hósdagur 19. mars 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 55 - 19. mars 2009
tíðindi
Anders Viberg hevur
21. mai í ár verið
sjómaður í 50 ár, men
lækkar fiskaprísurin
meira, so sigur hann
seg hugsa um at fara í
skúla. – Kanska mann
bara skuldi farið á
universitetið í Hovi
at lært til pedagog,
tí fiskur loysir seg
í hvussu so er ikki,
og pedagogar eru so
nógv uppi í tíðini,
sigur 64 ára gamli
tvørámaðurin
Várróður
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í gjár var Sosialurin á Eiði.
Várróður á Norðhavið sær
út til at vera ein veruleiki
aftur, og tá eru ofta av bygd
armenn, ið nýta hús í bygd
ini at gista í, so leingi róð
urin varar. Niðri á kaiini
møttu vit nøkrum suður oy
ingum,
sum
júst
vóru
komnir aftur. Teir beittu
okkum beinanvegin niðan í
eini hús í bygdini, har nakrir
tvørámenn gista.
Anders Viðberg hevur
okk urt at siga við tykkum,
segði ein teirra.
Ætlanin var at tosa eitt
sindur um, hvussu tað er at
fara heimanífrá at búgva og
rógva út, men tað vildi
Anders Viðberg, út róð rar
maður, als ikki.
Hetta er ikki lív. Prísurin
er farin í eina helvt í mun til
vanligt, og hann plagar at
lækka út í aprílmánað eis
ini, so hækkar hann ikki, so
hevur mann ikki fyri olju,
hóast hon er bíligari nú, enn
hon
hevur
verið,
men
kanska mann skuldi farið á
universitetið í Hovi at lært
til pedagog, tí fiskur loysir
seg í hvussu so er ikki, og
pedagogar eru so nógv uppi
í tíðini, er tað fyrsta hann
sigur, tá vit komu inn í lítlu
húsini á Brekku á Eiði,
beint við gomlu dansistov
una.
Hinir menninir í lítla
køkinum eru Beinir Midjord
og Andrias Ludvig. Andrias
Ludvig er komin niðan at
fáa sær ein bita. Hann gistir
vanliga umborð á bátinum.
Beinir Midjord svevur hin
vegin í húsunum, men tá
hann sær myndatólið, er
hann skjótur at rýma upp á
loftið.
Sil og livur
Nógv tos hevur verið um at
gagnnýta allan fiskin, og
hetta hevur Anders Viðberg
eina avgjørda hugsan um.
Hasir klóku í Havn hava
so nógv at siga um at brúka
allan fiskin. Enntá fiski
vinnumálaráðharrin snakk
ar um at fáa menn á skeið at
læra seg at brúka sil og
livur. Men hvat hendur, tá
til stykkis kemur? Sjálvandi
er ongin, sum vil taka ímóti
tí. Tað er tað sama við øll
um hasum í Havn. Og før
oyingar mugu bara halda
seg til at vera pedagogar, tí
fiskiskapur loysir seg ikki,
sum er, og fer at loysa seg
enn verri, so hvørt sum fólk
undirmeta veiðina meira.
Hinvegin sær 64 ára
gamli tvørámaðurin eina
loysn.
Vit kunnu gera sum á
flakavirkjunum. Har brúka
tey bara filipinarar og út
lend ingar, og tað verður
nokk tað sama við fiski
vinnuni, heldur hann.
Fiskifrøðingar
Tað nyttar heldur onki at
spyrja hann um tilráð ing
arnar frá ICES.
Høvdu politikararnir
lurta eftir Nóatúni, so
høvdu nógvir pengar verið
mistir. Slett ikki tað, teir
uppi í Nóatúni eru fittir og
alt, men tað er rættiliga
langt út á sjógv frá Nóatúni.
Eg skal ikki siga, at teir ikki
hava verið á seiðabergi,
men tað er langt millum
teori og praksis, og teir raka
altíð minst eitt ár við síð ur
nar av, sigur hann avgjørdur.
Hann leggur afturat, at tað
bestemt ikki verður ein
húsmóður, sum skal keypa
fisk, sum nakrantíð fer at
avgera prísin.
Løgmaður kann tosa so
galið hann vil, um at keyp
arin avger prísin, tí ein hús
móðir í Onglandi spyr ikki
eftir, um fiskiskapurin er
burðardyggur
ella
ikki,
sigur hann.
Dugir bara hetta
Tá hann verður spurdur, hví
hann so ikki bara fer í land
at arbeiða, so er hann eitt
sindur friðarligari.
Tá mann hevur verið á
sjónum í 50 ár, so dugir
mann ikki annað. Eg hevði
einaferð tvey sertifikatir.
Fútin fór við koyrikortinum
og
skiparsertifikatinum
fóru teir eisini við, hóast
tað var væl brúkt, sigur
And ers
Viðberg.
Hann
leggur tó afturat, at hann
ikki heldur, at hann hevði
valt fisk, um hann slapp at
velja umaftur, tí tað er bara
stríð.
– Tað er líka soleiðis at
tað melur. Tað gevur so
onki avkast, greiðir hann
frá, um fiskiskapin fyri tíð
ina.
Oljan hjálpir
Sambært Anders Viðberg,
so er toskaprísurin á einum
so lágum støðið, sum hann
ikki hevur verið í nógv ár.
Vit mugu afturum fýrs
ini fyri at finna verri prís
enn hetta. Teir fáa eisini
nógv betri prís í øðrum
londum, so tað er nokk so
undarligt, sigur hann. Men
hann leggur tó afturat, at
oljan nú er bíligari, og at
hetta hjálpir eitt sindur.
Í nógv ár er prísurin far
in niður í helvt í aprílmán
aði, og hendir ikki tað í ár,
so er okkurt galið. Men so
skal prísurin niður á fýra
krónur, so tað vóni eg sjálv
andi ikki hend ir, greiðir
hann frá.
Seinasta árið
Hóast Anders Viðberg hev
ur verið á sjónum í nærum
50 ár, og illa dugir at
ímynda sær nakað annað,
so er hann greiðir yvir, at
hetta helst verður seinasta
árið hjá honum.
Hetta verður nokk sein
asta árið hjá mær. Mann
blív ur móður, alt blívur so
tungt, tá mann eldist, sigur
hann.
Í gjár fekk Anders Við
berg 800 pund við Sjófar
inum, og hann er farin út
aftur í morgun.
Hann hevur verið á Eiði
síðan 7. mars, tá hann kast
aði fyrstu ferð, men hann er
bara á fimta túrinum í dag.
Mann skuldi
verið pedagog
21. mai eru 50 ár liðin, síðan Anders Viðberg fór til skips á fyrsta sinni, men nú kennir hann á sær, at hetta verður seinasta árið
… Várróðurin komin »stert« aftur