mikudagur 18. mars 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 54 - 18. mars 2009
Fróði Vestergaard,
fyrrverandi samskipari av
Prix Føroyum sigur, at tíðin
hevur víst, at føroyingar
sakna Prix Føroyar
X-Factor, Talent og
Melodi Grand Prix.
Nógvar útlendskar
tónleikasendingar eru, og
einaferð var eisini ein í
Føroyum – Prix Føroyar.
Eftir sjey umfør bleiv Prix
Føroyar í 2005 niðurlagt.
Prix Føroyar, sum gekk sína
sigursgongd um aldaskiftið
bleiv tikið av aftur skránni,
og íleggjarar mistu
áhugan. Norðurlandahúsið,
Kringvarp Føroyar og FUT
vóru høvuðsíleggjarar til
kappingina.
- Orsøkin til, at Prix
Føroyar var niðurlagt var, at
Kringvarpið vildi leggja sína
orku í onnur mentunarlig
tiltøk. Eitt nú tosaðu tey
um sendingar og annað.
Men eg dugi ikki at síggja,
at nakað er komi síðani,
sum kann sigast at verða
á sama støði, sigur Fróði
Vestergaard.
Prix Føroyar lat dyrnar
upp fyri royndum sum
óroyndum tónleikarum. Øll
áhugaði kundi melda seg
til, og tónleikaliga blómaði
í Føroyar. Til seinasta
umfar av Prix Føroyum
var áhugin so stórur, at
Norðurlandahúsið hevði
heilar 30 útlendingar á
vitjan.
Fløguframleiðarar,
fyriskiparar av festivalum
og útlendskir miðlar komu
til Prix Føroyar, og nógvir av
bólkunum fingu møguleika
at royna seg uttanlands.
- Tónleikurin setti
dagsskrá í Føroyum í Prix
Føroyar árunum. Nú er einki
sum kann samanberast við
tað, sigur Fróði Vestergaard.
Spurdur um, hvør hann
heldur Prix Føroyar skal
aftur á dagsskrá, sigur Fróði
soleiðis.
- Tíðin skuldi vísa um tað
var saknur í Prix Føroyum.
Tað haldi eg tað er, sigur
hann.
Tá luttakararnir fríggjakvøldið
framførdu við Big Band hjá
DR vóru 1.621 milliónir fólk, ið
hugdu eftir sendingini
Á donsku sjónvarpskanalini
TV 2, var samstundis
sendingin Den Store
Klassefest, og har vóru bert
836.000 hyggjarar.
Tá avgerðin nærkaðist,
og bert ein hálvur tími var
eftir X-Factor, fóru fleiri av
hyggjarunum frá TV 2 og yvir
til DR.
1.972 milliónir fólk sóu
Lucas og Mohamed í
vandabólkinum. Ein dystur,
sum Mohamed sum kunnugt
vann.
Fríggjadagin er semifinalan
har føroyska Linda, Alien
Beat Club, Sidsel og
Mohammed skulu dystast,
og bert trý teirra koma víðari
til finaluna.
Linda Andrews vitjaði
sunnudagin í Miðlahúsinum,
og har legði hon dent
á, at tað ikki longur er
spurningurin um hvør vinnur.
- Vit eru øll vinnarar nú,
og tað er als eingin kapping
millum okkum longur. Men
sjálvsagt vil eg fegin gerast
vinnarin av X-Factor, sigur
hon.
Linda hevur X-Factor
Ein atkvøðugreiðsla hevur
verið á bt.dk síðan seinasta
fríggjakvøld, har vitjandi
kunnu siga sína hugsan
um hvør av finalistunum
í X-Factor hevði mest av
tí sokallaða X-factorinum
í seinasta umfari av
kappingini.
- Eingin veit hvat X-Factor
er, men vit vita øll tá tað er
har, sigur Linda.
Á heimasíðuni hjá BT
hava yvir 12.000 vitjandi
verið og atkvøtt fyri hvør av
finalistunum hevur mest av tí
sokallaða X-factorinum.
Atkvøðugreiðslan var sett
á stovn eftir seinasta umfar,
og Linda er stórvinnari í
hyggjarans eygum.
Linda framførdi tá kenda
lagið hjá Duffy “Mercy”,
og mong eru tey sum
halda, at hetta var ímillum
bestu framførslur hjá Lindu
nakrantíð.
Linda – 59 prosent
Sidsel – 9 prosent
Alien Beat Club – 12 prosent
Mohammed – 7 prosent
2 milliónir hyggja at Lindu
Mugu satsa uppá
Prix Føroyar