Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 55 - 19. mars 2009 Ungt Virkið er á torginum í SMS í dag og fram til leygardagin. Í dag lat Johan Dahl, landsstýrismaður upp kappingina, og leygardagin fellir avgerðin, og vinnarin verður kosin. Til ber at síggja básar hjá teimum ymsu bólkunum í SMS. Ungt Virki Síðan skúlaárið 1996-1997 hevur Ungt Virki verið eitt tilboð til næmingar á støðisárinum á Føroya Handilsskúla. Eisini í ár hevur Tekniski Skúlin í Klaksvík eisini bjóðað næmingum at vera við í Ungt Virki. Næmingarnir skulu stovna virki, sum teir reka í skúlaárinum og síðani taka av, tá ið árið er úti. Hetta verður gjørt fyri at vekja teirra áhuga at skapa nakað sjálvstøðugt. Ungt Virki í Føroyum Ungt Virki í Føroyum er partur av Ung Virksomhed í Danmark, sum byrjaði í 1993 eftir áheitan frá Ung Företag¬samhet í Svøríki. Samstundis gjørdist Ung Virk¬somhed í Danmark limur í Young Enter¬prise Europe (YEE), sum er felagsfyri¬sitingin fyri líknandi verk¬ætlanir í øðrum europeiskum londum. YEE fevndi tá um 9 lond. Í dag eru umleið 20 lond limir í YEE. Líknandi felagsskapir, Junior Achievement, eru í USA og Asiu. Company of the Year Í Føroyum verður besta virkið valt burtur¬úr. Avgerðin verður tikin 19.-21. mars 2009. Hetta virkið hevur síðani møgu¬eika fyri at luttaka í DM í “Dansk Industri”, Keypmanna¬havn 23.-24. apríl 2009 og í eini europeiskari kapping, sum Young Enterprise Europe skipar fyri á hvørjum ári í juli/august. Tað besta virkið har verður útnevnt sum Company of the Year. Feløgini Í ár eru 17 virki við í kappingini um at gerast besta unga virkið. Hesi virkini eru íognarfeløgini niðanfyri: Alt í Einum Føroya Handilsskúli, Tórshavn Desember Føroya Handilsskúli, Tórshavn Dims Føroya Handilsskúli, Tórshavn Fjari Føroya Handilsskúli, Tórshavn Gestavirki 1 Karleby Handilsinstitut, Helsinki Gestavirki 2 Karleby Handilsinstitut, Helsinki Heavy Metal Tekniski Skúlin, Klaksvík Isi Føroya Handilsskúli, Kambsdalur KRIA Føroya Handilsskúli, Tórshavn Mouse House Tekniski Skúlin, Klaksvík Nimo Føroya Handilsskúli, Kambsdalur Nukik Føroya Handilsskúli, Kambsdalur Odor Tekniski Skúlin, Klaksvík Opulentia Tekniski Skúlin, Klaksvík Sjoku Tekniski Skúlin, Klaksvík Sólarrisið Føroya Handilsskúli, Tórshavn Sunaru Føroya Handilsskúli, Kambsdalur Ungt Virkið byrjar í dag