hósdagur 19. mars 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 55 - 19. mars 2009
Í morgun staðfesti
Landsrætturin
dómin hjá Føroya
Rætti í málinum um
línuskipið Jógvan
S. Kravið móti
Fiskimálaráðnum
var upp á stívliga 8
miljónir krónur, men
einasta, sum felagið í
Klaksvík fekk burtur
úr í Landsrættinum,
var, at Sp/f Nakkur
nú noyðist at gjalda
Fiskimálaráðnum
sakarmálskostnaðin á
125.000 krónur
Dómur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Dómur er nú fallin í Lands
rættinum í málinum um
nógv umrødda línuskipið
Jógv an S, sum Sp/f Nakkur
í Klaksvík átti. Tað var
reiðaríið, ið hevði kært
dóm in, sum fall í Føroya
Rætti hin 4. juli í 2006, til
Landsrættin.
Partarnir
í
málinum eru Sp/f Nakkur
og Fiskimálaráðið.
Dómur í Føroya Rætti
hev ur áður veitt reiðarínum
eitt endurgjald upp á umleið
2,6 miljónir krónur við
rentum fyri mist veiðirætt
indi, tá táverandi fiski mála
ráðharrin, Jacob Vester
gaard, eftir politiskum trýsti
gjørdi av at taka rættindini
frá skipinum.
Sp/f Nakkur var ikki nøgt
við hendan dómin, sum fe
lagið tískil kærdi til Lands
rættin. Kravið hjá felag num
var, at Fiski mála ráðið verð
ur dømt at gjalda stívliga 8
miljónir krónur í endurgjaldi
fyri mist rætt indi.
Kravið upp á hesar 8
miljónir krónurnar bygdi
Sp/f Nakkur á 800.000
krón ur um árið fram til ár
2018, tá Fiskimálaráðið
sam bært lógini um vinnu
ligan fiskiskap kann inn
draga veiðirættindi.
Eykarokning
Í dóminum, sum fall í
morg un, vil Landsrætturin
ikki geva reiðarínum í
Klaks vík
viðhald,
men
stað festir hinvegin dómin í
Føroya Rætti.
Haraftrat
verður
Sp/f
Nakk ur dømt at gjalda sak
ar málskostnaðin til Fiski
málaráðið, sum er upp á
125.000 krónur. Hesin pen
ingur skal gjaldast innan 14
dagar eftir, at dómurin er
feldur.
Í sínum grundgevingum
vísir Landsrætturin til dóm
in í Føroya Rætti, har sagt
verður, at reiðaríið seldi
skip og veiðirættindi fyri
ein prís, sum var eitt vet
hægri enn virðið á skipin
um.
Landsrætturin metir, at
reiðaríið við søluni av skipi
og rættindum hevur fingið
dekkað virðið av fiskirætt
indum og framtíðar fiski
veiðimøguleikum.
Appellanten har således
ikke lidt nogen tab på denne
erstatningspost,
sigur
Lands rætturin
í
sínum
grund gevingum.
Tað var Jógvan Páll Lass
en, advokatur, sum um boð
aði Sp/f Nakk og Eyðfinnur
Jacobsen, advo katur, sum
umboðaði Fiski málaráðið.
Tjóðveldi floksting í Skálavík um vikuskiftið
Um vikuskiftið heldur Tjóðveldi floksting í Skálavík. Flokstingið er evsta vald floksins og harvið árligi
fundurin, har tjóðveldisfólk taka samanum og seta út í kortið av nýggjum samsvarandi hugsjónum floksins.
Fríggjakvøldið verður skipanarparturin avgreiddur, har m. a. starvsnevnd skal veljast, og leygardagin byrjar
politiska orðaskiftið við formansfrágreiðingini. Í árinum síðani seinasta floksting norðuri við Gjógv, hevur
ókyrra verið í politisku skipanini og fíggjar og búskaparstøðan í heiminum og í Føroyum átti at verið orsøk til
gevandi kjak og strategiskar hugsanir um, hvussu vit fóta okkum á øllum mótum, skrivar flokkurin í
tíðndaskrivi. Tjóðveldi hevur heitt á fýra fólk, um at leggja fyri í kjakinum á fýra viðkomandi samfelagsøkjum.
Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, Niels Christian Nolsøe,
stjóri á Elektron og Petur Pólsson, lærari, yrkjari og tónleikari fara at siga sínar hugsanir um búskap, tilfeingi,
umhvørvi og mentan. Samanumtøkan burturúr kjakinum er yvirlýsing floksins um leiðina fram. Leygarkvøldið
verður ársveitsla í bygdarhúsinum í Skálavík.
Sp/f Nakkur tapti
Jógvan S málið
í Landsrættinum
- Eg kenni einki til,
at vit eru partur av
nakrari endurreisn
av Kósini í Klaksvík,
sigur Meinhard
Jacobsen, stjóri í
Faroe Seafood
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyrr í vikuni gjørdi Skifti
rætturin eftir áheitan frá
Christiani
Andreassen,
ad vokati, av at leingja
gjaldssteðgin, sum felagið,
ið eigur fiskavirkið á
Kósini í Klaksvík, hevur
verið í síðan seint í 2008.
Leingi hevur verið ar
beitt við ymiskum loysn
um fyri at endurreisa virk
semið á hesum stóra og
týdningarmikla
arbeiðs
plássi í Klaksvík, men enn
er
almenningurin
ikki
vorðin kunnaður um nakra
ítøkiliga endur reising ar
ætlan.
Ymiskar gitingar hava
verið frammi um, hvør
møgu liga
fór
at
seta
pening í – ella fór at keypa
– Kósavirkið, og í hesum
sambandi
hevur
Faroe
Seafood verið nevnt.
Meinhard
Jacobsen,
stjóri í Faroe Seafood,
vísir kortini aftur, at sam
ráðingar hava verið mill
um Faroe Seafood og tey,
sum standa aftanfyri Kós
ina í Klaksvík.
Nei, eg kenni einki til,
at okkara felag hevur verið
í nøkrum samráðingum
um nakað.
Stjórin í Faroe Seafood
sigur, at tað einasta, hann
veit um Kósina, er tað,
sum fjølmiðlarnir hava
bor ið um gjaldssteðgin,
sum nú er longdur í
tríggjar mánaðir.
Vit hava nóg mikið at
dragast við sjálvir og hava
sum er ongar ætlanir um
at keypa fiskavirkið á
Kós ini í Klaksvík, sigur
Mein hard Jacobsen.
- Vit hava nóg mikið at
dragast sjálvi og hava
ongar ætlanir um at keypa
fiskavirkið á Kósini, sigur
stjórin í Faroe Seafood,
Meinhard Jacobsen
Faroe Seafood:
Keypir ikki
Kósavirkið
Jógvan Lützen, sum var reiðari á Jógvani S og hansara menn, fóru tómhentir heimaftur úr
Landsrættinum. Tað er greitt, nú dómur er feldur í morgun. Eftir stendur, at Sp/f Nakkur noyðist
at rinda Fiskimálaráðnum sakarmálskostnaðin á 125.000 krónur
Mynd: Jens Kr. Vang