Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 18. mars 2009 19 Bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Hósdagin 19. mars fyllir Sverri Mortensen á Argjum 87 ár, og í ár verður motor­ súkklan hjá honum 70 ár. Sverri var 17 ára gamal, tá BSA­súkklan var fram­ leidd í Birmingham, og hann keypti hana frá bretsku hermonnunum eftir seinna heimsbardaga. Súkklan hevur nummar­ plátuna Fø 313, sum hon hevur havt øll árini, meðan Sverri hevur átt hana. Sverri hevur verið limur í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør síðan felagið varð stovnað fyri 17 árum síðan, í 1992. Hann er ald­ ursforseti og heiðurslimur í felagnum, og hóast høga aldurin luttekur hann við súkkluni í øllum tiltøkum sum felagið skipar fyri. mg BSA-in hjá Sverra 70 ár Í ár eru 50 ár síðan fyrsti Skoda Octavia kom á marknaðin. Tann fyrsti Skoda Octa­ via, sum kom í 1959, var ein modernaður sedan, sum fekst við tveimum ella fýra hurðum. Bilurin, ið hevði góðar og tryggar koyriegin­ leikar eftir tátíðar máti­ stokki, varð gjørdur til 1971. Í sambandi við 50 ára haldið fyri Octavia fer Skoda at skipa fyri fleiri jubileumsaktivitetum í hes­ um árinum sum t.d. rally­ koyring við ellisakførum. Tiltøkini verða bæði í heim­ landinum hjá Skoda, Kekkia, og í grannalandin­ um, Týsklandi. Tann Skoda Octavia vit kenna í dag hevur verið gjørdur síðan 1996 við smærri broytingum. Í dag er Skoda partur av týsku VW­konsernini. mg Skoda Octavia 50 ár Fyrsti Skoda Octavia kom á marknaðin í 1959 Nýggjasta útgávan av Skoda Octavia Sverri Mortensen við 70 ára gomlu BSA-motorsúkkluni Motorsúkklan hjá Sverra hevur nummar 313, sum annars eisini er nummarplátan á bilinum hjá Anders And