Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 55 - 19. mars 2009 ] At sveisarar í fyrra hálvleiki ferð eftir ferð sluppu í skjótá­ lop, gjørdi uppgávuna tyngri og torførari hjá føroyska liðnum, sum í løtum spældi fult upp við sveisiska liðið. Kanska bíðaðu venjararnir ov leingi við nøkrum broyting­ um, ið vístu seg at rigga væl ímóti endanum HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Myndir: Álvur Haraldsen Ein munur, ið mestsum altíð kemur til sjóndar, tá Føroyar spæla ímóti øðrum londum, er skjótleiki og styrki. So var eisini í gjár­ kvøldið, tá føroyska mans­ landsliðið í hondbólti hevði vitjan av Sveis í ítróttar­ høllini á Hálsi í Havn í EM­ undankappingini. Serliga í fyrra hálvleik kom skjótleikin til sjóndar, tá Sveis ferð eftir ferð revsaði føroysk mistøk hart, tí so skjótt, føroyingarnir høvdu mist bóltin í álopi, var eitt sveisiskt skjótálop stáplað saman og sent ímóti føroyska málinum. Tað einu løtuna fingu sveisararnir fleiri mál á rað upp á henda mátan. Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki kom munurin á styrki til sjóndar, tá verjan hjá Sveis stóð øgiliga stinn og fekk latið stórt sæð øll hol aftur í einar 10 minuttir, so tað var mestsum ógjørligt hjá føroyingunum at bróta ígjøgnum. Í báðum førum eydnaðist tó føroyska liðnum partvíst at finna ráð fyri, hvussu sleppast skuldi uttan um trupulleikarnar, men orkan var ikki til meira enn tað, sum úrslitið at enda segði á talvuni. Har stóð, at sjey mál vóru á muni, og talvan leyg ikki. Drepandi skjótálop Sveis fekk eina rættiliga góða byrjan, sum gjørdi, at støðan eftir fyrstu sjey minuttirnar var 5­1 til Sveis. So ironiskt, tað kann ljóða, sá føroyska grund­ spælið lovandi út hesa løtuna, við fleiri spennandi kombinatiónum og bólt­ flytingum – men samstundis eisini alt ov mongum mis­ tøkum, ið kostaðu beinleiðis við málum í hinum endanum. Hvørja ferð bólturin var mistur, struku sveisararnir avstað, og hóast Lars L. Black í føroyska málinum onkra ferðina fekk tikið, var hann í flestu førum prísgivin í hesum ein­ímóti­ einum støðunum. Men spakuliga byrjaði føroyska liðið at ressast og kom meira upp í dystin. Fyrst og fremst, tí Heini Hanusarson, sum sveisiski venjarin eftir dystin við­ gekk, at teir ikki vóru fyri­ reikaðir uppá, við trimum málum á rað fekk skotið Føroyar upp á javnleik 6­6. Júst tann løtan skuldi tó vísa seg at vera rættiliga sigandi fyri allan dystin, tí tá Heini hevði javnað, gekk skjótt fyri seg hin vegin, og fremsti skjótálopsrevsarin hjá sveisarunum, Manuel Liniger, skoraði til 7­6 lítið meira enn 10 sekund eftir útjavningina! Kortini tók hetta ikki pippið púrasta frá føroysku spælarunum, sum veruliga stríddust fyri sakini, nú teir høvdu arbeitt seg upp frá einari veikari byrjan. Og líka til 11 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, vóru Føroyar væl við og spældu fult upp við Sveis. Mistu pippið Tá var tað, at kanska triði munurin á liðunum kom til sjóndar – vantandi royndir og kaldleiki. Tvær býttis­ ligar og óneyðugar útvís­ ingar sendu fyrst Hans Áka Dal­Christiansen og nøkur sekund seinni eisini Rúna Joensen á bonkin í tveir minuttir í part. Ta triðju átti Heini Hanusarson innan fyri somu løtuna, so Føroyar í 18 sekund høvdu tríggjar spælarar færri enn Sveis, Sveisisku skjótálopini gjørdu størsta munin Oyggjaleikirnir ikki til Føroya Ítróttasambandið hevur gjørt av, at Føroyar fara ikki at søkja um at hýsa Oyggjaleikunum í 2015, sum ætlanin annars hevur verið. Serliga hava avmarkaðu føroysku gistingarmøguleikarnir, verandi ítróttaranlegg og samfelagsliga støðan virkað við til, at eingin føroysk umsókn verður í hesum umfari. ÍSF heldur tað – út frá givnu umstøðunum – ikki vera ráðiligt at nýta tíð og pengar til at fyrireika alt tilfarið til eina umsókn, sum skal vera inni í seinasta lagi 1. september í ár. Gunnar verður verandi Argentinski fótbóltsspælarin, Gunnar Guillermo Nielsen, sum í Føroyum hevur spælt við bæði ÍF, GÍ og KÍ, sleppur at verða verandi í Danmark í eina tíð aftrat. Fyri eini tíð síðani fekk hann boð um, at hann ikki fekk varandi uppihaldsloyvi í Danmark. Tvørturímóti skuldi hann fara úr Danmark og heim til Argentina innan 27. mars. Gunnar Guillermo Nielsen kærdi henda úrskurð til danska uttanríkisráðið, og tí sleppur hann at verða verandi í Danmark, so leingi málið verður viðgjørt.