mikudagur 18. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 54 - 18. mars 2009 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Í august í fjør fekk
Finnur Hansson
føroyska passið,
hann hevði bíðað
eftir í fimm ár,
og í kvøld spælir
hann sín sætta
hondbóltslandsdyst
fyri Føroyar. – Tað er
náttúrligt fyri meg at
spæla fyri Føroyar,
sigur føroyski ís
lendingurin á lands
liðnum
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
At hondbólturin hevur og
hev ur havt ein stóran leiklut
í lívinum hjá 29 ára gamla
Finni Hansson, er ikki so
løgið. Hópatals lands liðs
spælarar eru í bæði faðir
og móðurætt, og tað var
eisini hondbólturin, sum í
1998 fekk Finn at koma til
Føroya úr Íslandi, haðani
hann er ættaður.
Pápi hansara, Hans Guð
mundsson, var um hetta
mund ið spælandi venjari
hjá H71, og hann fekk sonin
at koma hendavegin. Restin
er søga, tí hóast Hans fór
heimaftur, varð Finnur ver
andi í Føroyum. Hann hevur
spælt við bæði H71, Neist
anum, Kyndli og StÍF, og
nú spælir hann enntá eisini
við føroyska landsliðnum.
– Veruleikin er tann, at
kom eg ikki til Føroya tá,
hevði eg nokk ikki spælt
hondbólt í dag. Í veru leik
anum havi eg tað soleiðis,
at skal eg geva nakað aftur
sum landsliðsspælari nakra
staðni, so má tað vera fyri
Føroyar, sigur Finnur, sum
síðstu dagarnar hevur drivið
á undir venjingunum undan
dystinum ímóti Sveis í
kvøld og leygardagin.
– Nú havi eg verið so
leingi í Føroyum, at tað er
náttúrligt fyri meg at spæla
á føroyska landsliðnum.
Heiðurin at sleppa at spæla
fyri landsliðið, er fyri meg
ein stórur heiður, og eg føli
meg jú nokk so føroyskan
eftirhondini.
Bíðaði fimm ár
Dysturin í kvøld er tann
sætti hjá Finni Hanssyni á
føroyska
hond bóltslands
lið num, og teir undanfarnu
hava verið teir fýra í EM
undankappingini og venj
ingardysturin ímóti Grøn
landi í januar mánaði. Har
hevur hann ikki staðið aftan
fyri nakran, og higartil eru
19 mál komin á kontuna
eisini.
Tað hevði leingi verið
ætl an hansara at fáa føroyskt
pass, tá hann eftir eina
venjingarlegu í Íslandi við
Neistanum í august mánaði
í fjør kom heimaftur og
langt um leingi hevði fingið
nýggja passið, sum gjørdi
hann til føroyskan íslending.
Tá vóru fimm ár liðin, síð
ani hann søkti um at fáa tað
av fyrstan tíð.
Finnur hevur heldur ong
antíð dult fyri, at ætlanin
við hesum var at fáa ein
møguleika at koma á før
oyska hondbóltslandsliðið,
og tá hann var við lands lið
num á einari venjingarlegu
í Norra, bara styrkist hetta
ynski hansara. Ein síðu
vinn ingur er tað so eisini, at
hann í føroysku kappingini
ikki longur verður roknaður
sum útlendingur, men sum
føroyingur.
Og hóast fleiri í familjuni
heima í Íslandi hava verið
landsliðsspælarar fyri Ís
land, hevur hann ikki hoyrt
eitt øvugt orð haðani um
tað, men hevur tvørturímóti
fingið at vitað frá teimum,
at tey skilja avgerð hansara
og eisini halda hana vera
rætta.
Nógv verður gjørt
burtur úr, nú avger
andi FMfinalurnar
í flogbólti hjá ung
lingunum og teimum
14 ára gomlu verða
spældar í Trongisvági
leygardagin. Tiltakið
stendur lítið aftan fyri
steypafinalurnar hjá
teimum vaksnu
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Allan leygardagin verður
ítróttarhøllin í Trongisvági
karmur um tað stóra finalu
tiltakið, sum Flogbólts sam
bandið og TB skipa fyri, nú
finalurnar hjá gentum 14,
dreingjum 14, kvinnu og
mans unglingum
eru
á
skránni. Liðini, sum spæla
finalurnar, eru tey, sum
gjørdust nummar eitt og
tvey í kappingini, sum var í
Havn
leygardagin
28.
febru ar.
– Hóskvøldið fáa vit
Tara flexgólvið hjá Flog
bólts sambandinum suður,
og so verður tað beinanvegin
lagt á. Gólvið sleppur so at
liggja í friði og náðum á
allan fríggjadagin, so tað er
púra klárt, tá fyrstu dystirnir
eru leygarmorgunin, sigur
Otto Gram, sum vegna TB
samskipar tiltakið.
– Og eg má siga, at tað er
ótrúliga stuttligt, at fólk
ganga so høgt uppí, at hetta
alt skal eydnast væl. Eg kann
nevna, at tað bara tók mær
hálvan tíma at fáa fatur í 12
monnum, sum allir játt aðu at
koma at leggja gólvið á.
Kjósa bestu spælarar
Fyrsta finalan er tann mill
um kvinnuunglingarnar hjá
Mjølnir og Fleyr, sum byrj
ar klokkan 10. Síðani er
finalan millum KÍF og TB
hjá gentum 14 á skránni
klokkan 12, og tveir tímar
seinni spæla Mjølnir og TB
finaluna hjá dreingjum 14.
Tann seinasta finalan, sum
er millum mansunglingarnar
hjá SÍ og Fleyr, byrjar
klokk an 14.45.
– Sum nakað nýtt, so
verða allir spælararnir pre
sen teraðir, tá teir ein og ein
renna inn á vøllin til hvønn
dyst. Og eisini verður besti
spælari í hvørjari finalu
kosin eftir hvønn dystin.
Høv uðsdómarin,
annar
dóm arin og dómaraborðið
gera av, hvør fær tann heið
urin, sigur Otto Gram, sum
eisini veit at siga, at besti
spælari í hvørjum dysti fær
ein vinning frá Flog bólts
sambandinum.
– Vit hava eisini fingið
lokalar politikarar og stuðl
ar at handa steyp og heið
ursmerki eftir hvørja finalu,
og millum finalurnar hava
vit eisini ymiskt til undir
halds, so sum livandi tón
leik og dansigentur. Eisini
hava vit andlitsmáling og
køku tombola, og allan dag
in bjóðar matstøðan í høllini
kalt borð.
Føroyski íslendingurin
Ungu meistaraheitini í flogbólti upp á spæl
Eftir hvønn finaludyst í
Trongisvági leygardagin
verður besti spælari
kosin
Mynd: Hilmar Jan Hansen/
Einslistir
– Skal eg geva nakað aftur sum landsliðsspælari
nakrastaðni, so má tað vera fyri Føroyar, sigur
Finnur Hansson
Mynd: Álvur Haraldsen
Lesið meira um
FøroyarSveis
á síðu 22 & 23