hósdagur 19. mars 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 19. mars 2009
13
- Nú nærdemokrati einki
hevur at siga, er eingin
meining í at varðveita
kommunuskipanina
At vit hava havt – og part
víst hava enn – eitt stórt tal
av kommunum, er ikki av
tilvild. Tað var gott latín
gjøgnum mong ár, at tess
nærri myndugleikin lá hjá
borgarunum, tess størri
ávirkan hevði hvør einstak
ur borgari at mynda sítt nær
umhvørvi. Hetta var tað vit
kallaðu nærdemokrati.
So komu nýggjar tíðir,
og við teimum ein mun
andi broyttur hugburður.
Kommunusamanlegging
var loysnin á nærum øllum
trupulleikum. Tess færri
kommunur, tess betri. Sein
asta vit frætta í so máta er,
at borgarstjórin í Skopun
heldur best vera, at Sand
oyggin leggur saman við
Havnini. Hetta fyri at ger
ast partur í eini størri heild.
Ein av størstu orsøkun
um til at landsins myndug
leikar vilja hava færri og
størri kommunalar eindir
er, at tá ber betri til at
leggja ymisk øki út á
kommunurnar at umsita,
og tað hevur eisini verið
gjørt í ein ávísan mun.
Hinvegin vildu almennu
Føroyar hava eitt ávíst eftir
lit, soleiðis at somu møgu
leikar vóru fyri allar borg
arar, hvar í landinum teir
búgva.
Uttan mun til hvussu
kommunalu eindirnar
verða skipaðar, fer altíð at
vera munur á inntøkugrund
arlagnum hjá teimum
ymisku kommunalu eind
unum. Meginparturin av
almennu fyrisitingin er í
miðstaðarøkinum, sum
harvið hevur tað tryggasta
inntøkugrundarlagið. Eis
ini er ymiskt hvussu er við
býtinum millum fólk í løn
andi vinnu og teimum, sum
fáa almennar veitingar, og
harvið er kostnaðarstøði
eisini misjavnt. Fyri at viga
upp móti tílikum ójavnum,
verður tosað um eina
útlíkningarskipan millum
kommunur.
Um tað nú veruliga er
so, at besta loysnin er so
fáar kommunur sum gjør
ligt, so má tað eisini
merkja, at vit eru farin frá
hugtakinum um nærdemo
krati, og tí er spurningurin
um allar besta loysnin ikki
er: Eingin kommuna.
Fyrimunirnir høvdu
verið fleiri:
Vit sleppa undan tveimum
løgum av umsitingum,
lands og kommunalum.
Vit sleppa undan spurn
inginum um ríkar og fátæk
ar kommunur.
Vit sleppa undan spurn
inginum um útlíkning.
Vit sleppa undan stríðn
um um uppgávu og valds
býti millum land og komm
unur. (Hvussu hevur eldra
økið ikki verið eitt stríðs
mál millum land og
kommunur?)
Allir borgarar verða eins
fyri, uttan mun til hvussu
kommunan er fyri
fíggjarliga.
Kanska fáa vit eisini
tann vinning, at samlaða
fyrisitingarliga orkan av
hesum landi kundi verið
nýtt betri, soleiðis at færri
verða at klippa hvørjum
øðrum, og gera størri
samfelagsliga nyttu á
øðrum økjum.
Havandi í huga teir góðu
samskiftismøguleikar, eins
og væl útbygda infrakervi
vit hava í dag, hevði einki
forða fyri at nýggja lands
umsitingin varð skipað
kring landið alt, sum eisini
hevði verið heilt natúrligt.
At varðveita eina skipan,
sum fyrst og fremst byggir
á nærdemokrati, sum í dag
ikki sýnist at hava nakran
týdning, gevur onga mein
ing. Tí eigur stigið at hava
so fáar kommunur sum
gjørligt at takast fult út.
Ongar kommunur.
Tíðin farin frá kommununum
Tórfinn SmiTh
Vit hava í dag eina virk
andi felags foreldra lóg
sum enn ikki er nøktandi.
Eg havi í longri tíð bíðað
eftir svar frá okkara góðu
monnum í Tinganesi.
Hvørki Høgni Hoydal
ella Kaj Leo Johannesen
ynskja at svara mínum
brævi. Fyrsta brævið, eg
sendi til Høgna, var tann 1.
juli 2008, tá hann var lands
stýrismaður í uttanríkis
málum.
Í einum svari eg fekk frá
Anders Fogh Rasmussen
við fyrispurningi um ta
nýggju foreldralógina, sum
kom í gildi her í Føroyum
tann 01.04.2007 var onki
til hindurs fyri at (forældre
ansvarsloven) eisini kundi
virka í Føroyum. Men hett
ar fingu føroyskir politikar
ar sett stopp fyri, tíanverri.
Tá (foreldremyndighed
og samvær) kom í gildi í
Føroyum, vóru tað nógv
sum hildu, at tað fór at
blíva tann sama lógin, sum
skuldi virka í øllum ríkin
um. Men so var ikki. Vit
fingu í staðin eina lóg, sum
ikki kundi brúkast í
Danmark.
Eg tosaði einaferð við
Finn Helmsdal, sála, sum
tá hevði málið um hendi
fyri at hoyra, hvat henda
lógin gekk út upp á, og hví
vit skuldu sita eftir við
einari lóg, sum ikki var
góð nokk í Danmark. Hann
segði, at tað var onki sum
politikararnir í Føroyum
kundu gera nakað við. Hett
ar var ein lóg, sum varð
trýst yvir høvdið á okkum,
og har var onki at gera.
Men nú havi eg fingið
tað váttað í brævi frá
Anders Fogh Rasmussen,
svart upp á hvítt, at hettar
er ikki í trá við tað, sum
Finnur Helmsdal segði. Í
brævinum frá Anders
stendur millum annað:
»Som sagt så er forældre
ansvarsloven nu gennem
ført i Danmark, og hvis der
fra hjemmestyrets side
måtte være et ønske om, at
loven sættes i kraft for Fær
øerne, er vi fra dansk side
naturligvis helt indstillet på
at medvirke hertil«
Eg vil heita á politikarar
í Føroyum um at taka hett
ar í álvara og ikki bara sita
og hyggja at, meðan nógvir
menn muga niður við flagg
inum. Grundin til, at eg
sigi menn, er tí, at tað í
flestu førum eru menn,
sum verða settir uttanfyri,
og muga bara gjalda tað,
sum teir eru dømdir til,
uttan at hava nakra ávirkan
á síni egnu børn.
»Foreldremyndighed og
samvær« er ein lóg, sum
virkar við góðum úrsliti í
londum rundan um okkum.
Tí hevði tað verið eitt
ynski, um hon eisini kundi
virka í Føroyum.
Felags foreldralóg
Eiði
AndriAS
hAmmer
Sveinur Tróndarson, blað
maður á Dimmalætting,
skrivar grein á síðu 2 og 3 í
morgun um tað, sum er
farið fram í Atlantic Air
ways um keypið av egnum
partabrøvum.
Lat meg byrja við at
siga, at stóð navnið hjá
Sveini ikki undir greinini,
ivaðist eg onga løtu í, at
talan er um eitt partsinn
legg, tí longur frá sannleik
anum um tað, sum farið er
fram í hesum máli, ber
neyvan til at fara.
Niðurstøðan í greinini er,
at tað eri eg, sum havi
skapt alt rumblið, tí eg skal
hava givið seljarunum eitt
tilboð, sum hevur sett
leiðsluna upp ímóti
nevndini.
Lat meg sláa fast, at eg í
hesum máli einans havi
roynt at medvirka til at
loyst og ikki skapt trupul
leikar til frama fyri Atlan
tic Airways. Tað eri eg vís
ur í, at Sveinur kann fáa
váttað frá mínum starvs
feløgum í nevndini og
øðrum limum av leiðsluni.
Eg skal minna á, at hóast
eg eri stjóri í sp/f 07.12.07,
eri eg ikki eigari av felagn
um, sum eigur 5.6% av
partapeninginum í Atlantic
Airways. Eigarin er útlend
skur íleggjari.
Mín lutur í søguni hjá
Atlantic Airways var at
vera ein av stovnarunum av
felagnum í 1987 og ein av
teimum, sum fyrireikaðu
stovningina vegna lands
stýrið. Tilsamans havi eg
verið í nevndini valdur av
landsstýrinum í 12 13 ár,
harav 10 ár sum formaður.
Øll hesi árini havi eg ein
ans arbeitt fyri áhugamál
unum hjá Atlantic Air
ways og tess eigara. Í
2001 segði eg meg úr
nevndini, men játtaði at
taka við aftur sum nevnd
arlimur í fjør, tá ein stórur
partur av privatu partaeig
arunum heitti á meg um at
taka við hesum starvi.
Hetta seinasta árið havi
eg, eins og áður, einans
arbeitt fyri áhugamálun
um hjá Atlantic Airways
og øllum eigarunum.
Atlantic Airways
– søgugerð og sannleiki
eyðfinnur
JAcobSen
Gerhard, eg taki undir við
tí mesta, tú sígur í Sosi
alinum týsdagin. Men at
fara og trýsta Sandoyar
sýslu undir Havnina, tað
eri eg so avgjørt ikki við
til. Eg haldi, at vit hava
nokk av havnarmonnum.
Vit skulu ikki trýsast
undir miðstaðarøkið. tað,
sum vit eiga at gera, er at
fáa lagt allar sýslurnar
saman og so eiga vit sum
helst hann minsta komm
unan at fáa serrættindi
sum tann minsta komm
unan, soleiðis at vit kunnu
klára okkum at stýra
sjálvir. Vit eiga ikki at
gloyma tað, at vit eiga dýra
mentan í Sandoynni og
ikki at gloyma Skúgvi og
Dímun. Og hetta eiga vit
saman við iøllum øðrum at
røkja sjálv.
Hygg at skilamanninum
hjá tær í Dímun, har hann
saman við hinum fólkun
um har leggur rygg til nýtt
arbeiðspláss, sovorðnum
fólkum eigur man at hava
eyguni eftir og stuðla.
Eg eri sera spentur upp á
at fáa lagt sýsluna saman, í
serstøðu, eftir fólkatalin
um. Eg nýtist ikki at siga
tær, hvussu góða oyggj, vit
eiga, og ikki minst báðar
útoyggjarnar, sum vit øll
eiga at standa saman um at
menna.
Tað seinasta, sum Ger
hard Lognberg skrivar, er
soljóðandi:
Sandoyggin er so mikið
lítil, at tað er bara eitt hjá
okkum at gera, og tað er at
standa saman sum ein
maður, og tað ere tað vit
vinna við. Tað einasta vit
kunnu gera er at standa
saman og lyfta í felag.
Ja, Gerhard, her eru vit
so hjartaliga einigir báðir.
Men lat okkum royna
sjálvir at koma fram, og
ikki nálgast uppi í havnar
monnum.
Viðmerking til
Gerhard Lognberg
Sandur
SólviT
SimonSen
viðmerkingar