Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 55 - 19. mars 2009 ] – Vit staðfesta eina ferð aftrat, at í altjóða dystum er ferðin á spælinum so ómetaliga høg, at spælararnir skulu brúka eina tíð til at umstilla seg til skjóta spælið, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað var ikki júst ein knústur landsliðsvenjari, sum vit hittu eftir dystin ímóti Sveis í gjárkvøldið, tí hann virk­ aði sera avkláraður við tær treytir, føroyska hond bólts­ landsliðið hevur at spæla eftir, tá talan er um krevjandi altjóða dystir, sum í einari EM­undankapping. – Hóast vit taptu, so kundi úrslitið enntá sæð mun andi betri út. Høvdu vit skorað í síðsta álopinum, høvdu vit kanska bert verið fimm aftanfyri í staðin fyri sjey, tí teir fáa eitt mál skjótt aftaná. Var munurin fimm ár, hevði tað verið eitt gott úrslit, sigur Dia Midjord, sum saman við Kára Niel­ sen venur landsliðið. Hann heldur, at føroysku spælararnir ikki dugdu at taka av, tá sveisararnir rættu eina hond út og mestsum bjóðaðu Føroyum inn í dyst in, tá støðan var 9­10 og 10­11. Tá vóru føroyskir spælarar fríir við mál mann­ inum tvær ella tríggjar ferð­ ir á rað og málmaðurin hevði ta einu ferðina eina dupultbjarging, tá bara eitt mál var á muni. – Vit staðfesta eina ferð aftrat, at í altjóða dystum er ferðin á spælinum so ómeta liga høg, at spælar ar­ nir skulu brúka eina tíð til at umstilla seg til skjóta spælið, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari. – Tað terir øgiliga nógv upp á kreftirnar hjá okkum, og vit hava ikki nóg nógva orku til at spæla við fullari ferð tvær ferðir 30 minuttir. Men tíbetur bleiv tað gott ímóti endanum á dystinum, so alt í alt var úrslitið í lagi. Armarnar niður Eisini staðfestir Dia Mid­ jord, at fært tú ikki málini í altjóða dysti, gongur tað øgiliga skjótt hin vegin. – Tá vit hava skorað, nytt ar ikki at koyra armarnar upp um høvd, tí tá ræður um at koma heimaftur at verja í stundini. Vit mugu læra, at tá bólturin er á veg ímóti málinum hjá teimum, so mugu allir spælarar – utt an sjálvur skjúttin – renna heimaftur, so teir ikki fáa hesi bíligu málini, sigur hann. – Gera vit tað, kunnu vit kanska forða fyri einum stór um parti av øllum skjót­ álopunum, sum hesa ferð kostaðu okkum so nógv í serliga fyrra hálvleiki. Viðvíkjandi seinna hálv­ leiki, so viðgongur Dia Mid jord, at tað var rættiliga trupult at sleppa ígjøgnum ta kompaktu sveisisku verjuna at byrja við, men at hetta ikki gjørdist sami trupulleikin seinni. – Tað er kanska tað, at vit hava nakrar stórar spælarar, sum kanska eru eitt sindur seinir eisini. Men tá vit koyrdu smærri og meira mobilar spælarar inn, sum orka at flyta seg, loysnaði upp hjá okkara monnum eis ini, sigur lands liðs venj­ arin. – Lars L. Black hevur nakrar bjargingar og Levi Nybo kom eisini inn og hevði nakrar fínar bjarg ing­ ar. Tað gevur okkum eisini møguleikan at koma upp. Og so haldi eg eisini, at sveisararnir vóru týðiliga troyttir ímóti endanum, sigur Dia Midjord, sum í morgun saman við restini av hópinum fór av landinum við kós ímóti Sveis, har seinni dysturin verður spæld ur leygarkvøldið. Tað søgdu spælararnir Nakrar av viðmerkingunum, vit fingu frá føroysku spælarunum eftir dystin í gjárkvøldið. HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Lars L. Black – Tá tú ert málverji, er tað einki óvanligt, at okkurt skjótálop kemur her og har, men tá eini fimm ella seks koma á rað, verður tú eitt sindur kløkkur. Teir høvdu nokk ætlað at lagt fyri sum ein ódn og skapt sær eina skjóta leiðslu, sum teir so bara skuldu halda. Men vit fingu tikið eitt sindur aftur frá teimum í seinna hálvleiki, tá skjótálopini eisini vóru nógv færri í tali. Heini Hanusarson – Vit brúka ov nógva orku uppá at fáa samanspælið at koyra, meðan teir vita akkurát, hvat teir koyra nær, og teir hava sum heild meira skipað spæl. Vit eru eitt sindur ótryggir uppá, hvar hinir fara og hvussu teir renna, og so missa vit fokus uppá, hvussu vit fáa bóltin inn um strikuna. Meðan eg var frískur og hevði kreftir, fekk eg nøkur mál, men teir fluttu verjuna eftir tí og so høvdu vit ikki ordiliga nakað mótspæl. Men tað gekk hampuligt allíkavæl, tí hinir spælararnir tóku so við seinni. Agnar Joensen – Sjey mál er kanska í ordan ímóti hasum liðnum, men eg eri ikki nøgdur, tí feilirnir hjá okkum eru barnafeilir, sum ikki hoyra heima á einum a­landsliði. Vit áttu at fingið nakrar fleiri bóltar inn á strikuna, tí har var ræðuliga opið inni á strikuni. Í seinna hálvleiki fluttu vit okkum ov lítið. Kanska vóru vit móðir, men teir innskiftu menninir fluttu seg meira, og tað gav beinanvegin úrslit. Levi Nybo – Teir spældu øgiliga skjótt frameftir, men annars spældu vit upp til teir, tí teir skoraðu ikki nógv mál í grundspælinum, men við sínum skjótálopum. Vit mugu bara vera nógv skjótari at koma aftur, tá vit hava brent ella skorað. Verjan stóð væl í grundspælinum, men har eru tað aftur hesi skjótálopini, og tá ert tú sum málmaður viðhvørt prísgivin. Regin Joensen – Tað var stuttligt, at vit ikki blivu runnir um koll ein heilan dyst. Sjey mál er sjálvandi ikki nóg gott, men vit verða runnir niður eina løtu í fyrra hálvleiki og eina løtu í seinna hálvleiki. Teir skora aftur, hvørja ferð, tá vit skora, so tað verður øgiliga tungt at spæla ein sovorðnan dyst. Eg má siga, at tað er ein øgiligur munur á at spæla ein sovorðnan dyst og so ein dyst í føroysku kappingini. Teir eru nógv skjótari og sterkari, mann ímóti manni, so hetta er nógv sterkari mótstøða, enn vit eru vanir við. Her kanst tú ikki loyva tær at taka tær av løttum eina einastu løtu. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Vit orka ikki fulla ferð ígjøgnum allan dystin Dia Midjord, landsliðsvenjari, heldur størsta lærdómin frá dystinum ímóti Sveis vera, at spælararnir mugu vera raskari at renna aftur Mynd: Álvur Haraldsen