Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 54 - 18. mars 2009 ] Dysturin í kvøld er fjórða uppgerðin millum Føroyar og Sveis. Hinar tríggjar hevur Sveis vunnið, men tó bara tepurt tvær av ferðunum HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá Føroyar og Sveis klokk an 19 í kvøld renna inn á gula og bláa hond­ bóltsvøllin í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, er tað fjórðu ferð, at londini hitt ast í A­landsdysti hjá monnum. Fyrsti dysturin var spældur fyri yvir 32 árum síðani, tá Portugal hýsti C­HM kappingini. Hetta var í Porto leygarkvøldið tann 27. november í 1976, og tá fingu Føroyar sítt higartil besta úrslit ímóti Sveis, sum vann við ein­ um máli, 21­20, og var á odda 11­9 í hálvleik in­ um. Síðani gingu mong ár, áðrenn Føroyar og Sveis aftur møttust á vølli, og tað var í januar mánaði 2001, tá føroyska mans­ landsliðið eisini var við í einari EM­undankapping. Ta ferðina var avgerð tik­ in um, at báðir dystirnir skuldu spælast í Føroyum, og teir vóru dag um dag. Í fyrra dystinum, sum var í Havn fríggjakvøldið tann 12. januar, vann Sveis tepurt við trimum málum, 24­27. Munurin var tann sami í hálv leik­ inum, tá sveisararnir vóru á odda 14­11. Dagin eftir, leygardagin 13. januar, hittust liðini so aftur í ítróttarhøllini á Skála, men tá vóru gest­ irnir nógv betri og vunnu greitt. Tann dysturin end­ aði 25­18 til Sveis, sum var á odda 15­8 í hálv­ leik inum. Nú eru so aftur tveir dyst ir á skránni ímóti Sveis. Annar verður í ítrótt arhøllini á Hálsi í kvøld klokkan 19, og hin verður í sveisiska býnum Appenzell leygarkvøldið klokkan 18, føroyska tíð. EM-undankappingin, bólkur 2 Spældir dystir 29/10 Føroyar-Serbia 20-41 01/11 Bosnia-Føroyar 45-28 26/11 Russland-Føroyar 37-16 30/11 Italia-Føroyar 30-23 Dystir hesa vikuna 18/03 Føroyar-Sveis 21/03 Sveis-Føroyar Støðan í bólkinum Serbia 4 3-1-0 156-105 +51 7 Russland 4 3-0-1 134-106 +28 6 Bosnia 4 2-1-1 129-113 +16 5 Sveis 4 1-1-2 115-120 ÷5 3 Italia 4 1-1-2 102-126 ÷24 3 Føroyar 4 0-0-4 87-153 ÷66 0 Írestandi dystir 10/06 Føroyar-Russland 13/06 Føroyar-Italia 17/06 Serbia-Føroar 20/06 Føroyar-Bosnia Bæði spælarar og venjarar halda, at møguleiki er fyri at yvirraska ímóti Sveis í kvøld. – Vit fara eftir einum góðum úrsliti, sigur Heini Hanusarson HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hóast úrslitini í dystunum hjá føroyska mansland s­ liðnum í hondbólti higartil í EM­undankappingini ikki hava verið nakað at reypað av, umframt at liðið hevur tapt ein vinardyst ímóti Grøn landi í ár, hevur tað ikki sett stórvegis skøvur í føroyska sjálvsálitið. – Vit eru altíð tað veikara liðið, tá vit koma inn í hesa kappingina, og vit mugu bara síggja í eyguni, at teir eru nógv betri enn vit. Men tað er einki stuttligt at tapa, og eg haldi ikki, at tað er eitt flott úrslit at tapa við fýra málum. Annaðhvørt vinn ur tú, ella tapir tú, sigur Finnur Hansson, sum er líka avgjørdur, tá vit spyrja, hvat hann heldur vera eitt gott úrslit ímóti Sveis í kvøld. – Ein sigur er eitt gott úr ­ slit, einki minni enn tað. Vit vita jú, at teir hava havt svingandi úrslit, so tað sigur eitt sindur um liðið. Okk urt er, sum ikki fungerar hjá teimum, og vit vóna sjálv andi, at teir koma hendavegin og taka tað eitt sindur »la­la« og so koma vit við 110 prosentum og geva teimum kanska eitt sindur av einum yvirrask­ ilsi. Ikki ómøguligt Heini Hanusarsson sigur seg kenna lítið og einki til Sveis, síðani Føroyar spældu ímóti teimum síðst fyri góðum átta árum síð­ ani. – Tá taptu vit nokk so fitt, og eg giti bara, at teirra framgongd hevur verið stór. Vit hava jú ikki havt stóra framgongd á landsliðnum, so eg vænti, at tað verður ein stór uppgáva, sigur koll­ firðingurin, sum tó ikki sær hetta sum eina ómøguliga uppgávu at loysa, hóast hon er stór. – Eg vóni, at vit kunnu fáa eitt gott úrslit og kanska yvirraska. Tað fara vit eftir, og vóna sjálvandi, at vit fáa stuðul til tað frá áskoð ar­ unum, nú vit spæla á heima­ vølli. Annar av landsliðsvenj­ arunum, Dia Midjord, hevur vónir um, at sleppast skal undan einum av hesum keði ligu dystunum, har Før oyar ikki megna at spæla upp til mótstøðulið­ ið. – Vit skulu jú ferðast all­ an vegin niður til Sveis longu í morginári, og vit vita, at tað ikki er tað stutt­ ligasta, at skula spæla ein dyst niðri í Sveis, eftir at vit fyrst hava fingið eitt klams heima í Føroyum, sigur hann. – Tí vóni og síggi eg eisini fram til, at vit klára at geva Sveis ein skarpan gang í heimadystinum. Fjórðu ferð ímóti Sveis Hondbóltslandsliðið hevur havt fýra venjingar síðani fríggjakvøldið, og í kvøld klokkan 19 verður so fyrri dysturin ímóti Sveis í ítróttarhøllini á Hálsi Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Vilja yvirraska ímóti Sveis Norðurlendingar stýra dystinum Tað verða norðurlendingar, sum í kvøld fara at døma og eygleiða, tá Føroyar og Sveis spæla. Dómararnir eru svenskarar og eita Henrik Mäkinen og Göran Jonsson, og EHF­eygleiðarin til dystin er danskarin Allan Lund. Serliga hesin síðstnevndi av teim­ um trimum er væl kendur í Føroyum. Hann vitjaði fyrstu ferð hendavegin í 1980 sum landsliðsvenjari hjá Grøn­ landi. Eisini hevur hann vant donsku landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum, men nú starvast hann í europeiska hondbóltssambandinum, EHF. hil Nógvur EM-hondbóltur á skránni hesa vikuna Ikki færri enn 30 dystir millum tilsamans 30 lond verða hesa vikuna spældir í EM­undankappingini í manshondbólti, nú fimta og sætta umfar í teimum sjey bólkunum verða spæld. Talan verður um dystir fimta umfari í dag og í morgin, og í sætta umfari leygardagin og sunnudagin. Meginparturin av dystunum verða sendir í sjónvarpið, so mong fáa høvi til at fylgja við, hvussu gongst liðunum í royndum sínum at sleppa til endaspælið í Eysturríki næsta ár. Bæði útvarpið og sjónvarpið hjá Kringvarpinum senda frá dystinum Føroyar­Sveis. Legði Fabregas undir at spýta Arsenal mundi upplivað marruna í gjárkvøldið, tá tvey sein mál á heimavølli ímóti Hull fingu bjargað liðnum ein 2­1 sigur og pláss í hálvfinaluni í FA Cup­ kappingini. Eftir dystin legði Hull­venjarin, Phil Brown, tó dent á nakað heilt annað, tí hann vildi vera við, at skaddi Arsenal­spælarin, Cesc Fabregas, hevði spýtt eftir hjálparvenjaranum hjá Hull í spælaragongdini.