hósdagur 19. mars 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 55 - 19. mars 2009
Her skal umrøðast ein heilt
ókendur Djurhuus úr Áar
stovu. Nevniliga Jens
Christian Marius. Orsøkin
til, at hansara minni kortini
livir, er hansara gravsteinur
beint við inngongdina til
gamla kirkjugarð. Foreldr
ini hjá honum vóru Juliane
Malena f. Ole Jacobsdatter,
ættað úr Hósvík og Hans
Andreas Djurhuus, sum var
ættaður úr Kollafirði, son
ur Sjóvarbóndan Jens
Christian Djurhuus. Hann
búsettist í Áarstovu
Tað lítla, sum framman
undan er vitað um Jens
Christian, uppkallaður eftir
abbanum, er, at hann fór
ungur út at sigla. Hann
kom heim á ellisárum, men
doyði stutt eftir. Hann var
róptur Amerikafararin, og
hann mintist, at táið hann
var óviti, bar til at borð
reiða við silvuri fyri 24
fólkum á Sjóvargarði.
Nú ber so til at siga eitt
sindur meira frá hansara
lívi. Hann er farin av landi
num 26 ára gamal og er tá
farin út í heim at sigla. Eft
ir at hava siglt í nógv ár
búsettist hann í Cleveland í
statinum Ohio í USA, har
hann fekk arbeiði sum
brúgvavaktarmaður. Cleve
land liggur við tað stóra
Erievatnið norðantil í stat
unum. Býurin liggur við
munnan á Cuyahogaánni,
har brúgv var um.
Jens Christian fekk sær
hús og giftist 27. november
1895 við Mary Smith, sum
var fødd í Írlandi í 1851. Í
USA hevur hann skrivað
seg Thomas og hevur verið
kallaður Tom.
Tey hava verið so mikið
tilkomin, tá tey giftust, at
tey fingu ikki børn. Sjálvur
fortaldi hann, at hann átti
børn, men tey hevur hann
so ikki havt samband við.
Hann hevur tó havt sam
band við systir ella bróð
urbørn hjá konuni.
Heim aftur til Føroya
Mary doyr í 1917, og í
september 1919 kemur
Jens Christian til Føroyar.
Tað var eitt sindur ógreitt,
um hann ætlaði sær avstað
aftur, men tað fór hann so
ikki. Hann býr fyrstu tíðina
á Hotel Djurhuus. Verturin
her var tá Anna Cathrina,
einkjan eftir bróðursonin
Christan Edvard Djurhuus,
beiggja Hans Andreas,
Janus og Poul Juel.
Seinni fer hann til bróð
ursonin Hans Andreas
Djurhuus at búgva. Hann
tykist at vera viknaður
nokk so skjótt. Hann fær
vitjan av lækna, kostnaður
er kr. 4, og hann fær resept
uppá heilivág. Tann 10.
mars skrivar Jens Christian
testamenti “med paaholden
pen.” Tað vísir seg, at hann
eigur heilt fitt av pening
ini, nevniliga góðar kr.
11.000, sum hevði verið
milliónir í dag. Smærri upp
hæddir fara til næstringar,
meðan Hans Andreas og
fyrra kona hansara Jutta
skuldu arva meginpartin.
Tey skuldu afturfyri taka
sær av honum á hansara
gomlu døgum. Tey skulu
eisini “fly mig til Jorde og
sætte en sten paa min
Grav.” Tað hava tey so
eisini gjørt. Ervið hjá hon
um var hildið á Hotel Djur
huus. Her var hampiliga
nógv gjørt burtur úr. Tað
kostaði kr. 200, sum var
fitt av peningi tá.
Jens Christian hevur eis
ini átt fitt av ognarlutum,
sum hann má hava havt við
sær úr USA.
Hann átti ikki færri enn
fýra klædningar og ein rúgva
av øðrum klæðum. Dýrasti
ognarlutur var eitt lummaur,
virðismett til kr. 100.
Brøv úr Amerika
Tað ber til at fáa eina hyll
ing av hansara umstøðum í
USA í tveimum brøvum,
sum Jens Christian hevur
fingið. Eitt er frá Elmer
Cassidy, sum er sonur til
beiggja ella systir Mary,
konu Jens Christian.
Her sæst, at Jens Christi
an hevur skrivað honum
bræv dagfest 24. januar
1920, og hetta er eitt svar.
Hann svarar millum annað:
“Vit eru sera glað at vita,
at tú í øllum góðum er kom
in heim til tíni skyldfólk.
Vit hava havt kaldasta
vetur í 40 ár, og hann tykist
ikki at fáa ein enda. Pápi
var fegin at frætta, at tú er
komin heim til títt fólk.
Stálverkfallið, sum var tá
ið tú fór, er beint endað og
fólk eru farin aftur til ar
beiðis. Harry L. Davis er
afturvaldur sum borgmeist
ari, og nú umhugsar hann
at stilla upp sum guver
nørur í Ohio. (Tað gjørdi
hann eisini og varð valdur).
Eg visti, at tú fór ikki at
koma aftur til USA, nú tú
er komin heim til títt fólk.
Skriva skjótt, um tú kort
ini hevur hug til at koma
aftur higar. Eg rokni við at
vit kunna geva tær eitt
heim, um tú kemur. Eg ætli
mær at keypa eini hús til
várs, um pápi vil hjálpa
mær við eitt sindur av
peningi.”
Hitt brævið er skrivað
16. november 1919.
Her verður millum annað
sagt:
“Eg havi fingið bæði
brøvini frá tær. Eg eri fegin
um, at tú er framkomin í
øllum góðum eftir eina
langa ferð.
Eg biði teg orsaka, at eg
ikki havi skrivað fyrr. Men
tú veit, at eg eri ein vána
ligur brævskrivari.
Allir dreingirnir á brúnni
hava tað gott. Eg fortaldi
teimum, at tú spurdi eftir
teimum, og teir bóðu meg
senda tær teirra bestu
heilsanir.
Vit hava havt borgmeist
araval og Davis er aftur
valdur við størsta meiri
luta, sum ein borgmeistari
hevur havt í hesum býi.
Vit fáa frí ein dag um vik
una. Hetta er fínt. Eg vóni,
at tú næstu ferð skrivar um
ferðina heim, og at tú send
ir mær nakrar fotomyndir
frá tínum heimbýi. Vit hava
havt eina nýggja fólkaat
kvøðu um “the wet and
dry” uppskot, og “teir
turru” vunnu aftur. (Hetta
kann hava samband við rús
drekkalóggávuna, har USA
varð “turrlagt” í 1920.)
Tú segði mær ikki, um tú
hevði nakrar trupulleikar við
passinum á ferðini heim.
Eg haldi ikki, at eg havi
meira at greiða frá. Eg
gevist og vóni at frætta frá
tær skjótt.
Fyri ævir tín vinur
John Brennan.”
Brennan var “skipari á
brúnni”, har Jens Christian
arbeiddi. Hetta sigur nakað
um, at Jens Christian hevur
havt góð viðurskifti bæði
við sína verfamiliu og sínar
arbeiðsfelagar. Jens Christ
ian hevði annars farloyvi
frá arbeiðinum á brúnni og
søkti um at fáa arbeiðið
aftur. Men hann doyði stutt
eftir.
Hanus Kamban heldur,
at hesin heimvendi pápa
beiggin samam við hinum
beiggjanum Hans Andreas
á Vertshúsinum, sum eisini
hevði siglt nógv úti í heim,
kann hava verið íblástur til
sangirnar um sjómannin
Kristin Háberg, sum Hans
Andreas Djurhuus skrivaði
stutt eftir, at Jens Christian
var deyður.
Tær fyrstu Kristin
Hábergvísurnar komu á
prent í 1922 og 1923. Tær
seinastu vóru í bókini
Sjómannsrímur, sum kom
út í 1925. Seinni eru tær
komnar út á bandi.
Amerikafararin:
Tann gloymdi Djurhuus
Henda frásøgn er um Jens Christian Djurhuus, sum er jarðaður beint innan fyri
høvuðsportrið í gamla kirkjugarðinun. Millum brøður hansara vóru Óla Jákup,
abbi Hákun Djurhuus, Hans Andreas á Vertshúsinum og Christian Djurhuus,
abbi løgmannin við sama navni
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Komandi partur
Í komandi parti verður
greitt frá um fleiri av
Argeættini, m.a. Niels
Juel Arge, sum doyði
21 ára gamal
JENS CHRISTIAN
MARIUS DJURHUSS
F. 5 JANUAR 1840
D. 1. APRÍL 1920
FERÐAMAÐUR
HEIMAMAÐUR
Hetta er ein gomul brúgv í Cleveland. Tað kann gott hava verið her, at Jens Christian var
vaktarmaður
Tað mundi ikki vera vanligt at brøv komu úr Amerika í
1920. Men hetta brævið fekk Jens Christian í 1920
Tað finst vist eingin
mynd av Jens Christian.
Men bróðursonurin
Hans Andrias Djurhuus
tók sær av heimkomna
amerikafararanum