Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 55 - 19. mars 2009 Tá foreldur fara sund­ ur, gift sum ógift, verður sum oftast bert ein tapari – tað ein staka barnið. Har aftur at stendur pápin nógv veikari mót veg is lógini, og fær mamman í 9 av 10 førum foreldra­ myndug leikan PáParættindi Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í gjár segði Jørgen Lorent­ zen við Sosialin, at síðan pápa r evolutiónin, sum seinas tu tvey ártíggjuni hevur skapt eitt heilt nýtt emo tionelt tilknýti millum pápan og børnini, er farin fram, so er trupulleikin við for eldra myndugleika vaks­ in, tá familjurnar verða sundur skildar. Frambrotini í pápa rætt­ ind um hava sostatt skapt eitt nýtt sosialt paradoks, sum til tíðir kann verða sera trupult at hava við at gera, nevni liga at pápin byrjar at gera meir og meir krav um samveru við børnunum. ­ Og tað vísir seg sum at tað altíð er barnið, sum er stóri taparin í slíkum førum, sigur Jørgen Lorentzen. Gloyma barnið Í Føroyum er tað Ríkis um­ b oðið, ið tekur sær av flestu sakum, har samvera millum foreldur skal ásetast, tá for­ eldri ni ikki kunnu einast. Har hava tey eisini tikið hetta til eftirtektar, og sett ein, sum er kønur í barna­ málum. Tá pør skiljast, er tað ofta ein ógvuliga tung og hørð pr osess, har nógv klandur um børnini kann fylla stóran part av tí. Tá er tað, at Ríkisumboðið kemur inn í málið, og má mekla millum foreldrini. ­ Síðan tann køni í barna­ málum fór til verka, so er talið av málum, sum enda á okkara borði umaftur og um aftur minkað munandi. Tað, sum møguliga er or søkin til hetta er, at flestu foreld ur hava lyndi til at gloyma barnið í stríðnum teirra millum, sigur Lene Moyel Johansen, ið er jurist ur og málsviðgeri hjá Ríkis um b oðnum. Mamman stendur sterkast Tann 1. apríl kom nýggj lóg í gildi í Føroyum, ið hevði fleiri batar við sær á øki­ num. Men samstundis sum henda lógin kom í gildi í Føroyum, fór hon úr gildi í Dan mark, eftir at hava ver­ ið virkin har í yvir 10 ár. Sostatt settu føroyinga eina í nútíðarhøpi sera kon­ servativa lóg um for eldra­ rætt í gildi. Tað heldur John Johannesen, í øllum førum. ­ Nýggja lógin staðfestir ikki veruliga nakran rætt. Her hava børn fyrst og fremst rætt til mammuna og so bara møguliga til páp an eisini. Børnini og pápar nir eru harvið fyri løg frøð iligum, menniskj­ ans ligum og kensluligum óræt ti, sigur John Jo hanne­ sen í viðmerkingunum í skriv ligum fyrispurningi til Anniku Olsen, lands stýris­ kvinnu á økinum. ­ Ynskir annað av for­ eldrun um í eini kon flikt­ støðu at ógilda felags for­ eldra myndugleikan, kann við komandi fara í rættin og fáa hetta gjørt. Hóast rættur­ in metir, at bæði eru egnað sum foreldur, skal rætturin skera ígjøgnum og geva antin mammuni ella pápa­ num allan for eldra myndug­ leikan. Sambært hagtølum vinna mammurnar í 88 pro­ sentum av tílíkum rættar­ málum. Og so er aftur líka vítt sum sítt við javnstøðuni og við rættindunum hjá barni num og pápanum, sigur John Johannesen. Sostatt stendur mamman nógv sterkast yvirfyri lóg­ ini, og í 9 av 10 førum vinn ur hon rættin, tá bæði for eldur eru líka egnað. Um so orðatakið »Fátt er sum faðir, einki sum móðir« er galdandi, er ilt at gita um. Børnini eru altíð taparin Tíðindamenn handtiknir í Norðurkorea Norðurkoreanskir vaktarmenn tóku fyrradagin tveir amerikanskar tíðindamenn, sum sambært norðurkoreonsku myndugleikunum vóru komnir um markið at taka sjónvarpsmyndir. Menninir arbeiða hjá sjónvarpsstøðini Current TV, sum heldur til í Kalifornia. Tíðindini um handtøkuna eru eitt sindur ymisk. Suðurkoreanska sjónvarpið sigur, at teir báðir tíðindamenninir vóru í kinesiskum øki, men at teir norðurkoreonsku vaktarmenninir fóru um markið eftir teimum. Útlendsk tíðindafólk skulu hava serligt loyvi fyri at sleppa til Norðurkorea, og tey eru undir uppsýni alla tíðina, skrivar AFP. Roktúr í illveðri Íslendski ísfiskatrolarin "Sturlaugur H. Böðvarsson", kom gjáranmorgunin á Reykjavík við 240.000 pundum, sum teir høvdu fiskað eftir fimm døgum. Av hesum vóru umleið 80 tons av kongafiski, og tað mesta av hinum var toskur, skrivar Morgunblaðið. Gunnar Einarsson, skipari, sigur við heimasíðuna hjá reiðarínum Grandi HF, at hann er sera væl nøgdur við fiskaríið, serliga tá hugsað verður um, at tað var illveður allan túrin, og at teir tað ofta var ivasamt, um teir yvirhøvur kundu koyra trolið út. Barnið er altíð stóri taparin, tá foreldur ikki kunnu semjast. - Hetta er sum oftast orsakað av at foreldur í opnum stríði hava lyndi til at gloyma, hvat er gott fyri barnið, sigur Lene Moyel Johansen, málsviðgeri og juristur hjá Ríkisumboðnum Tá foreldur kunnu semjast við at avtala sam verurættin sína­ millum er tað altíð gott. – Men hesar avtalur er líka nógv gald a ndi millum tvey for eldur, sum var hon gjørd umvegis Ríkis­ umboðið, sigur Lene Moyel Johansen PáParættur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tapir tú foreldrarættin yvir einum barni, so hevur tú ikki eisini tapt rættin til sam veru við barnið. Hesi eru greiðu boðini frá Ríkis umboðnum til pápar – og mammur – ið hava tapt foreldra rættin yvir barni num. ­ Barnið hevur altíð rætt til samveru við bæði for eldur, og tað skal virðast. Er ósemja, kunnu tey venda sær til Ríkisumboðið. Tað sigur Lene Moyel Johansen, ið er juristur og málsviðgeri hjá Ríkisumboðnum. ­ Hinvegin, hevur tú full an myndugleika yvir barni num, so bestemmar tú also ikki 100 prosent hvussu nógv pápin sær barnið. Sam vera hevur í veru leika num einki við foreldra myndug leika at gera, stað fest ir Lene Moyel Johan sen. Ein avtala er altíð ein av tala Eitt, sum nógv ikki eftir øllum at døma ikki vita um, er virðið á eini avtalu mill um tvey foreldur. ­ Ein avtala er líka nógv gald andi og líka nógv verd, um hon er gjørd millum tvey foreldur sínamillum, ella um hon er gjørd millum for­ eldrini umvegis Ríkis um­ boðið. Har er eingin mun ur, sigur Lene Moyel Johan s en úr Ríkis umboðnum. Ein avtala er altíð ein avtala - Hevur tú fullan myndugleika yvir barninum, so bestemmar tú also ikki 100 prosent hvussu nógv pápin sær barnið. Samvera hevur í veruleikanum einki við foreldramyndugleika at gera, staðfestir Lene Moyel Johansen, (th)