Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2009 17 tíðindi Nýggjan bát og 600 pund Jens av Reyni og Petur Splidt vóru fyrsta túr nakrantíð við bátinum »Silver Spray« í gjár. Teir hava fyrr átt bát, men í fjør keyptu teir bátin, ið teir nú hava. Leingi hevur báturin ligið, meðan loyvir hava verið at fáa upp á pláss og so framvegis, men í gjár gjørdu teir av at fara fyrsta túr við bátinum. Sjálvir lata teir heilt væl at teimum meira enn 600 pundunum, sum teir fingu í gjár. Slagið var góður toskur. - Skriva, at onki er at fáa. Her eru nokk av bátum, rópti Petur Splidt, beint áðrenn seinna karið fer upp á land. Feðgarnir Ragnar og Fróði Magnussen, har faðirin starvast sum fólkaskúlalærari, og sonurin arbeiðir innan tøkni, vóru eisini ein túr á Norðhavinum við bátinum Frey í gjár. - Summi fara at standa á skí, men eg fari til útróðrar, segði Fróði Magnussen, sum hevur fingið sær feriu frá arbeiðinum fyri at fara á sjógvin. - Tað er praktfult at rýma ein tílíkan dag, greiddi hann frá í gjár. Men feðgarnir skulu helst ikki klaga. Teir fingu eini 900 pund, og tað gevur eitt sindur, hóast prísurin ikki er so góður í løtuni. Hóast teimum dámar væl at fara til útróðrar, so er tað ikki nakað, sum teir siga seg kunna liva av. - Vit plaga at vera nakrar túrar, men tað gevur ikki so nógv, og ein tílíkur bátur er dýrur at hava, greiðir Fróði Magnussen frá. Báturin er ein sokallaður Soumi og er smáar níggju metrar langur. Túrurin í gjár, var tann fyrsti hjá feðgunum á Norðhavinum, tí vanliga royna teir vestanfyri. Havnarmenninir loystu umleið klokkan hálvgum átta í gjáramorgunin, og í morgun fóru teir eisini avstað. Havnarmenn royndu eydnuna Sosialurin hitti Dánial í Geil umborð á bátinum Fríðvør, sum lá við bryggju á Eiði. Dánial hevur verið á Eiði í nakrar dagar og gistir vanliga umborð á bátinum. Á sama hátt sum hinir Sosialurin hevur tosað við, so var hann eisini úti í gjár. - Eg fór klokkan hálvgum fimm, kastaði klokkan hálvgum sjey og fekk ikki ein stert aftaná klokkan 11. Tá hevði eg 800 pund, greiddi skálvíkingurin frá, sum er einsamallur umborð á bátinum. Tó er Dánial í Geil ikki útróðrarmaður burturav. - Eg eri avloysari á Eysturbúgvanum, men mær dámar væl at rógva út, tá eg eri heima, men útróður er ikki nakað mann kann liva av, segði hann. Fríðvør hevur ligið á Eiði í umleið ein mánað nú, og fyrstu túrarnar var hann eftir upsa, men nú er toskurin á skránni. Hann greiddi somuleiðis frá, at prísurin er so øgiliga ringur nú, og at hetta helst kemur illa við hjá teimum, sum hava dýrar bátar. Dánial í Geil ætlar sær at royna á Norðhavinum so leingi nakað er at fáa, men hann fer suður í heimbygdina av og á. Sverri Joensen av Norðskála hevur siglt tað mesta av sínum lívi, og seinastu árini hevur hann verið fastur fúsur á Norðhavi- num, tá nakað hevur verið at fáa. Í gjár fekk Sverri Joensen 1700 pund við teimum fýra snellunum hann hevur umborð á hvalvíksbátinum, Susonnu. Flestu bátarnir lógu einar sjey fjórðingar úr landi. Ein part av degnum gjørdi Sverri Joensen eisini tað, men hann vil ikki siga, hvar hann fór. - Hinir lógu um sjey ella átta fjórðingar úr landi, men eg rýmdi frá hinum, og tú fært meg ikki at siga, hvar eg fór, segði hann ramliga í gjárkvøldið, og legði afturat, at fiskurin er væl frægari í ár enn í fjør, og tað er eisini meiri til av honum. Hóast Sverri Joensen var millum teir bestu í gjár, so var hetta ikki besti dagurin, tí ein dagin hevði hann meira enn 2000 pund. Sverri Joensen greiðir eisini frá, at tað hava verið sera fáir dagar í ár, men at í gjár og í dag mugu nógvir rógva út, tí veðrið er so gott. Sverri Joensen hevur fyrr verið við til at eiga bátin Reynir, sum teir tó seldu í 2000, og síðan tá hevur Sverri róð út burturav. Túrurin í gjár var bara tann fjórði í ár. - Mann má royna dagarnar teir dagarnar sum eru, og tí fari eg útaftur í morgin, segði hann. Skálvíkingur svevur umborð Sníkti sær 1700 pund Ragnar og Fróði Magnussen, sum eru feðgar, hava fingið sær feriu á Norðhavinum Sverri Joensen vildi í gjár ikki siga, hvar hann hevði veitt, tí hann fekk frægari enn hinir Dánial í Geil úr Skálavík hevur veitt upsa fyrr í ár, men nú er toskurin á skránni ➘