hósdagur 4. oktober 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 4. oktober 2001
19
Vágbingar hildu seg
hava vunnið bronsuna í
fyrstu deild, tá dysturin
móti Føroyameistarun-
um úr B36 var liðugur
seinasta
leygardag.
Rómurin var øgiligur
fram til ta løtu, tá tað
frættist, at toftamenn
høvdu javnað í seinastu
sekundunum móti KÍ,
og harvið sníktu seg eitt
stig fram um VB.
Hóast
vágbingar
mundu iðra seg um
hetta, so var tað í veru-
leikanum soleiðis, at frá
teirri løtu, at Fróði
Benjaminsen javnaði til
1-1 í Klaksvík í 35.
minutti, var tað B68,
sum átti bronsuna. B36
javnaði VB leiðsluna
suðuri í Vági, áðrenn KÍ
legði seg á odda í
Klaksvík, og B68 javn-
aði KÍ leiðsluna aftur,
áðrenn VB skoraði móti
B36.
Trupulleikin var bara
tann, at tá Útvarpið fyri
seinastu ferð skifti til
Vágs, var framvegis 2-1
í Klaksvík, og gleðis-
rómurin í Vági gjørdi
sítt til, at boðini um
útjavningina hjá tofta-
monnum
ikki
komu
ígjøgnum, fyrr enn væl
eftir dystin í Vági.
-jm
Jugoslavar halda við Føroyum
Aftur hetta kapp-
ingarárið var VB-
málverjin í málinum í
18 ferðir 90 minuttir
HAGTØL
Ivan Eginsson
22 spælarar vóru á vøll-
inum í øllum átjan umfør-
unum. Átjan teirra vóru við
frá fyrsta bríksli hvørja
ferð, og ellivu leikarar –
Tað eru óvanliga nógvir -
vóru við allar 90 minutt-
irnar í øllum átjan umfør-
unum.
Merkisvert er tað, at
helmingurin av feløgunum
brúkti bert ein málmann í
kappingini. Talan er um
Jens
Martin
Knudsen
(NSÍ), Meinhard Joensen
(KÍ), Gunnar á Steig (EB/
Streymur), Arturas Ra-
moska (FS Vágar), og so
Bjarna Johansen (VB).
Bjarni er drúgvur
Bjarni
Johansen
hevur
spælt alla tíðina í øllum
dystunum í bestu deildini
síðan 1995. Spurningur er,
um hetta er drúgvasta tíðar-
skeiðið nakrantíð í søguni
av 1.deild í Føroyum. Sum
kunnugt, hevur ein annar
vágbingur, Pól Thorsteins-
son, eitt líknandi met á
landsliðnum – 17 dystir á
rað uttan at vera skiftur út.
Øll lið, burtursæð árstals-
feløgunum B36, B68 og
B71, hava í hvussu er ein
leikara, sum var við alla
tíðina í landskappingini-
2001. Øll feløg, B68 und-
antikið, hava spælarar, ið
vóru á vøllinum í hvørjum
dysti.
Niðanfyri standandi yvir-
lit vísir, hvussu nógvir
spælarar vóru við í øllum
átjan umførunum, hvussu
nógvir vóru við frá fyrsta
bríksli allar átjan ferðirnar,
hvussu nógvir spældu alla
tíðina og hvørjir teir vóru.
Kæra er latin inn um
atburðin hjá KÍ-
venjaranum í seinasta
dystinum í 2. deild
KÆRA
Jákup Mørk
Rómurin var øgiligur, tá
Skála fyri góðari viku
síðani
tryggjaði
sær
silvurmerkini í aðru deild,
og samstundis vann sær
rættin at spæla um eitt pláss
í fyrstu deild komandi
kappingarár.
Tað var sjálvsagt á skála-
monnum, at lagið var gott,
men hjá klaksvíkingunum
var støðan ikki heilt hin
sama. Umframt, at teir
høvdu tapt dystin, so hildu
teir
einki
serligt
um
dømingina, og eftir dystin
gjørdi venjarin eisini vart
við sína ónøgd.
Hetta hevur fingið dóm-
aran í dystinum, Erling
Eysturoy, at senda inn
frágreiðing, har hann hevur
greitt frá atburði venjarans,
og kappingarnevndin skal
nú taka støðu til, hvørt
hetta skal revsast.
Úr Klaksvík frætta vit, at
tey sum heild høvdu ilt við
at fylgja linjuni hjá dóm-
aratríbólkinum, og at tey
ivast í, um tey yvir høvur
fara at geva nakra sum helst
frágreiðing um tilburðin,
soleiðis sum kappingar-
nevndin annars hevur biðið
tey gjørt.
Skal Jugoslavia sleppa
í HM-endaspælið,
krevst í minsta lagi
eitt føroyskt stig
leygardagin
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyri eitt fótbóltsstórveldi
sum Jugoslavia, so er tað
helst hugstoytandi at vita,
at føroyingar sita við
lyklinum hjá teimum, tá tað
ræður um komandi HM-
endaspælið.
Veruleikin er nevnliga
tann, at Jugoslavia er í teirri
truplu støðu, at teir ikki
sjálvir kunnu avgera lagnu
sína. Ístaðin er tað »lítli-
beiggin« úr Slovenia, sum
við einum sigri á Føroyum
kann tryggja sær í minsta
lagi tveir eyka dystir í und-
ankappingini, og í øllum
førum senda Jugoslavia
heilt út í kuldan. Somikið
væl hevur Slovenia staðið
seg, at var tað ikki fyri ein
javnleik á Svangaskarði
fyri einum góðum ári
síðani, so kundu slovenar
við einum sigri leygardagin
spælt seg beinleiðis til
Japan og Korea.
Alt kann henda
Jugoslavia skal leygardagin
spæla móti Luksemburg,
og hesa uppgávuna ivast
teir ikki í, at teir eru førir
fyri at loysa, men sum sagt,
so mugu teir seta sítt álit á
Føroyar. Hetta er kanska
sera tungt at bera, men
hinvegin, so eru vónirnar
hjá jugoslavum ikki heilt
ongar.
Á heimasíðuni hjá enska
Premier-League felagnum,
Tottenham, sigur jugoslav-
iski verjuleikarin, Goran
Bunjevcevic, at Føroyar
kunnu gera ein vørr.
- Tú veitst ongan tíð við
fótbólti.
Føroyar
taptu
tepurt í Russlandi, og vit
megnaðu akkurát at vinna
2-0, men sjálvandi er tað
ein kiksari hjá Slovenia, um
teir ikki vinna dystin, sigur
Bunjevcevic at enda.
Tríggir leikarar
umboðaðu tvey
ymisk feløg í bestu
deildini í 2001-10-
02
HAGTØL
Ivan Eginsson
Tey trý undanfarnu ár-
ini, hendi tað bert eina
ferð um árið, at ein
leikari skifti ímillum
tvey fyrstudeildarfeløg,
meðan kappingin var
ígongd. Í 2001 hendi
hetta heili tríggjar ferðir.
Ronnie
Samuelsen
byrjaði árið við B36, har
hann fimm ferðir kom
inn á vøllin í fyrru helvt
í landskappingini. Und-
an
summarsteðginum
flutti Ronnie, ið er ætt-
aður úr Vík, til EB/
Streym.
Miðvallarin
fekk sjey dystir og tvey
mál við uppflytarunum.
Mortan Hansen, ið
annars er kendur sum
NSÍ-leikari, skifti undan
kappingarárinum
til
grannarnar í B68. Runa-
víkingurin í toftaálop-
inum skoraði tvey mál í
sjey dystum fyri B68,
men flutti síðan aftur til
barndómsfelagið,
har
hann fyri tað mesta
leikti í 2.deild. Men
einaferð bleiv Mortan
skiftur inn í 1. deildar-
dysti og fekk sostatt átta
dystir samanlagt við
B68 og NSÍ í landskapp-
ingini-2001. Kappingar-
árið hjá Boga Petersen
gjørdist sera merkisvert.
Miðvallaleikarin
av
Saltnesi spældi fyri tað
mesta í teimum lægri
deildunum í 2001, fyrst
við barndónsfelagnum
B68 og so við NSÍ. Men
hann fekk eitt sindur av
spælitíð í fremstu røð
kortini
-
Bogi
var
einaferð skiftur inn í
yvirtíðini av dystinum
B68-HB, og tað sama
hendi í yvirtíðini av
dystinum GÍ-NSÍ. So-
statt fekk Bogi Petersen
bert nøkur fá sekund í
1.deild, men við tveim-
um ymiskum feløgum!
Bjarni helst tann drúgvasti
Lið
18 d byrj. 90 min navn
VB
4
4
3
Bjarni Johansen, Jón Pauli Olsen, Marek Wierzbicki
EB/Streymur 4
3
2
Gunnar á Steig, Alfred Jacobsen
GÍ
3
3
2
Henning Jarnskor, Leivur Hansen
FS Vágar
3
2
1
Arturas Ramoska
NSÍ
3
1
1
Jens Martin Knudsen
HB
1
1
1
Rógvi Jacobsen
KÍ
1
1
1
Meinhard Joensen
B36
2
2
0
B71
1
1
0
B68
0
0
0
í alt
22
18
11
Bjarni Johansen hevur nú
vart VB málið í 11.340
fyrstudeildarminuttir út í
eitt, ella 189 tímar
B68 átti alla tíðina
bronsuna
Nøkur sekund
í tveimum feløgum
Ronnie Samuelsen var ein av trimum leikarum, sum
umboðaði tvey lið í bestu deildini hetta kappingarárið
Venjarin kærdur
19
18
Nr. 191 - 4. oktober 2001
Sammett við fyrra
dystin ímóti Slovenia,
sum er ein av teimum
minnisríkastu hjá
føroyska liðnum, so
eru átta av átjan
spælarum hesa ferð
ikki teir somu
LANDSLIÐSSØGA
Jóannes Hansen
Tað er stórur altjóða áhugi
fyri uppgávuni, sum er á
skránni hjá føroyska lands-
liðnum leygardagin. Tað er
ikki so undarligt. Úrslitið
verður avgerandi fyri, um
tað verður Slovenia, ella
um tað verður Russland,
sum fer at enda á fyrsta
plássinum í bólkinum og
harvið beinleiðis kvalifi-
serar seg til HM enda-
spælið,
sum
komandi
summar verður í Japan og
Suðurkorea.
Sjálvandi er Slovenia
stórur favorittur á heima-
vølli, og teir eru ikki minni
favorittar, tá havt verður í
huga, at fleiri av føstu spæl-
arunum á føroyska liðnum
eru ikki við á ferðini. Men
kortini lúrir spenningurin.
Tað ger hann partvís, tí
Føroyar stóðu seg stak væl,
tá útidysturin niðri á Balk-
an ímóti Jugoslavia 19.
august bara endaði við 1–0
tapi, og tað ger hann upp-
aftur meiri, tí heimadyst-
urin ímóti Slovenia endaði
2–2.
Endavendu øllum
Heimadysturin ímóti Slo-
venia er ein tann minnis-
ríkasti, sum føroyska liðið
nakrantíð hevur spælt. Men
tá tað bara restaðu fýra
minuttir, bendi alt á, at
talan var um uppgerð av tí
slagnum, sum føroyingar á
heimavølli so ofta hava
verið annar parturin av.
Klokkan vísti 86 minutt-
ir, tá Milan Osterc skoraði
til 2–0. Fleiri áskoðarar
vóru longu farnir til gongu,
og eftir seinna málið reist-
ust uppaftur fleiri. Talan
hevði verið um hálv vána-
ligt avrik, har føroyingarnir
høvdu spælt í 2. og 3. geari,
og lagið á áskoðarunum
hevði ongantíð verið, sum
tað fleiri ferðir framman-
undan
hevði
verið
á
Svangaskarði.
Men so var tað, at før-
oyska liðið av álvara tók
sær um reiggj. Uni Arge
longdi eitt fluktskot frá
Jóhannisi Joensen, so bólt-
urin fór í netið. Tá kom av
álvara lív í. Skiltið hjá 4.
dómaranum vísti, at tríggir
minuttir vóru eftir. Slo-
venarnir skiftu fólk fyri at
draga tíðina út. Klokkan
vísti 47 minuttir, tá Allan
Mørkøre tiltuskaði sær eitt
fríspark eitt sindur til høgru
fyri málið og úr seytjan
metrum. Øssur Hansen
sendi bóltin upp um mann-
garðin og í nettakið, sloven-
ararnir góvu bóltin upp-
aftur, dómarin bríkslaði fyri
síðstu ferð, og teir 3.200
áskoðararnir vildu í góð-
veðrinum
ikki
sleppa
fantastiska róminum.
Nógvar broytingar
Heimadysturin ímóti Slo-
venia var á skránni sunnu-
dagin 3. september í fjør.
Nú landsliðið er farið til
Slovenia, kunnu vit stað-
esta, at allir átjan spælar-
arnir, sum Allan Simonsen
sendi boð eftir, eru í ferða-
lagnum.
Um vit sammeta við átjan
manna hópin, sum vardi
føroysku áhugamálini ímóti
Slovenia fyri einum stórum
ári síðani, so er talan um
stórar broytingar. Átta av
teimum átjan spælarunum,
sum vóru við ta ferðina, eru
ikki við í Slovenia.
3. september í fjør sá
liðið soleiðis út: Jákup
Mikkelsen – Hans Fróði
Hansen, Óli Johannesen,
Jens Kristian Hansen –
Allan
Mørkøre,
Sámal
Joensen, John Petersen
(Jóhannis Joensen, 80.),
Julian Johnsson, Øssur
Hansen – Uni Arge, Todi
Jónsson (Kurt Mørkøre,
58.).
Á beinkinum uttan at
verða skiftir inn vóru Jens
Martin Knudsen, Henning
Jarnskor, Johan B. Hansen,
Fróði
Benjaminsen
og
Rógvi Jacobsen.
Av teimum fyrstu ellivu
eru fimm ikki við í Slo-
venia. Allan Mørkøre hevur
givið avboð, tí hann hevur
ikki stundir, og Sámal
Joensen og Uni Arge hava
ikki verið upp á tal, tí teir
hava ikki spælt síðani
summarsteðgin.
Julian
Johnsson er leikbannaður,
og Todi Jónsson er – fyri-
bils í hvussu so er – givin á
landsliðnum. Tað vil við
øðrum orðum siga, at
eingin av hesum fimm er
ikki við í Slovenia, tí teir
ikki eru úttiknir. Allan
Simonsen hevur ikki havt
møguleikan at gera av, um
teir skuldu við ella ikki.
Jóhannis Joensen, sum
varð skiftur inn, er ikki við,
tí honum restar – orsaka av
leikbanni – dystarvenjing.
Henning Jarnskor hevur
ikki verið á landsliðnum í
ár. Í fyrstu atløgu var hann
settur av. Í heyst hevur
verið heitt á hann um at
koma við aftur – Henning
hevur alt kappingarárið
verið sera sannførandi á GÍ
liðnum – men nú hevur
Henning borið seg undan.
Fróði Benjaminsen hevur
verið fastur maður á mið-
vøllinum í ár, men hann er
ikki við í Slovenia, tí hann
er leikbannaður.
Enn er einki frætt um,
hvussu liðið fer at síggja út
leygardagin. Tað fara teir,
sum umboða blaðið í
Slovenia, ivaleyst at meta
um í leygardagsblaðnum.
Men – sum vit akkurát hava
sæð – tað verður eitt heilt
øðrvísi mannað lið, sum fer
á vøllin, enn tann mann-
ingin var, sum 3. september
í fjør syrgdi fyri einari av
mest minnisríku løtunum
saman við landsliðnum.
Helmingurin av liðnum
verður skiftur út
Fyrri dysturin um
eitt pláss í 1. deild
verður sunnudagin
á Sandi
Um Skála fyri fyrstu
ferð skal vinna rættin at
luttaka í fremstu fót-
bóltsdeildini, ella um
sandoyingar framvegis
skulu eiga sessin, verður
avgjørt tvey tey komandi
vikuskiftini.
Fyrri dysturin verður á
Sandi nú sunnudagin.
Hann verður spældur
klokkan 15, og tað
verður Petur Skarðenni,
sum skal halda skil á.
Talan er um dómaran,
sum inntil fyri stuttum
nevndist Petur Hansen.
Nú hevur hann gift seg
til eftirnavnið Skarð-
enni.
Vit hava skilt, at
sandoyingar høvdu vilj-
að havt dystin fram-
skundaðan til leygar-
dagin, men tað hava teir
á Skála ikki verið so
hugaðir fyri. Tá bæði
liðini ikki eru samd um
at flyta ein av FSF
ásettan dyst, so verður
hann spældur uppruna-
liga ásettu tíðina.
Annað vikuskifti skal
B71 inn á Skála at
spæla.
jh
Skála fyrst til Sands
Øssur Hansen, sum nú leikar
við B93, hevur verið á lands-
liðnum síðani 1990
Uni Arge er ein av
leikarunum, sum ikki longur
er at síggja á landsliðnum
C
M
Y
K
18