hósdagur 4. oktober 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað verður ikki greitt
fyrrenn síðst í mán-
aðinum, um tað verð-
ur Allan Simonsen
ella onkur annar, sum
verður landsliðs-
venjari komandi ár
LANDSLIÐSVENJARIN
Jóannes Hansen
Í gjárkvøldið fór fótbólts-
landsliðið á síðstu ferðina
uttanlands í ár. Umvegis
Danmark, har venjarin og
útisetarnir skuldu koma
umborð, lá leiðin niður til
Slovenia. Síðsti landsdyst-
urin í HM undankappingini
verður spældur har suðuri
seinnapartin leygardagin.
Landsliðsferðin er serlig
á tann hátt, at talan kann
vera um síðstu ferðina hjá
Allani Simonsen saman við
spælarunum, sum hann
leygardagin
skal
hava
ábyrgdina av fyri 52. ferð.
Fyrsta
sáttmálaskeiðið
hjá FSF og Allani Simon-
sen var í 1994 og í 1995.
Síðani eru tríggjar nýggjar
avtalur undirskrivaðar, og
síðsta skeiðið verður liðugt,
tá dysturin leygardagin er
lokin.
Kanna og bíða
Longu eftir landsdystirnar í
mars, sum vóru á útivølli í
Luksemborg og Russlandi,
segði Ísak Mikladal, aðal-
skrivari í FSF við Ítróttar-
sosialin, at tað vóru góðir
møguleikar fyri, at ein
nýggjur sáttmáli fór at
verða undirskrivaður mill-
um FSF og Allan Simon-
sen.
Tað er landsliðsnevndin
hjá FSF, sum hevur arbeitt
við venjaraspurninginum. Í
fótbóltsprátinum hesa sein-
astu tíðina hevur verið
frammi, at tað hevði verið
upplagt, at ein nýggjur sátt-
máli varð undirskrivaður,
meðan landsliðið er í Slo-
venia.
Formaðurin í landsliðs-
nevndini, Jens Erik Magn-
ussen, er við í ferðalagnum
í Slovenia. Hann sigur, at
tað er ikki ætlanin at
undirskriva ein nýggjan
sáttmála við Allan Simon-
sen, meðan teir eru í Slo-
venia:
– Eg rokni ikki við, at
venjaraspurningurin verður
avgreiddur fyrrenn síðst í
hesum mánaðinum.
Ætla tit at gera ein nýggj-
an sáttmála við Allan Sim-
onsen?
– Tað er ein møguleiki
fyri tí, men eg veit tað ikki.
Møguleikin er treytaður av,
at bæði vit og venjarin eru
hugaðir at halda fram, og at
vit semjast um treytirnar
fyri framhaldandi sam-
starvi. Sjálvandi fara vit at
tosa saman í Slovenia, men
tað fer ikki at koma upp á
tal, at vit fara at undirskriva
sáttmála har niðri. So langt
eru vit ikki komnir enn.
Hava tit aðrar møguligar
loysnir?
– Vit hava kannað mark-
naðin, um tað ber til at siga
tað soleiðis. Eg haldi, at eg
fari ikki at siga meiri, enn
at tað er rættuliga torført at
fáa fatur á stórum kapasi-
tetum, og at teir eru ógvu-
liga dýrir.
Tað vil siga, at tað kemur
ikki upp á tal at fáa ein
annan kendan útlending
enn Allan Simonsen at taka
sær av landsliðnum?
– Eg fái ikki svara hasum
spurninginum
fyrrenn
seinni í mánaðinum, var
svarið hjá Jens Erik Magn-
ussen, formanni í landsliðs-
nevndini hjá FSF, áðrenn
FSF ferðalagið lætti úr
Vágum við kós ímóti Slo-
venia.
Hjálparvenjarin bíðar
Síðani 1996 hevur Jógvan
Martin Olsen verið hjálpar-
venjari hjá Allani Simon-
sen. Jógvan Martin var í
ferðalagnum úr Føroyum í
gjár. Um hetta verður síðsta
ferðin hjá honum sum
hjálparvenjari hjá Allani
Simonsen er ikki greitt.
Men tað er greitt, at Jógvan
Martin Olsen, sum hesi
seinastu árini hevur verið í
fulltíðarstarvi hjá Fótbólts-
sambandinum, komandi ár
verður venjari hjá NSÍ.
– Í august boðaði eg FSF
frá, at eg komandi ár fór at
hava ábyrgdina av einum
liði í 1. deild. Vit hava av-
talað at tosa um møguligt
samstarv í framtíðini, men
eg havi ikki hoyrt frá teim-
um enn. Hvat viðvíkur
a–landsliðnum skilji eg teir
væl. Eg rokni við, at teir
ætla at loysa venjaraspurn-
ingin, áðrenn teir fara í holt
við spurningin um hjálpar-
venjaran,
sigur
Jógvan
Martin Olsen, sum um-
framt at vera hjálparvenjari
hjá Allani Simonsen eisini
er venjari hjá U–19 lands-
liðnum og høvuðsábyrgdar-
maður fyri øllum teimum
yngru landsliðunum.
Nr. 191 • hósdagur • 4. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Eingin avgerð er tikin
um venjaran
Leygardagin sendir
føroyska sjón-
varpið bæði frá
dystinum hjá
Føroyum og tí hjá
Danmark og
Íslandi
Leygardagurin verður
næstan sjónvarpsdagur
burturav á føroysku rás-
ini. Sjónvarp Føroya
hevur ikki fólk í Slo-
venia, men teir fara kort-
ini at senda landsdystin
millum Slovenia og Før-
oyar.
– Dysturin verður
klokkan 15, og vit fara
at hava viðmerkjarar í
studinum her hjá okkum
sjálvum, sigur Øssur
Winthereig, tíðindaleið-
ari í Sjónvarpi Føroya.
Hetta er sami karmur,
sum teir høvdu um
frásøgnina, tá føroyingar
19. august spældu lands-
dyst í Jugoslavia.
Seinni sama dagin fer
sjónvarpið
at
senda
landsdystin
millum
Danmark og Ísland.
– Tað passar okkum
fínt, at dysturin verður
spældur klokkan 18. Tí
ber tað til hjá okkum at
senda báðar dystirnar
beinleiðis. Vit vita, at
nógvir føroyingar eru
áhugaðir í bæði danska
og íslendska landslið-
num. Talan er um av-
gerandi dyst, um tað
skal eydnast Danmark at
vinna bólkin og harvið
kvalifiserað seg bein-
leiðis til HM enda-
spælið. Vit fara at sam-
senda
við
TV2
úr
Parkini, upplýsir Øssur
Winthereig.
jh
Tveir landsdystir
í SvF
Og nú verður
Heine Fernandez
ikki við tær báðar
komandi vikurnar
Tað vera tveir fótbólts-
dystir í Parkini í Keyp-
mannahavn í vikuskift-
inum. Tann fyrri verður
leygardagin, tá Danmark
og Ísland fara at spæla í
HM undankappingini.
Hin
seinni
verður
sunnudagin. Tá fara
FCK og Silkeborg at
spæla
árliga
dystin
ímillum meistaraliðið og
steypavinnarar nar.
Silkeborg vann steypa-
finaluna Kristi himm-
alferðardag, og FCK
gjørdist fyrst í juni
danskur meistari.
Tað er møguleiki at
inniloka Parkina. Tá
europeiska Grand Prix
kappingin var í Parkini í
vár, royndu teir dragi-
takið. Hetta hevði við
sær, at DR kundi selja
38 túsund atgongumerki
og harvið fíggja alt til-
takið, sum tað var.
Takið hevur ongantíð
verið roynt í sambandi
við fótbóltsdyst, men
tað verður tað sunnu-
dagin. FCK og Silke-
borg fara at spæla undir
taki. Dysturin verður
sunnudagin klokkan 18
føroyska tíð, og hann
verður at síggja á TV3+
rásini.
Fernandez úti
Fyrr í vikuni hoyrdist, at
Heine Fernandez, sum
skoraði øll fýra málini í
Europa Cup dystunum
ímóti Obilic, er so mikið
skaddur, at hann ikki
verður førur fyri at
spæla næstu tvær vikur-
nar. Talan er um bruna í
hælinum.
Fernandez
vónar at vera tøkur aftur,
tá FCK í næsta UEFA
Cup umfarinum fer at
spæla ímóti Ajax Amst-
erdam. Fyrri dysturin
verður 18. oktober.
Todi Jónsson er um at
vera tøkur aftur. Tað er
ikki greitt, um hann
verður við sunnudagin.
Nú Heine Fernandez er
skaddur, hava teir í FCK
uppaftur meiri brúk fyri,
at Todi kemur fyri seg
aftur.
jh
FCK fer undir tak
17
16
Nr. 191 - 4. oktober 2001
ÚT AT KOYRA
Opel
Combi
Tour
Á bilaframsýningini í
Frankfurt var ein nýggj-
ur Opel Combi Tour,
sum verður ein bein-
leiðis kappingarneyti hjá
Peugeot Partner, Citroën
Berlingo og Renault
Kangoo
Kelda: Motor Magasinet
Daewoo
og GM
General Motors, Dae-
woo Motor Company og
kredittorarnir hjá Dae-
woo, hava undirskriva
eina avtalu um eitt nýtt
felag, har GM, sum er
størsti partaeigarin í
Daewoo, kemur at eiga
undir
50
prosent
í
nýggja felagnum.
Kelda: Motor Magasinet
Ford
Fusion
Í Frankfurt stóð proto-
typan, Ford Fusion, sum
tá ið hann kemur í fram-
leiðslu, skal hava ein
sera orkusparandi 1.1
litur bensin innspræn-
ingsmotor við turboløð-
ara.
Kelda: Motor Magasinet
Dagin fyri at føroyska
ferðalagið við full-
settum flogfari, tann
25. September, fór
yvir til Trollhättan í
Svøríki at hyggja
nærri at svensku Null
hugsjónini, helt Petur
Jacob Sigvardsen,
starvsnevndarformað
ur í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd, ein sera
áhugaverdan fyri-
lestur. Vit fara her, og
í komandi vikum, at
taka brot úr hesum
fyrilestri saman við
myndunum ið vórðu
vístar
FERÐSLUTRYGD
Magnus Gunnarsson
Tað var sviin Claes Tingval,
sum í 1995 kom fram við
Null-hugsjónini.
Nógv
smíltust og hildu tá fyri, at
hetta var ein føgur hugsjón,
men at hon tíverri var
ómøgulig at fremja í verki.
Men í dag hevur hugsanin
um Null-hugsjónina fest
røtur hjá øllum teimum,
sum starvast við ferðslu-
trygd.
Henda
hugsjón
stendur nú meir og meir
sum tað sjálvsagda stavn-
haldið, miðað eigur at
verða eftir, og kjakið nú á
døgum snýr seg av álvara
mest um, hvussu Null-hug-
sjónin skal verða handfarin
og framd í verki.
Trupult at fyribyrgja
Tá um ferðsluskaðar er at
røða, so er tað í roynd og
veru ikki sjálv vanlukkan,
sum er trupulleikin, men
heldur
tann
skaði,
ið
stendst av henni. Tá ið vit
fatað hetta til fulnar, læra
vit eisini, at tað eru loysnir
at finna á hesum trupul-
leika. Ein sera týdningar-
mikil loysn í so máta ar at
avmarka styrkina á teirri
megi, sum kann ráma tað
einstaka
menniskja
á
ferðsluni. Tað er ógvuliga
torført at siga framman-
undan, nær ella hvar ein
vanlukka kann verða. Tí er
tað eisini so sera trupult at
byrgja fyri henni.
Óteljandi atvoldir
Harafturímót er rættiliga
lætt at siga framanundan,
hvussu stórur skaðin verð-
ur, um og tá ið ein vanlukka
rámar. Atvoldirnar til van-
lukkuna kunnuvera ótelj-
andi. Men tað eru tveir
faktorar, ið gera av, hvussu
stórur skaðin verður, tá
vanlukkan rámar:
Í fyrsta lagi: hvussu mikil
tann megin er, ið rámar
menniskja, og í øðrum lagi:
hvussu stóra mótstøðumegi
tað menniskja so hevur, ið
verður rakt av hesi megi.
Tað verður eisini so nógv
lættari at handfara ferðslu-
trygdarspurningin, um vit
fáa innlit í hesar nevndu
faktorar.
Brot úr fyrilestri hjá Petur J.
Sigvardsen, starvsnevndarformanni í
RFF
Null-hugsjónin - ikki
ómøgulig at fremja í verki
Herfyri komu yvir 40
Mazda bilar av sama
slag til landið. Talan
er um Mazda E-2200 í
ymiskum útgávum
BILAR
Magnus Gunnarsson
Felags fyri hesar bilarnar
er, at teir eru allir av slag-
num, Mazda E-2200, men
teir fáast í ymiskum út-
gávum. Bilarnir eru komnir
sum vørubilar við ella uttan
síðurútar, og sum persón-
bilar til 6 ferðandi, ið
kunnu gerast til ein 9
persónabil ella sum 10
persóna buss, og sum Pick-
up við trælast. Frá Berg
verður sagt at Mazda E-
2200 er ein væl umtóktur,
og nógv eftirspurdur ar-
beiðsbilur, ið er kappingar-
førur í prísi og dygd.
Leggið til merkis, at Null-teknið er teknað sum eitt fostur, sum er væl vart í móðurlívi. Hetta er
teknað soleiðis av ráddum huga fyri at sýna tann manngóða hugburðin, henda hugsjón hevur
Yvir 40 Mazda E-2200 komnir til landið
C
M
Y
K
16