tey, ið vilja minnast
Salli, kunnu lata Missi
ónshúsinum í Skopun
eina peningagávu, konta
í peningastónunum.
Jóhannes
Hansen,
Fuglafirði andaðist á
Landssjúkrahúsinum
mánadagin,
57
ára
gamal.
Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Herborg Strøm í Vági
andaðist mánadagin 16.
mars, 91 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
18. mars. Aleksandur,
deyður umleið 250. Úr
Aleksandriu og endaði
sum biskupur í
Jerúsalem. Fleiri ferðir
varð hann atsøktur fyri
trúgv sína, men komst
undan og doyði ein
natúrligan deyða, og
varð blóðvitni uttan
blóð, sum tikið varð til.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta útgáva
2008)
Turið Lamhauge Nónklett
er sett í starv sum fysiotera
peutur á Tjarnargarði. Turið
fer at hava fyribyrgjandi
venjingar á liði fyri heima
búgvandi pensjónistar.
Fleiri fólk standa á bíði
lista til venjingarlið og tey,
sum hava bíðað longst,
verða tey fyrstu, ið fáa
møguleikan.
Tilboðið
vendir sær til heimabúgvandi
pensjónistar í Tórshavnar
kommunu, sum á henda
hátt kunnu koma á eitt venj
ingarlið á Tjarnargarði.
Tórshavnar kommuna
ynskir við hesum at geva
pensjónistum møguleika at
venja, soleiðis at tey fram
haldandi kunnu hava góða
heilsu. Samstundis verða
tey betri fyri í tí dagliga og
kunnu í størri mun vera
sjálvhjálpin.
Umsóknarblað fæst í
Snarskivuni til teirra, sum
ynskja at melda seg til
skipanina. Eisini ber til fáa
umsóknarblað
á
heima
síðuni hjá kommununi.
Kelda: www.torshavn.fo
Fysioterapeutur á Tjarnargarði
Á forsíðuni á Sosialinum 17.
mars 1984 er yvirskriftin at
NATOstøðin á Sornfelli er
nútíðargjørd – eisini til álop.
Í meira enn 25 ár hava
føroyingar og danir hildið, at
støðin á Sornfelli bert hýsti
NATO, og at hon hevði lítlan
týdning, men nú kemur í
ljósmála at umframt at hýsa
NATO, hevur amerikanska
flogvápnið sína egnu topp
loyniligu radarstøð á Sorn
felli. Nevniliga skermarnir
niðan fyri NATOkuplarnar,
skrivar
danska
hernaðar
kritiska blaðið “Forsvar”.
Fyri 25 árum síðan:
Loynilig radarstøð
Turið Lamhauge Nónklett
50 ára føðingardagur
Leygardagin 21. mars fyllir Jóngerð Midjord 50 ár.
Føðingardagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Harald
sundi frá klokkan 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 21. mars kunnu Niklas og Jensia Joensen í
Kollafirði hava gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin hjá dóttr
ini, undir Heygnum, á Todnesi 17 frá klokkan 16.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
25. apríl 2009 kl. 12 giftast í Betesda, Klaksvík: Elsebeth
P. Eyðunsdóttir Jacobsen, Svínoy og Marni Steinberg,
Klaksvík. Veitslan verður á hotel Norð kl. 16. Tey, ið ynskja
at gleða okkum við at koma, kunnu tekna seg á tlf. 226916
(Elsebeth) ella tlf. 220061/ 287307 (Marni) innan 31. mars
2009.