Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 55 - 19. mars 2009 ] Bara 13 mans eru nú eftir í hópinum Av tí at Agnar Joensen ikki fekk farið avstað og eingin var úttikin í hansara stað, eru bara 13 spælararnar farnir avstað til útidystin ímóti Sveis HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hóast tað í gjárkvøldið gekk væl hjá vestmenn­ inginum á strikuni, Agnari Joensen, so verður hann ikki at síggja á vøllinum í Appenzell leygarkvøld­ ið, tá Føroyar spæla seinna dystin ímóti Sveis. – Orsøkin er ikki flog­ ræðsla, flennur Agnar Joensen, tá vit spyrja hann um orsøkina. – Nei, eg havi eina stóra uppgávu á arbeiðsplássinum, sum eg standi fyri, og sum má verða liðug. Tí fái eg tíverri ikki farið við liðnum til Sveis. Tað merkir samstund­ is, at bara 17 spælarar vóru við í ferðalagnum, sum í morgun fóru av landinum við kós ímóti Sveis, tí landsliðsvenj­ ararnir, Dia Midjord og Kári Nielsen, hava gjørt av ikki at taka nakran út í staðin fyri Agnar. Undir fyrireikingun­ um til Sveis­dystirnar taldi bruttohópurin eitt skifti 19 mans, harav fýra vóru málmenn. Men nú er liðið so farið avstað til útidystin í Appenzell við 11 úti­ spælarum og tveimum málmonnum. Dysturin í Appenzell byrjar leygarkvøldið klokkan 18 og kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. men tann útvísingin telur ikki ordiliga við, tí hon líktist mest einum mistaki frá dómarunum. Sveis fekk slett ikki út­ nytta fyrimunin av meiri­ lutanum á vøllinum hesa løtuna, men hinvegin tóktist hetta órógva føroysku spæl­ ararnar so mikið, at teir stórt sæð vóru burturi restina av fyrra hálvleiki, umframt at orkan sá út til at ganga undan. Og júst hesar síðstu fimm minuttirnar var tað, at Sveis fekk útbygt sær leiðsluna avgerandi, so fimm mál vóru á muni í steðginum. Føroysku venjararnir valdu at taka ein steðg, tá 13 minuttir vóru farnir, so teir fingu skipað sær spælið betur, og tá riggaði eisini. Men tá fyrri hálvleikur leið ímóti endanum, iðraði tú teg næstan um, at hetta ikki var ein flogbóltsdystur, tí føroyska liðið hevði bara so nógv brúk fyri at fáa ein taktiskan steðg aftrat. Og sveisiski venjarin var sjálv­ andi nøgdur við sítt, so haðani var ikki væntandi, at nøkur hjálp fór at koma… Traðkaðu í karakter Ta fyrstu løtuna í seinna hálvleiki stóð sveisiska verjan øgiliga væl, og tað var næstan ógjørligt hjá føroysku spælarunum at dirka hana upp. Og sam­ stundis gjørdist sveisiski málverjin, Pascal Stauber, ein sonn plága, tí hann tók sær av næstan øllum, sum hendinga ferðina slapp inn um verjuna. Hesa løtuna brúkti Sveis aftur skjótálopini sum eitt vápn, ið enn eina ferð rigg­ aði, og hóast tey ikki blivu so nógv, sum tey høvdu verið í fyrra hálvleiki, var tað nóg mikið til, at munurin øktist upp í átta mál, og longu tá mundi standa teimum flestu greitt, at her fór ikki at spyrjast nakað óvæntað úrslit burturúr. Týðiligt var, at føroysku venjararnir ikki vildu gera sama mistak, sum í fyrra hálvleiki, tá taktiski steðg­ urin var tikin í fyrra lagi, men eftir at Sveis hevði økt málmunin upp í 10 mál, vendist ikki aftur, og spælararnir fingu eina løtu at tosa um tingini. Tað gav beinavegin úrslit í einum máli, men so herjaði Sveis á av nýggjum og støðan var 28­17 til Sveis, tá sjey minuttir vóru eftir. Nú kom so – hóast alt – frægasta løtan hjá føroyska liðnum í seinna hálvleiki. Partvíst góvu nakrar sveis­ iskar útskiftingar rúmd fyri betri føroyskum spæli, men størsta orsøkin vóru tó nakrar føroyskar útskifting­ ar, ið góvu nýggjan íblástur inni á vøllinum. Spælarar sum Bárður Johannesen, Regin Joensen og Rúni Joensen traðkaðu í karakter og vístu seg at vera eitt fínt alternativ til teir, ið helst vóru farnir at møðast. Hesir tríggir fingu tvey mál í part og gingu á odda í endaspurtinum saman við Levi Nybo, ið fekk eina løtu í málinum ímóti endan­ um, har hann við fleiri góð­ um bjargingum fekk blást nýtt sjálvsálit inn í liðið. Við fyri at læra At nakrar skiftingar og broytingar komu, var helst í seinna lagi, men tað vísti seg at muna, og tað kunnu venjararnir so læra av, hóast komandi Sveis­dysturin leygarkvøldið við 1.200 villum heimaáskoðarum í Appenzell neyvan verður nøkur løtt uppgáva. Ikki minst vísti tað seg, at teir kvikaru og smidligaru menninir dugdu betur at smoyggja sær fram við stóru og tungu sveisarunum í verjuni, og tað var um reppið, at tað eydnaðist at halda tapið niðri á fimm málum, tá avtornaði. Hóast talan gjørdist um tap, var talan ikki um nakað beinleiðis vónbrot, sum so. Havast skal í huga, at Før­ oyar vóru fyriuttan báðar av sínum vanligu spælskip­ arum, og hóast avloysararnir loystu ta uppgávuna rími­ liga væl, høvdu júst spælar­ ar sum Tróndur Kragesteen og Janus Sørensen óivað givið liðnum eina dimensjón aftrat í álopsspælinum. Tað var stuttligt at síggja, at Føroyar í enntá longum løtum kundu spæla fult upp ímóti sveisiska liðnum, ið tó slapp ov lætt ígjøgnum seinna hálvleik, tá ráðaloysi og vantandi hugflog merktu føroyska spælið, burtur sæð frá síðstu 10 minuttunum ella so. Eingin ivi skal vera um, at her eru vit »við fyri at læra«, og nú fáa vit so at síggja í komandi dystum, hvat lærdómurin í gjár­ kvøldið kann brúkast til. Eitt munnu allir so hava lært: At tað næstan hevur mest at siga av øllum, at runnið verður skjótari aftur, tá umstillast skal frá álopi til verju. EM-undankappingin, bólkur 2 Spældir dystir 29/10 Føroyar­Serbia 20­41 01/11 Bosnia­Føroyar 45­28 26/11 Russland­Føroyar 37­16 30/11 Italia­Føroyar 30­23 18/03 Føroyar­Sveis 23­30 Komandi dystur 21/03 Sveis­Føroyar Russland 5 4­0­1 168­129 +39 8 Serbia 4 3­1­0 156­105 +51 7 Bosnia 4 2­1­1 129­113 +16 5 Sveis 5 2­1­2 145­143 + 2 5 Italia 5 1­1­3 125­160 ÷35 3 Føroyar 5 0­0­5 110­183 ÷73 0 Írestandi dystir 10/06 Føroyar­Russland 13/06 Føroyar­Italia 17/06 Serbia­Føroar 20/06 Føroyar­Bosnia EM-undankappingin, bólkur 2 Føroyar-Sveis 23-30 (11-16) 10 min: 4-6 20 min: 8-9 30 min: 11-16 40 min: 13-21 50 min: 17-25 Málskjúttar Føroyar: Heini Hanusarson 5, Agnar Joensen 4 (1), Sámal Joensen 3, Bárður Johannesen 3, Regin Joensen 2, Rúni Joensen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Áki G. Olsen 1, Carl Herup Olsen 1, Ingi Olsen 1 Sveis: Manuel Liniger 11 (4), Andre Schmid 6, Markus Husser 3, Iwan Ursic 3, Marko Vukelic 3, Daniel Fellmann 2, Martin Engeler 1, Mathias Oltmanns 1 Brotskøst: Føroyar 1, Sveis 5 Ávaringar: Føroyar 3, Sveis 2 Útvísingar: Føroyar 4, Sveis 2 Dómarar: Henrik Mäkinen & Göran Jonsson (Svøríki) EHF-eygleiðari: Allan Lund (Danmark) FAKTA um dystin Andrias verður klárur Annar av føroysku altjóða dómarunum, Andreas F. Hansen, sum fyri hálvaraðri viku var so óheppin at bekla mitt í dyst­ inum millum H71 og KÍF, er klárur aftur og fer saman við Eyðuni Samuelsen til Íslands at døma dystin sunnudagin mill­ um Ísland og Estland. Tað er so heppið, at dysturin er á Hafnarfirði, har føroyska fótbóltslandsliðið spælir sama dag, so tí fær Andrias hjálp frá fysioterapeutinum hjá fótbólts­ landsliðnum, ið fer at teypa honum fótliðin undan dystinum. Neistin og VÍF umaftur Ítróttardómstólurin hjá ÍSF hevur nú staðfest avgerðirnar hjá kappingarnevndini og dómsnevndini hjá Hondbóltssambandinum, og tað merkir, at dysturin í Atlantic Airways­kappingini millum Neistin og VÍF í Havn tann 18. januar skal spælast umaftur. Neistin vann dystin 38­37, men aftaná kærdu vestmenningar, tí dómararnir høvdu ógildað eitt mál upp á fríkast beint fyri hálv­ leikssteðgin. Neistin hevur mótkært, hvørja ferð niðurstøður eru gjørdar um at spæla dystin umaftur, men nú ítróttardómstólurin er komin til somu niðurstøðu, er eingin kærumøguleiki eftir. Tí er nú endaliga greitt, at Neistin og VÍF skulu spæla dystin av nýggjum.