mikudagur 18. mars 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 • 18. mars. 2009
MIÐvIkaN
25
Hóast tað er so long tíð liðin, ber
framvegis til at greiða frá, hvussu
tað gekst hjá summum av heimun
um, sum mistu. Framvegis er børn
hjá teimum, sum fórust, á lívi.
Tey, sum eru farin, eiga so aftur
børn, sum kunnu greiða frá út frá
tí, sum teimum sjálvum er fortalt.
Ein av teimum, sum gekk burtur
við Karen var Johannes Olaus
Nicolaj Hofgaard. Lávus, sum
hann var kallaður, var føddur 11.
Juni 1874, og gjørdist tískil 46
ár. Hann giftist 28. oktober 1899
við Susanne Maria f. Danielsen,
sum var fødd 7. oktober 1874.
Ommudóttir hennara Hansina
Hammer Olsen, kallað Goje,
búsitandi í Syðrugøtu, hevur
greitt frá umstøðunum hjá
teimum.
Trina lekti tað, sum
læknar ikki kláraðu
Fyrst kann vera nevnt, at Susanna
var dóttir Jaspur Danielsen og
Katrinu i Meiðlendi. Trina var
ein serstøk kvinna, eitt rættuligt
konubrot. Serliga var hon kend
fyri sítt læknakynstur. Hon grøddi
slík, sum til fánýtis gingu til
lækna. Dømi er um mann, sum
fekk at vita frá læknanum, at
armurin mátti takast av. Hetta
vildi verið ein vanlukka fyri
mannin. Tískil fór hann til Trinu,
og hon lekti hann. Tá ið maðurin
seinni hittir læknan, undrast hann
yvir, at maðurin framvegis hevur
báðar armarnar. Læknin fær at
vita, hvør ið hevði lekt mannin,
og hann meldar Trinu fyri ólógligt
læknavirksemi. “Nei, eg gjørdi
ikki annað enn at hjálpa teimum,
sum komu til mín,” og hon varð
eisini fríkend. Tað kundi verið
nógv skrivað um Trinu, og tað fer
kanska eisini at verða gjørt.
Lávus náddi ikki at
síggja seinasta barnið
Lávus og Susanna Maria fingu
skjótt sjey børn. Tað vóru tvey
og trý ár millum teirra. Men í
1919 verður Susanne Maria aftur
við barn. Tað er um reppið, um
maðurin er farin avstað, áðrenn
hon skal eiga. Men tað klárar
hann ikki. Lávus fer avstað 16.
juni, og Susanna Maria eigur
fimm dagar seinni, tann 21. juni.
Lávus kemur tískil ongantíð at
síggja dóttrina. Ein pápabeiggi
hansara Dánjal Jákup Hovgaard
var eisini við Karen, og hetta
gjørdi vanlukkuna fyri húskið enn
størri.
Seinni verður so staðfest, at
eingin pápi kemur aftur. Gentan
verður uppkallað eftir báðum
foreldrunum Laura Susanne, og
hon er tað einasta av systkjunum,
sum enn er á lívi. Mamman var
46 ár, tá ið hon fekk hana. Tað
varð sagt, at tað vóru tríggjar
“gamlar” mammur í Hovi, og tær
vóru allar brandar.
Tað var sera lítið av hjálp
at fáa, serliga um jørð var í
húsinum. Sýslumaðurin kom
at kanna viðurskiftini, og hann
metti, at tey vóru ov væl fyri til
at kunna fáa hjálp, tí tey áttu
ov nógva jørð! 11 gyllin vóru í
húsinum.
Beiggi Lávus, Danjal, kallaður
Danjal í Smiðjuni, kempaði alt
hann kundi fyri børnini, men til
fánýtis. Annars søgdu børnini,
at tey komu ongantíð at mangla
nakað. Tað munaði væl, tá ið elsti
sonurin Magnus fór til sjós og
legði sína inntøku til húsið. Ein
dóttir hansara er Sólva, gift við
Atla Dam.
Einasta hjálp tey fingu var ein
50krónuseðil, sum kom sendandi
frá prestinum Grøn í Kvívík.
Tað var skjótt, at vanlagnan
aftur vitjaði hetta hús. Tann 23.
oktober 1925 doyr Susanna, 51
ára gomul. Tveir dagar seinni
doyr dóttirin Katrina, sum var
uppkallað eftir ommuni. Tær fóru
báðar til gravar sama dag og fóru
í somu grøv.
Hetta var hart fyri børnini.
Hildið var, at tað var ringast
fyri tey, sum vóru so stór, at tey
skiltu rættuliga, hvat tey høvdu
mist. Maria, mamma Goje, segði,
at eingin kom yvir at missa
mammuna sum ung.
Pápabeiggin tekur
um endan
Nú vóru bæði foreldrini deyð,
og yngsta barnið var fimm ára
gamalt.
Tá hendi tað sjáldsama, at
tann sum tók húsið uppá seg var
Danjal, ógifti beiggi Lávus, eisini
kallaður Beiggin. Tað hevði altíð
verið sera góð viðurskifti teirra
millum.
Danjal arbeiddi tá á bedingini
á Tvøroyri. Lønin var 24 oyru um
tíman. Hetta var ikki nógv. Eina
ferð fóru teir í verkfall. Tá komu 2
oyru uppá tímalønina! Men hóast
hesa lítlu løn keypti hann fleiri
gyllin í jørð.
Danjal var ein hegnismaður,
dugdi at umvæla alt møguligt, og
tók hond í har sum tað tørvaði.
Goje minnist, at hann var hvønn
einasta dag inni hjá teimum,
táið hann var blivin gamal. Hann
greiddi ofta frá umstøðum í
gomlum døgum. Øll virdu hann.
Hann læs meira enn tey flestu.
Tá Njarðlingur kom úr Danmark
var eitt bókaskáp umborð. Har
vóru allar millum aðrar bøkur allar
Frembøkurnar. Hann las tær allar.
Hann var ein sera vitandi maður,
eisini um tað, sum var frammi í
tíðini.
Á Tvøroyri búði hann hjá
Agnas, ið tók ímóti logerandi.
Har búði Petur Mohr Dam eisini
tá. Teir tosaðu nógv um politikk,
eisini um ellisrentu. Danjal
spurdi, hvør ið skuldi gjalda
ellisrentuna. Hann
kundi snøgt sagt ikki
skilja, at tað skuldi
Vanlukkur og hjálpsemi í Hovi
Hesin partur verður um Hov, sum varð hart rakt, tá ið Karen fór, men eisini árini frammundan.
Hetta er eisini ein søga um ta umsorgan, fólk høvdu fyri hvørjum øðrum
Systrarnar Marin Elisabeth og Maria, døtur Súsannu og Lávus. Maria er
mamma Goje, sum er ein kelda til hesa frásøgn
Danjal í Smiðjuni millum Volmar, sonur Agnes, sum hann búði hjá á Tvøroyri
og Andreu Strøm, sum var fosturdóttir Agnes
Døtur Niels Tausen vóru Nathalia, Anna Sofía og Sanna
Hendrik, beiggi Niels, og Ingeborg Tausen, foreldur Ingu,
gift við Torkil Beder, prest. Hendrik gekk burtur við Grasinum
➘