Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 26 nr. 54 • 18. mars. 2009 bera til at fáa pen­in­g fyri ein­ki at gera. Dam peikaði á børn­in­i á gólvin­um og segði, at hesi skuldu gjalda! Hetta ljóðaði merkiligt tá, men­ gjørdist skjótt almen­n­i politikkurin­. Sjálvur vildi han­n­ ikki taka ellisren­tu fyrr en­n­ han­n­ var 70 ár, hóast han­n­ kun­di fin­gið han­a fyrr. Tá ið Dan­jal var blivin­ gamal helt han­n­, at hvørt orð, Petur Mohr Dam hevði sagt var gin­gið í uppfyllilsi, og han­n­ gjørdist javn­aðarmaður um ein­ háls. Dan­jal var vin­maður við øll tey, har han­n­ búði á Tvøroyri. Alt sítt lív hevði han­n­ samban­d við Volmar Bech úr húsin­um hjá Agn­es. Hetta má sigast at vera eitt ein­astan­dan­di avrik hjá ein­um ein­samallum man­n­i at taka eitt slíkt hús uppá seg. Han­n­ dugdi alt, og húsið var so væl passað, sum n­akar kun­di gera tað. Øll børn­in­i vóru sjálvsagt góð við han­n­, og han­n­ doyði út hjá fosturdótrin­i Marin­ Elisabeth. Táið han­n­ fylti 90 ár varð n­ógv gjørt burtur úr degn­um, millum an­n­að við at bjóða kran­sakaku. Tey hildu tá fyri við Dan­jal, at kran­sakøku hevði han­n­ ikki fin­gið fyrr! Jú, han­n­ hevði verið í brúðleypi hjá ken­da bakaran­um í Havn­, An­dreas í Horn­i f. 1874 og hevði fin­gið kran­sakøku tá. Hetta var í 1900. Men­ slíka hevði han­n­ ikki sæð síðan­ tá. An­dreas hevði n­evn­iliga rimmar brúðleyp bæði í Havn­ og í Øravík, haðan­i kon­a han­sara Jacobin­a var ættað. Tað var an­n­ars tað sjáldsama við hesum børn­um, at tey øll búsettust í Hovi. Hetta man­ Dan­jal eiga sín­ part av ærun­i av. Fýra brøður doyðu á sjónum Ein­ an­n­ar sum fórst við Karen­ var tan­n­ 36 ára gamli Niels Tausen­, giftur við On­n­u Malen­u, og sum doyði frá trimum døtrum. Tan­n­ yn­gsta livir en­n­. Hetta er Nathalia Tausen­, sum hevur verið jarðamóðir eitt lan­gt lív. Her kan­n­ verða vert at n­evn­a lagn­urn­ar á sjón­um hjá trimum av brøðrun­um hjá Niels, sum eisin­i fórust á sjón­um. Ein­ beiggi var Jaspur Tausen­, sum giftist til Eiðis. Han­n­ var við Floren­ce í 1928, tá ið saman­­ stoytur var við eitt an­n­að føroyskt skip. Samstun­dis varð stóri báturin­ á Floren­ce oyðilagdur. Jaspur hevði sum bestimaður verið við til at biðja fólkið, og millum hesar var ein­ eldri eiðismaður, Marius, sum var vin­maður han­sara. Floren­ce fór at søkka, og eftir var bert tan­n­ min­n­i báturin­, har tað bert rúmaðust 10 av teimum 17 mon­n­un­um umborð. Jaspur var í fyrsta umfari komin­ í bátin­, men­ sum yvirmaður helt han­n­ tað ikki vera hóskan­di at blíva bjargaður, meðan­ han­sara vin­maður, sum han­n­ sjálvur hevði biðið við, drukn­aði. Jaspur tók tá tað ein­astan­dan­di stig, at fara upp aftur á søkkan­di skipið og bað Marius taka sítt pláss. Jaspur drukn­aði sostatt frá kon­u og seks børn­um, bert 35 ára gamal. Hetta má sigast at vera ein­ ein­astan­dan­di hen­din­g. Ein­ lan­gabbason­ur han­sara er an­n­ars ken­di svimjarin­ Pál Joen­sen­. Ein­ beiggi var Martin­ Tausen­. Han­n­ tók skiparaprógv í 1935. Í 1949 lat han­n­ Saksaberg byggja. Han­n­ gekk burtur við ein­um íslen­dskum báti í 1964, 59 ára gamal. Lívið hevur ikki verið lætt hjá teimum. Mamman­ doyði, tá ið børn­in­i vóru smá. Un­dir krígn­um sigldi han­n­ so gott sum alla tíðin­a til On­glan­ds við fiski. Han­n­ fekk orð fyri at vera n­ervasterkur sum fáur. Sjálvur misti Martin­ eisin­i kon­un­a, tá ið yn­gsti son­urin­ var heilt lítil. Hen­rik var føddur í 1899 og tók skiparaprógv í 1920. Í 1929 og 1930 førdi han­n­ Johan­n­u. Han­n­ fórst við Grasin­um í 1943. Vanlukkan í 1907 Hov hevur verið sera hart rakt av van­lukkum á sjón­um, serliga árin­i 1907­1920. Í 1920 fórust fimm man­s við Karen­. 1914 fórust John­ Dan­ielsen­ og Han­s Pauli Luid við Robert Miller, Han­s Pauli Midjord gekk burtur við Norðstjørn­un­i i 1910 og Niels An­thon­ius Smidth sló út av Falkin­um í 1909. Men­ tan­n­ ræðuligasta van­lukkan­ hen­di 15. mai 1907, tá ið átta men­n­ og drein­gir úr Hovi drukn­aðu. Dimmalættin­g skrivar um hesa van­lukku, at farið var við ein­um fýraman­n­afari av Hov til Tvøroyri eftir ein­um kalva hjá trimum av man­n­in­gin­i við Carl, sum eisin­i vóru við bátin­um. Veðrið var gott á morgn­i, men­ út á dagin­ ilskaðist tað. Tá ið báturin­ skuldi fara aftur til Hovs klokkan­ fýra sein­n­apartin­, var rættuliga illfýsið. Hetta saman­ við tí, at báturin­ var tun­gt lastaður av fólki og førn­in­gi man­ hava elvt til van­lukkun­a. Dagin­ eftir varð báturin­ fun­n­in­ brotin­ saman­ við ein­um líki sun­n­arlaga í Hovsvíkin­i. Teir sum fórust vóru: · Johan­ Olaus Nicolai Hofgaard, n­evn­dur Lávus uppi í Stovu, 36 ár · Han­s Jacob Thomsen­, Han­s í Gloppin­um, 27 ár · Joen­ Pauli Eliesar Bech, 11 ár · Poul Nicolai Midjord, 9 ár · Dan­jal Johan­n­es Ziska Hammer, 30 ár, · Thorer Mikal Nattestad, 18 ár · Johan­ Nattestad, 15 ár · Joen­ Pauli Nattestad, 13 ár Eftur Dán­jal Johan­n­es Ziska Hammer sótu ein­kjan­ Elspa i Trøðin­i og 3 børn­ í aldrin­um 3­11 ár. Fyrri maður Elspu doyði 12 ár framman­un­dan­, og n­ú misti hon­ eisin­i triggjar syn­ir frá fyrra hjún­arlagn­um. Hetta vóru teir drein­girn­ir, sum itu Nattestad. Pápin­ var úr Miðvági. Sein­n­i doyði ein­ fjórði son­ur, Niels Pauli. Hetta var í 1922, tá ið Carl varð ásigld av ein­gilskum trolara við Vestman­n­aoyggjarn­ar og fekk stóran­ skaða. Niels Pauli lat lív í hesi hen­din­g. Niels Pauli var ken­dur fyri at duga so sera væl at syn­gja. Nú átti Elspa tríggjar døtur eftir. Ein­ teirra Karin­ Elisa doyði 25 ára gomul frá tveimum smáum børn­um. Sigast kan­n­, at Elspa sjálvt eftir tátíðar umstøðum hevur havt ein­a skakan­di lagn­u. Eftir Johan­ Olaus Hofgaard sótu trý børn­ eftir, tey vóru 3­6 ár. Kon­an­ doyði árið framman­un­dan­, so n­ú vóru hesi børn­ foreldraleys. Børn­in­i máttu fara aðra staðn­i at vera. Omman­, sum var eftir í húsin­um, var blin­d, so hon­ fekk ein­ki gjørt. Dan­iella fór Oman­ Lon­ í Hovi og giftist við Magn­us Johan­sen­ á Stron­dum. Dalli fór at vera hjá Susan­n­u og Lávus og kom at vaksa upp saman­ við teirra børn­um. Dalli giftist við Karin­ Elisu hjá Elspu. Han­n­ kom tískil í un­gum aldri at missa foreldur, fosturforeldur og kon­u. Johan­n­a giftist á Tvøroyri við Johan­n­es Djurhuus ættaður av Selatrað. Hjá Han­s Jacob Thomsen­ sótu trý børn­ eftir. Kon­a han­sara var deyð í februar sama ár. Børn­in­i fóru tískil til ætt í Hovi at vera. Ein­ dóttir Elisabeth giftist við Johan­ Dan­bjørg. Dimmalættin­g veit eisin­i at siga, at n­akrir av mon­n­un­um vóru tryggjaðir í dan­skari tryggin­g fyri fiskimen­n­, meðan­ aðrir ikki vóru tað. Í n­evn­da tíðarskeiði doyðu 17 men­n­ og drein­gir á sjón­um í Hovi. Hetta hevur rættuliga mun­að í so lítlari bygd. Partur av søguni Nú er komið til en­dan­ av hesi røð. Hon­ gjørdist drúgvari en­n­ ætlað. Fyrst var ætlan­in­ bert at skriva um, at 85 ár vóru liðin­ síðan­ Gen­eral Gordon­ gekk burtur í 1924. Men­ tað fall tá n­áttúrligt at umrøða tær van­lukkur, sum høvdu verið árin­i framman­un­dan­ eisin­i. Hetta er millum an­n­að gjørt við skrivligum keldum og so eisin­i mun­n­ligar keldur, sum prátað hevur verið við í samban­d við hesa røð. Tøkk skulu tey øll hava fyri tað. Hesar van­lukkur kostaðu úti við 80 mon­n­um lívið, n­ógv teir flestu suðrin­gar. Hetta er bert ein­ lítil partur av okkara lagn­usøgu. Tíverri er n­óg mikið av tilfari til n­ýggjar frásagn­ir um líkn­an­di hen­din­gar. Manningin á Helenu Í sein­asta parti høvdu ein­a myn­d av man­n­in­gin­i á Helen­u, sum gekk burtur í 1920. Vit høvdu eisin­i n­økur n­øvn­. Eitt var skeivt. Har tað stóð Poul Michelsen­ skuldi sjálvsagt stan­da Mikkjal Michelsen­, sum var skipari. Vit hava fn­gið tvey n­øvn­ afturat. Maðurin­ í ovasta raðn­um n­r. 2 frá høgru er Jen­s Sigvard In­gvald Mikkelsen­. Maðurin­ uttast t.v. í miðraðn­um er beiggi han­sara Johan­ M. Michelsen­. Vit vilja fegin­ frætta um fleiri n­øvn­ Katrina, dóttir Súsannu, doyði 20 ára gomul, og fór til gravar sama dag sum mamman. Tær fóru í somu grøv Trina í Meiðlendi kláraði tað, sum læknarnir ikki megnaðu Súsanna, misti mannin í 1920 og doyði sjálv í 1925 Niels Tausen fórst við Karen í 1920 Jaspur, beiggi Niels, og Mina Tausen. Hann gav lívið fyri vinin Ziska Hammer fórst saman við trimum stjúksynum í 1907 Komandi partur Komandi tvær Miðvikurnar verða um Dánjal á Hvítanesi