Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 55 - 19. mars 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Henny Jensen Kvívík andaðist og varð jarðað. Takk fyri góð orð og vakran sang í kapellinum og kirkjuni. Tykkum á Tjarnagarði takka vit fyri hjálp og umsorgan, somuleiðis ein tøkk til heimahjálp, heimasjúkrasystrar og starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum, og takk fyri aðra luttøku í sambandi við jarðarferðina. Takk fyri heilsanir, blómur, gávur til kirkjuna og ein hjartans tøkk til tykkum, sum fylgdu mamma okkara til gravar. Katrin, Marjun, Birita, Durita og Jóan Petur 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 20. mars verður Tordis Poulsen á Válinum 90 ár. Leygardagin 21. mars millum kl. 15 og 18 bjóðar hon til ein kaffimunn inni á Fjørukrónni. 80 ára føðingardagur Týsdagin 24. mars verður Heinina Joensen, Sandavágur, 80 ár. Dagurin verður hildin 21. mars í Meinigheitshúsinum frá kl 17. 50 ára føðingardagur Leygardagin 21. mars fyllir Jóngerð Midjord 50 ár. Føðingardagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Harald sundi frá klokkan 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 21. mars kunnu Niklas og Jensia Joensen í Kollafirði hava gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin hjá dóttrini, undir Heygnum, á Todnesi 17 frá klokkan 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Flaggdagin 25. apríl giftast Annika Soll, Sørvágur, og Sámal Kristian Jacobsen, Tórshavn. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 14.00 og veitsla fyri innbodnum verður í Eydnuni á Oyrarbakka kl. 19.00. Andlát og jarðarferðir Kistan við Jóhannus Hansen í Fuglafirði fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin 19. mars kl. 17. Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju fríggjadagin 20. mars kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey ið vilja minnast Jóhannus kunnu lata eina peninga­ gávu á konto í Føroya Banka. Herborg Strøm fer til gravar úr Vágs kirkju leygardagin kl. 13. Tey, sum vilja minnast Herborg, kunnu lata eldrasambýlinum í Vági eina gávu. Andlát og jarðarferðir Dagurin 19. mars. Jósef. Dagurin hildin til minnis um festarmannin hjá Mariu Moy. Hann gjørdist, sum vera man, halgimenni hjá húsa­ smiðum og handverks­ monnum. Bíbilska navnið merkir Guð lati meg fjølgast. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður mín og pápi okkara Sørin Johannes Frederiksen doyði og varð jarðaður. Tøkk til tykkum mongu, sum á ymsan hátt stuðlaðu okkum, meðan Sørin var sjúkur. Tøkk til tykkum á Landssjúkrahúsinum og Heimarøktini, sum gjørdu tykkara til, at seinasta tíðin hjá Sørini gjørdist virðilig. Tøkk til Hera Joensen fyri troystrarrík orð í kapellinum og kirkjuni, tøkk til Kim Hansen fyri vakran sang í kirkjuni, tøkk kirkjutænarar, berarar og sangarar. Øllum tykkum, sum komu at fylgja og á ymsan hátt hjálptu til og stuðlaðu við jarðarferðini og ervinum, takka vit hjartaliga. Takk til skúlafelagar úr Eysturskúlanum og foreldur, tøkk til góðar vinir og starvsfelagar á Almannastovuni. Takk fyri heilsanir og blómur, og tøkk til tykkum mongu, sum sendu børnunum peningagávur. Elisabeth, Tóki og Silja Í dag eru 60 ár liðin síðan øll Bíblian á fyrsta sinni kom út á føroyskum í týðing Victor Danielsens tann 19. mars 1949. Tað var Hin Føroyski Bíbliugrunnurin, sum varð settur á stovn tann 28. nov­ ember 1948, sum gav Bíbli­ una út. Tá vóru eini 20 ár liðin síðani Victor Danielsen fór undir at týða og geva út partar av Bíbliuni. Nýggja Testamentið kom út í 1937. Tað eru tvær fullfíggjaðar føroyskar umsetingar av Bíbliuni á føroyskum, onn­ ur umsett av Victori Daniel­ sen (1894­1961) og hin av Jákupi Dahl (1878­1944) og Kristian Osvaldi Viderø (1906­1991). Umsetingarnar vórðu full­ fíggjaðar ávíkavist í 1949 og 1961. -red Bíblian á føroyskum í 60 ár Victor Danielsen Kendi danski rasarakoyrarin Jason Watt kemur til Føroyar í morgin í sambandi við at Balslevs Timbur­ handil í Hoyvík letur upp handilin Handverkarabúðin, sum er við síðuna Byggibúðini og Garðsbúðini. Hand­ verkarabúðin er ein serhandil til hand­ verkarar við øllum tí sum hartil hoyrir. Orsøkin til at Jason Watt vitjar hjá Balslev, er at Bygma A/S hevur gjørt sponsoravtalu við rasarakoyraran og hansara team, sum nú eitur Team BYGMA Jason Watt Racing. Jason Watt skal eisini halda fyrilestur á árliga handverkaratiltakinum, sum Balslev skipar fyri á Hotel Føroyum í annaðkvøld, har yvir 300 handverkarar hava teknað seg til. Jason Watt er 39 ára gamal og kendur rasarakoyrari, sum hevur vunnið fleiri heiðurslønir innan motorsportin, bæði í Danmark og aðrastaðni. Fyri 10 árum síðan kom hann út fyri einari álvarsligari motorsúkkluvanlukku, sum gjørdi at hann í dag er lammaður frá bringuni og niðureftir. Hann hevur víst ein ótrúligan vilja og er framvegis rasarakoyrari. Hann hevur givið út bókina “Fordi Jeg Vil”, sum kom út í 2003. Annars heldur hann fyrilestrar og er ofta við í radio og sjónvarpssendigum. mg Jason Watt til Føroya Mynd: Bygma Í sambandi við at Balslevs Timburhandil letur upp nýggjan handil í morgin, kemur rasarakoyrarin Jason Watt til Føroya. Han skal eisini halda fyrilestur á Hotel Føroyum í annaðkvøld