Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 54 - 18. mars 2009 ] Kvinnunevndin hjá FSF mannað Hanna Olsen í Syðrugøta, Sunnuva Vesturdal á Eiði og Ingun Hansen á Skála eru nýggir limir í kvinnunevndini hjá Fótbóltssambandinum, ið hevur ábyrgd av steypa- og landskappingini hjá kvinnum og gentum. Tær tríggjar eru valdar í nevndina, sum frammanundan telur starvsnevndarlimirnar Karl Vidtfeldt, sum er formaður, og Magnus á Stongum. Starvsnevndini hjáa Fótbóltssambandinum vónar, at tær tríggjar kvinnurnar kunnu vera drívmegin í nevndini og fáa sína ávirkan á, hvussu kvinnufótbólturin verður skipaður í framtíðini. Skiftir VÍF út við Stjørnuna Hóast formaðurin í Stjørnuni herfyri segði, at felagið ikki ætlaði at kunngera avloysaran fyri Henrik Gerster sum venjara fyri besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni, fyrr enn kappingin var liðug, hevur nýggi venjarin nú sjálvur avdúkað seg. Morten Hust Petersen, sum venur menninar hjá VÍF, hevur fortalt Kringvarpinum, at hann næstu tvey árini skal venja Stjørnuna. Hann vil royna okkurt nýtt, og heldur tað eisini vera gott, at VÍF kann fáa nýggjan íblástur. – Hóast sveisararnir kanska kunnu vera eksplosivir, so koyra teir ikki so øgiliga skjótt fram eftir vøll­ in um og eru ikki so øgi liga skjótir heim, sum fleiri av hin um lið unum, vit longu hava spælt ímóti, sigur annar av lands­ liðs venj arunum, Dia Midjord HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tríggir av teimum fyrstu fýra dystunum hjá mans- landsliðnum í EM-und an- kappingini, sum vóru spæld ir í heyst, endaðu við stórtapi. Ímóti Serbia heima og Russlandi úti taptu Før- oyar við 21 málum, og mill- um teir báðar dystirnar taptu Føroyar á útivølli fyri Bosnia við 17 málum. Fræg ast gekst í síðsta dyst- inum ímóti Italia, har mun- urin »bara« var sjey mál. Felags fyri Serbia, Russ- land og Bosnia var, at tey mest sum trumlaðu føroyska lið ið niður, sum úrslitini eisini siga, meðan Italia ikki rætti liga hevði sama skjót leikan og somu styrk- ina, sum hini. Nú fimta lið- ið í bólkinum, Sveis, vitjar í Før oyum, er spurningurin, hvussu tað fer at ganga. – Hesir spælararnir, í mun til hini liðini, vit hava spælt ímóti, eru ikki so øgiliga stórir og spæla ikki so øgiliga skjótan hondbólt. Eg vil siga, at teir kanska spæla eitt slag av hondbólti, ið hóskar eitt sindur betri til okkara spæl, sigur Dia Mid- jord, sum saman við Kára Nielsen er venjari hjá lands- liðnum. – Teir eru kanska eksplo- sivir, men koyra ikki so øgi liga skjótt fram eftir vøll inum og eru ikki so øgi- liga skjótir heim, sum fleiri av hinum liðunum. Teir eru nokk so tungir á sær, men øgiliga sterkir, og eftir mín- um tykki spæla teir eitt slag av hondbóltsspæli, ið hósk- ar okkum væl, tí okkara spælarar eru eisini nokk so kropsliga sterkir. Heimligir spælarar Um hugt verður at úrslit un- um hjá Sveis higartil í hesi EM-undankappingini, hava úrslitini í trimum av teimum fýra dystum verið sera góð. Sveis vann við sjey málum á Italia, tapti við einum fyri Russlandi og spældi javn- leik ímóti Serbia, áðrenn tað gjørdist eitt heilt annað úrslit ímóti Bosnia, sum vann við 11 málum. Teir báðir landsliðs venj- ar arnir hava í sínum fyri- reikingum hugt at, hvussu sveisiska liðið er mannað, og líkt er til, at talan er um fleiri royndar spælarar, men at teir flestu í dag eru at finna í heimligu kappingini í Sveis. – Vit kunnu staðfesta, at Sveis hevur onkrar fínar front figurar á liðnum. Mill- um annað hava teir ein spælskipara, sum nú spælir í Sveis, men frá næsta kapp- ingarári spælir við Bjerr- ingbro í Danmark. Og so hava teir ein høgrabakk, sum millum annað hevur spælt í Spania, umframt at onkrir hava verið í Týsklandi eisini, sigur Dia Midjord. – Men teir flestu hjá teim um spæla heima í Sveis og kanska einir tveir í øðr- um londum. So teir eru kanska í somu støðu sum vit, tá tað kemur til útisetar, tí vit hava jú teir allarflestu av okkara spælarum í Før- oy um og so bara ein ella tveir í Danmark. Sveisiski spælistílurin hóskar tí føroyska væl Tað er hugaligt, tá allir partar rundan um manslandsliðið í hondbólti staðfesta, at tað farna er farið, og at nú verður byrjað av nýggjum. Og hjá øðrum er tað eisini ein nýggj byrjan, bara tú sleppur upp í part ÍTRÓTTARKLUMMAN Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Rokilsið í vetur rundan um manslandsliðið í hondbólti kastaði sínar skuggar yvir hondbóltin í eina tíð – alt ov langa tíð! Tað er altíð keðiligt, tá annað enn tað ítróttarliga kemur í fokus, men líka so gleðiligt er tað, at allir partar nú eru sinnaðir at leggja alt tað farna aftur um seg. Tað hava teir á og rundan um manslandsliðið nú gjørt, so tí verður dysturin ímóti Sveis í kvøld í so máta ein nýggj byrjan. So kunnu vit annars vóna, at »ein nýggj byrjan« eisini fer at smitta sjálvt spælið. Liðið treingir ið hvussu er til at fáa eitt sindur meira burturúr, enn í fyrstu trimum av teimum fýra dystunum higartil í EM-undankappingini. At tapa við 20 málum í miðal er sanniliga ikki stuttligt! Men nú spælararnir skuldu verið í toppformi, kunnu vit vóna, at dysturin í kvøld eisini verður ein nýggj byrjan hjá hondbóltslandsliðnum – ítróttarliga sæð. Og nú vit tosa um nýggja byrjan, so fer Fótbóltssambandið undir at skipa fyri fótbóltskappingum fyri fólk við breki, og tað fegnast tey um í bæði ÍSB og Special Olympics. Hetta er eitt týðandi stig á leiðini, har ráðandi hugburðurin má vera, at ítróttur er fyri øll og at øll kunnu sleppa upp í part. At so størsta og sterkasta sersambandið gongur undan, er ikki annað enn náttúrligt, og tað eigur Fótbóltssambandið at fáa rós fyri. Eisini á einum øðrum móti hava brekað og menningartarnað fingið eina nýggja byrjan, tí í farnu viku var sett á stovn nýtt ítróttarfelag fyri brekað í Eysturoynni, sum hevur vakra navnið Svanur. Tað er stuttligt at síggja, at Svanur longu á stovnandi aðalfundinum fekk luft undir veingirnar, og kanska verður hetta spírin, ið fær fleiri líknandi feløg at spretta kring landið. Men eigur ítrótturin at vera fyri øll, áttu kanska eisini verandi ítróttarfeløg innan allar ítróttargreinar at umhugsað, um tey ikki skuldu latið dyrnar víðari upp, so tey eitt nú høvdu deildir innan ÍSB við sum part av sínum virksemi. Tað hevði verið vorðið sum nýggj byrjan! Nýggj byrjan er altíð góð Føroyski hópurin Teir 14 spælararnir, 12 útispælarar og tveir málverjar, sum eru tiknir út til EM-undankappingardystin ímóti Sveis í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld klokkan 19. VÍF Agnar Joensen Rúni Joensen Sámal Joensen Áki G. Olsen Neistin Finnur Hansson Ingi Olsen Karl Herup Olsen H71 Regin Joensen Levi Nybo (málverji) Esbern Patursson Kyndil Hans Áki Dal-Christiansen Bárður Johannesen Ajax Keypmannahavn Heini Hanusarson ÍF Føroyar Lars L. Black (málverji) Dia Midjord, landsliðsvenjari, heldur um sveisiska spælistílin, at hann hóskar væl tí føroyska Mynd: Álvur Haraldsen