Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 55 - 19. mars 2009 Íslendska stjórnin hev­ur fingið norsk- fronska av­hoyringar- dómaran, Ev­u Joly, at standa á odda fyri kanningum um fíggjarsv­ik í Íslandi undan skrædlinum í íslendska búskapinum FÍGGJARSVIK Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eftir skrædlið í íslendska bú­skapinum skyldar hvør einasti íslendingur, frá ný­føðingi til olding, nú­ 2,2 milliónir krónur í statsskuld. Samstundis ganga áhaldandi søgur um, at tað eydnaðist nøkrum persónum at tøma landið fyri reiðan pening beint undan skrædlinum, samstundis sum trygging­ arsvikið er umfatandi. Nú­ hevur íslendski løg­ málaráðharrin, Ragna Árna­ dóttir, so heitt á altjóða við­ urkenda avhoyringardómar­ an, norsk­fronsku Evu Joly, um at standa á odda fyri kanningunum um fíggjars­ vik í Íslandi. Onkur skal standa til svars fyri skrædlinum, og kanningin er ú­rslitið at ein­ um fólkakravi um, at greiða illgrunarnar ú­t. Í íslendskum sjónvarpi segði Eva Joly, at íslendska fólkið stendur í somu støðu sum borgararnir í Angola, eftir at mutursú­rgaða stjórn­ in har var stungin av við landskassanum. Eva Joly hldur, at tað er nóg mikið at tríva í. Enn er nakað tíðliga at meta um, hvussu umfatandi trupulleikarnir eru, men bara tað, at áhaldandi ill­ gruni um mutur er millum manna, sum upptekur miðl­ arnar nógv, er grundarlag fyri gjølligum kanningum, sigur Eva Joly við Berlinske Tidende. Sum kanningardómari førdi Eva Joly sakir í Frak­ landi móti Crédit Lyonnaise og eini røð av øðrum bank­ um. Og dómarin ætlar sær harðliga til verka. Tað er ein stór misskiljing at bíða við einari slíkari kann­ ing, til málið er gjørt til eina sak. Tað er neyðugt at fara í gongd orsakað av illgrunan­ um eina, og alt skal takast við, heilt frá kanningum av roknskapum til hú­sarann­ sóknir, sigur Eva Joly. Við Morgunblaðið sigur Joly, at størri dentur skuldi verið lagdur á hendan háttin av kriminaliteti, og at tær kanningar, sum higartil eru gjørdar, bert eru lótir. Og at hon metir støðuna saman við Angola, sum er eitt hitt mest muturrakta landið í heiminum vísir, hvussu álvarslig støðan er, skrivar danska blaðið Børsen. Joly skal kanna fíggjarsvik Eva Joly skal nú kanna illgrunarnar um fíggjarsvik í Íslandi Kuba skal lata fangar leysar Í hesum døgum eru seks ár, síðani myndugleikarnir í Kuba handtóku 75 politiskar andstøðingar og settu teir í fongsul. Nú­ krevur USA, at landið skal lata allar politiskar fangar leysar alt fyri eitt. Tað stendur í einari fráboðan, sum amerikanska uttanríkisráðið hevur almannakunn­ gjørt í sambandi við seks ára dagin fyri handtøkunum. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum, Robert Wood, sigur, at USA vil hava kubansku myndugleikarnar at sleppa øllum politiskum fangum leysum og at bøta um mannarættindini í landinum. Herfyri ljóðaði, at mannarættindini eru versnað í Kuba, síðani Raú­l Castro tók við sum forseti eftir bróðurin Fidel Castro. Avstralia á veg í kreppu Westpac, sum er tann størsti bankin í Avstralia, sigur í ein­ ari ný­ggjari greining, at landið er á veg inn í eina bú­skapar­ kreppu. Matthew Hassan, sum er hagfrøðingur hjá West­ pac, sigur við Reuters, at afturgongdin í avstralska bú­skap­ inum teir báðar seinastu mánaðirnar er tann størsta í 49 ár. Hagfrøðingurin sigur, at kreppan hevði ivaleyst verið upp­ aftur verri, um rentan ikki var lækkað so nógv, og um stjórnin ikki hevði latið 50 milliardir dollarar ú­t í fíggjar­ kervið. Í seinasta ársfjórðingi í fjør hevði Avstralia negativ­ an bú­skaparvøkstur, og tað var fyrstu ferð í átta ár, skrivar Reuters. Eftir 30 ár í starv­i hjá Tórshav­nar kommunu hev­ur Jens Marius Poulsen nú biðið um at v­erið loystur úr starv­i sum býarstjóri. Hann gev­st, tá hann fer í summarfrí í summar LÍVSSTARV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Sjálvandi hevur tað verið ein tung avgerð. Tað er altíð trupult at gevast, tá tú­ hevur verið so leingi í einum starvi, men eg haldi, at hetta hevur verið ein góð avgerð. Tað sigur Jens Marius Poulsen, bý­arstjóri í Tórs­ havnar kommunu. ­ Nú­ verði eg 67 ár í juni mánað, og eg havi verið 30 ár á bý­ráðnum, og tá haldi eg, at mín leiklutur er ú­tspældur her, sigur Jens Marius Poulsen. Hetta er ein avgerð, sum bý­arstjórin hevur hugsað um leingi. ­ Eg havi tosað við borgar­ stjóran um hetta longu fyri einum ári síðani og fyri­ reikað hann upp á, at eg fór at leggja frá mær, so tað hev­ ur hann vitað í eitt ár minst, sigur Jens Marius Poulsen. Hendan tilgongdin, sum hevur varað eitt ár – og sum hevur umfatað at siga for­ manssessin í valstý­rinum frá sær – hevur verið so long, fyri at ný­ggj fólk kunnu serast inn í arbeiðið. ­ Tað fer sjálvandi at bera til at heita á meg um góð ráð, skuldi verið brú­ki fyri tí, men tað sær ú­t til, at ungu fólkini hava tikið væl við mannagongdunum longu, sigur Jens Marius Poulsen. Tað fer sjálvandi at verða ein rættiliga kollvelting frá at hava havt 12 tíma arbeiðs­ dagar til einki at gera, men bý­arstjórin hevur fleiri frí­ tíðaráhugar, sum fara at fylla nakað at tómrú­minum ú­t. ­ Eg havi bát, sum nógvir aðrir havnarmenn, og eg havi eisini verið eitt sindur við Westward Ho. Hevði ta gleði at verða við henni tver tú­rar í fjør, og eg hjálpi eisini til við at rigga hana til. Nakað av jørð havi eg eisini og ein urtagarð, so tað man fara at fylla meginpartin av degnum, sigur Jens Marius Poulsen. Snarskivan Bý­arstjórin sigur, at fólk, sum vilja gera nakað, ong­ antíð keða seg, og tað rokn­ ar hann heldur ikki við, at hann fer at gera. ­ Leggur man seg heima á sofuni, so rotnar man, sigur Jens Marius Poulsen. Sjálvandi eru nógvar broyt­ ingar farnar fram í hesi 30 árini, bý­arstjórin hevur starv­ ast hjá kommununi, men skal hann taka nøkur einstøk øki fram, so vil tað verða KT og Snarskivan. ­ Tá eg byrjaði hjá bý­ráðnum, var KT rættilgia ný­tt, men eg hevði so verið so heppin, at eg hevði arbeitt við tí framman undan. Eg minnist, at fólk valfartaði inn her at vita, hvussu arbeitt bleiv við tekstviðgerð. Men tað størsta, eg havi gjørt, er Snarskivan. Eg sá beinanveg­ in, at vit høvdu einar tíggju ymsar avgreiðslur, og man sendi fólk meiri ella minni apríl við at senda tey frá einum staði til tað næsta. Tí varð Snarskivan sett á stovn, og tað haldi eg fólk eru glað fyri, bæði her á bý­ráðnum og borgararnir, sigur Jens Marius Poulsen. Nú­ kann bý­arstjórin so hyggja aftur á eitt langt tíð­ arskeið í bý­ráðnum og njóta sítt otium. ­ Ja, eg má siga, at eg havi verið ógvuliga glaður fyri at hava verið her. Nógv fólk siga, at eg havi verið ein provokatørur, men eg havi ikki verið bangin fyri at bróta upp ú­r ný­ggjum. Onkur skal gera tað, og eg eri glaður fyri at síggja, at nógv av tí, eg havi gjørt, ber frukt. Tað er tað, eg kann vera mest glaður um, at hava latið nakað gott eftir mær. Eg vil ynskja øllum tað besta, bæði starvsfólki, politikarum og fólki, sum her bý­r, sigur Jens Marius Poulsen, bý­arstjóri. Jens Marius Poulsen hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 30 ár. Tá hann fer í summarfrí í summar, kemur hann ikki aftur til arbeiðis, men verður pensjóneraður – um býráðið altso gongur umsókn hansara á møti í kvøld. Og tað má roknast við Mynd: Jens Kristian Vang Ein býarmynd hvørvur