hósdagur 19. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 55 - 19. mars 2009
tíðindi
Hóast tað eru nógv
færri bátar, ið rógva
út í ár enn tað vóru
um aldaskiftið, so eru
nógv fleiri, sum royna
eydnuna eftir nøkrum
stertum í ár í mun til
seinastu tvey árini, tá
várróðurin næstan
hevur verið burtur
Jóhan K. Joensen hevur
land að bátar á kaiini á Eiði
síðan 1993, tá fiska markn
aðurin kom. Og hann ger
greitt, at tað vóru flest bátar
um aldaskiftið, men síðani
hevur ein støðug niðurgongd
verið.
– Í fjør og í fyrrárið vóru
so øgiliga fáir bátar, men í
ár eru fleiri. Orsøkin til tess
er helst, at vit hava fingið
nakrar dagar við góðum
veðr ið, at tað er meira at fáa
og kanska spælir tað eisini
inn, at summi hava fingið
betri tíð, sigur Jóhan K.
Joen sen. Hann leggur tó
afturat, at prísurin er helst
ikki tað, sum lokkar, tí tað
er langt síðani, at prísurin á
toski hevur verið so lágur.
Um aldaskiftið kundu tað
vera upp til 100 bátar, ið
róðu út av Eiði, men so
høgt er talið ikki vorðið
enn.
Tað vóru eini 35 útróð
rarbátar í gjár. Teir høvdu
millum 200 og 1800 pund,
men teir flestu lógu um 500
til 700 pund, greiðir Jóhan
K. Joensen frá. Somuleiðis
veit hann at siga, at tað
helst eru fleiri bátar í dag,
enn tað vóru í gjár.
Uppsagnir
Jóhan K. Joensen metir
eisini, at hjólini í samfelag
num, sum eru farin at mæla
seinni spæla eitt sindur inn.
Tað er ikki soleiðis, at
allir teir uppsøgdu fara út
við bátinum nú, men tað er
heilt víst onkur, sum hevur
betri tíð í dag og hevur bát,
og tí fer ein túr á Norðhavið
at vinna sær nøkur oyru,
greiðir hann frá.
Kassamangul
Um aldaskiftið, tá flestir
bátar vóru, hendi tað seg
eina ferð, at ov fáir kassar
vóru í landinum, og virkini
royndu at leggja teir inn
undir seg.
Tá máttu teir, sum land
aðu koyra í størri kør, so
skjótt fiskurin kom upp á
land, fyri at bátarnir skuldu
sleppa útaftur, men tað er
ein farin tíð.
Nú er júst umvent. Virk
ini vilja næstan ikki hava
nakrar kassar inni, so nú er
tað ongin trupulleiki. Tað
spældi nokk eisini inn, at tá
vóru so øgiliga nógvir bát
ar, greiðir landarin frá.
Jóhan K. Joensen veit
eis ini at siga, at býtið mill
um økini er øðrvísi í ár.
Tað er fleiri suðuroyingar
í ár, so tað er meira spjatt,
hvaðani bátarnir eru, tí í
seinastuni hava tað mest
verið
streymoyingar
og
eysturoyingar, ið hava róð
út av Eiði, sigur Jóhan K.
Joensen.
Várróðurin
komin
»stert« aftur
Lagt til rættis:
Eirikur Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo Myndir: Sjúrður V. Nielsen
Norðberg
1400 pund
John Thomsen av Strondum var eisini
farin at royna seg við snellunum í gjár. Tá
alt kom til alt, hevði hann eini 1400 pund
innanborða, og hann greiddi frá, at tað er
besti túrurin í ár.
Eg plagdi at sigla, men seinastu tíðina
havi eg róð út fyri tað mesta, greiddi John
Thomsen frá. Hann legði afturat, at
dagurin í gjár var dagurin við besta
veðrinum í ár, og at tað helst er orsøkin til,
at so nógvir bátar vóru úti í gjár.
Sum hjá hinum, sum hava verið nógvar
túrar, so var hann fjórða túrin í ár í gjár.
Eg var einar sjey fjórðingar úr
Rivtanga og har vóru teir flestu, segði
hann.
John Thomsen er einum av teimum fáu,
sum eisini róði út í fjør, og hann letur
nógv betri at fiskiskapinum í ár í mun til í
fjør.
Hinvegin heldur hann, at tað altíð er
soltið at vera útróðrarmaður.
Tað er altíð soltið at vera útróðrar
maður, men nú er prísurin helvtina av tí,
sum hann plagdi at vera, men tað hjálpir
eitt sindur, at meira er til í ár, greiddi hann
frá. Somuleiðis visti hann at siga, at slagið
var nógv betri í ár, og tí heldur hann tað
vera undarligt, at prísurin skal vera so
nógv verri.
Norðberg hevur fýra sjálvvirkandi
snellur, á sama hátt sum teir flestu.
Í morgun loysti Norðberg um sekstíðina,
fyri at fara út á Norðhavið aftur.
Síðan 1993 hevur Jóhan K. Joensen landað útróðrarbátar á Eiði
Norðberg, sum John Thomsen
rør út við, hevði 1400 pund í gjár