Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 54 - 18. mars 2009 Hóast Opel verksmiðan er næstan 150 ára gomul eru tað í ár 110 ár síðan fram­ leiðslan av bilum byrjaði. Í Týsklandi verður gjørt nógv burturúr at 110 ár eru liðin síðan Opel verksmiðj­ an, sum varð stovnað í 1863, byrjaði at framleiða bilar í 1899. Í hesum sambandi hava Opel gjørt nakrar serligar útgávur, sum nevnast “Selec­tion 110 Jahre”, sum eru jubileumsmodell, ið verða seld til ein serligan prís. Opel verksmiðjan, Adam Opel GmbH, var ein sjálv­ støðug bilverksmiðja til hon varð yvirtikin av Gener­ al Motors í 1929. mg Í ár eru 40 ár síðan Motor­ journalisternes Klub Dan­ mark (MKD), fyrstu ferð tilnevndu »Årets Bil i Dan­ mark«, hetta var í 1969. Í hesum sambandi verður skipað fyri einum tiltakið á FDM Jyllandsringen, nær­ hendis Silkeborg, í juni mán­ að, har allir teir 40 bilarnar, sum hava verið ársins bilar í Danmark verða savnaðir á einum staði. Har verður høvi hjá motorjournalistum og ørum við egnum eygum at síggja hvussu bilarnir eru broyttir hesi 40 árini. Tiltakið verður stórt, og danskir fjøl­ miðlar og sjónvarpsstøðir og vera til staðar. Fyrsti bilur sum varð valdur til Årets Bil i Dan­ mark, var Ford Capri í 1969 og seinast var Honda Jazz valdur fyri 2009. mg Ársins bilar í 40 ár Ford Capri frá 1969 var fyrsti bilur sum varð valdur til ársins bil í Danmark 1969: Ford Capri 1970: Fiat 128 1971: Citroën GS 1972: Fiat 127 1973: Audi 80 1974: Fiat 126 1975: VW Golf I 1976: Simc­a 1307/1308 1977: Ford Fiesta 1978: Alfa Romeo Giulietta 1979: Fiat Ritmo 1980: Opel Kadett D 1981: Ford Esc­ort 1982: VW Polo 1983: Ford Sierra 1984: Fiat Uno 1985: Opel Kadett E 1986: Ford Sc­orpio 1987: Peugeot 309 1988: Peugeot 405 1989: Fiat Tipo 1990: Renault 19 GTX 1991: Nissan Primera 1992: Citroën ZX 1993: Mazda 626 1994: Citroën Xantia 1995: Fiat Punto 1996: Fiat Bravo/Brava 1997: Skoda Oc­tavia 1998: Alfa Romeo 156 1999: Ford Foc­us 2000: Fiat Multipla 2001: Skoda Fabia 2002: Peugeot 307 2003: Citroën C3 2004: Mazda 3 2005: Mitsubishi Colt 2006: Seat León 2007: Opel Corsa 2008: Mazda 2 2009: Honda Jazz Opel 110 ár Årets Bil i Danmark Yvirlit ársins bilar í Danmark 1969-2009 bilar Opel bilar hava nú verið gjørdir í 110 ár. Her er ein Opel Kapitän frá 1962