Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 55 - 19. mars 2009 – menning av tí einstaka menniskjanum, menning av nærumhvørvinum og menning av øllum samfelagnum, segði Jóannes Eidesgaard, landss­ týrismaður í fíggjarmálum m. a. í røðuni, hann helt í sam­ band við, at Skúladepilin í Suðuroy var handaður mánadagin F yri umleið 40 árum gekk eg saman við øðrum unglingum úr Vági, av Tvøroyri og úr Hvalba á studentaskúla í Danmark. Hetta var tá ikki ein møguleiki, sum stóð øllum í boði, sum tað tíbetur ger í dag. Fyri okkum unglingar var hetta nakað av eini mentanarkollvelt­ ing at fara burtur í onnur lond. Vit sluppu heim til jóla og í summarfrí við Tjaldrinum, men annars máttu vit búleikast fjart frá familju, vinum og heimi hesi týdningarmiklu árini frá tí, vit vóru 16 til 19 ár. Men fyrst í sjeytiárunum var spurningurin um at vaksa mið­ námstilboðið við eini HF­útbúgv­ ing vorðin aktuellur eisini í Før­ oyum. Miðnámstilboðið var frammanundan bert í Havn. Landsstýrið, sum tá sat, tók ta støðu, at skuldi tilboðið víðkast, so skuldi nýggja útbúgvingin bjóðast út eisini uttan fyri høvuðsstaðin. Soleiðis gekk tað til, at vit fingu HF­ skeið í Klaksvík, í Suðuroynni og í Eysturoynni. Suðuroyar HF­ skeið er soleiðis upprunin til hendan skúlan, sum nú fær nýggj og prýðilig høli. Tað er einki yvir at dylja, at avgerðin um HF uttan fyri Havn­ ina varð tikin av fyrilitum fyri økismenning ella bygdamenning, sum tað tá varð kallað. Men henda avgerð bygdi eisini á eina vaksandi fatan av tí týdn­ ingi, sum útbúgving hevur í einum nútímans samfelag. Henda avgerð var soleiðis eis­ ini eitt talandi dømi um vaksandi tilvit um, at útbúgving er ein fortreyt fyri menning – menning av tí einstaka menniskjanum, menning av nærumhvørvinum og menning av øllum samfelagnum. Hetta vóru sostatt fyrstu signal­ ini um, at vitanarsamfelagið var á veg í Føroyum, eitt forvarsil um, at vit vóru á veg inn í eina tíð, har førleikar og vitan vóru sjálvsagdar fortreytir fyri menn­ ing. Vit vóru við øðrum orðum á ferð móti einum samfelagi, har tað einstaka vælútbúna menniskjað var besta tilfeingið. Her var veruliga talan um eitt nýtt og sera áhugavert útbúgving­ arpolitiskt rák. Tað, sum bert fá ár framman­ undan varð hildið vera óhugsandi – at bjóða miðnámsútbúgvingar ella gymnasialar útbúgvingar fram úti um landið, bar í roynd og veru væl til, væl at merkja, um tær neyðturviligu fortreyt­ irnar vóru til staðar. Og júst um hetta mundið vóru flestallar fortreytir til staðar. Ein fortreytin var, at politiskur vilji var at royna nýggjar leiðir og at rinda tað, ið hetta fór at kosta. Ein onnur fortreytin var, at lokalu myndugleikarnir ­ komm­ unurnar vóru áhugaðar og kundu samstarva við landsmyndugleik­ arnar eitt nú við at leggja høli og aðrar hentleikar til. Ein triðja fortreytin var, at vit høvdu fingið eitt nýtt ungt ættar­ lið av vælútbúnum fólki, sum hevði mót, evni og vilja til at royna seg á hesum øki uttan fyri høvuðstaðin. Eg vil fegin í hesum sambandi eisini nevna, at uttan eitt dugna­ ligt lið av útlendskum lærarum við akademiskum útbúgvingum, var verkætlanin neyvan vorðin veruleiki. Tað er neyvan av tilvild, at hetta nýggja rák fyrst í 70árunum kom við einum nýggjum ættar­ liði av politikkarum, sum hugs­ aðu øðrvísið, og sum hugsaðu djarvt og høvdu nakrar visjónir um útbúgving sum menningar­ amboð, bæði tá talan var um ungdóm og um økismenning. Her vóru nakrir ávísir politikk­ arar, sum skaraðu framúr og tóku tað størsta politiska takið í hes­ um máli. Einhvør rúmkan av miðnámstilboðnum skuldi koma ungdóminum og lokalsamfelagn­ um uttan fyri høvðustaðin til góðar. Hetta var ein klók og djørv avgerð. Júst tað sama kann sigast um klóku avgerðina at leggja nýggja Almanna­ og heilsuskúlan í Suð­ uroynni. Ein útbúgving, sum í framtíðar samfelagnum fer at hava sera týðandi leiklut. Alt bendir á, at tann miðnáms­ skúli, sum kom burturúr hesum nýggja politikki innihaldsliga var og er millum fremstu skúlar í landinum. Ungfólk í hópatali hava í hesum skúla vunnið sær eitt haldgott støði fyri styttri ella longri útbúgvingum og harvið tryggjað sær eina góða starvsleið í lívinum. Í roynd og veru er einki alterna­ tiv til góðar útbúgvingar. Avbjóð­ ingin nú er at finna størv her í oynni til hesi mongu, sum fyri­ bils flyta burtur at nema sær útbúgving, soleiðis at tey kunnu gera brúk av førleikanum her. Hetta er í botn og grund høvuðs­ trupulleikin okkara oyggj hevur. Karmar og umstøður hava verið sera truplar. Skúlin hevur verið í fyrst tveimum bygdum og síðan í ymsum hølum ­ ongantíð øll undir somu lon. Hesar umstøð­ ur hava sett stór krøv til næming­ ar so væl sum til lærarar, og vit kunnu skjótt semjast um, at tað er ikki sørt av einum bragdi at hava megnað at reka ein mið­ námsskúla á fult forsvarliga fakligum og pedagogiskum støði undir slíkum umstøðum. Her skal verða borin fram ein hjart­ ans tøkk til teir lærarar, sum undir truplum fysiskum umstøð­ um hava framt dygdargott námsfrøðiligt avrik. Spurningur um karmarnar hev­ ur upptikið avvarandi myndug­ leikar øll árini, og ásannast má, at leiðin hevur verið tung og trupul frá tí fyrsta politiska skúlapakkanum til avgerðina um bygging vesturi í Bø og so til eina afturvendan til hugskotið frá upprunaliga skúlapakkanum um eitt útbúgvingarsentur ­ eina skúlamiðstøð her í Hovi. Við hesari loysnini fingu vit savnað miðnámsútbúgvingina og almanna­og heilsuútbúgvingarnar í Suðuroy undir einari lon ­ her í hesum vakra, funktionella og prýðiliga skúlabygningi. Fyri Almanna­ og heilsuskúlan, sum hóast truplar umstøður hevur frálík faklig úrslit, kann henda loysnin bert vera eitt stórt fram­ stig. Sostatt er nógv vunnið við hesi hølisloysn. Hesin skúlabygningur eru einki minni enn eitt arkitekton­ iskt meistaraverk, sum er allari almennari bygging í Føroyum til miklan heiður. Hesin bygningurin er hartil annað og meira enn ein framúr virðiligur karmur um tvær týðandi útbúgvingar. Skúlabygningurin gevur eisini møguleikar fyri samstarvi mill­ um útbúgvingar og fyri synergi­ virkni. Hann eggjar til at skipa fyri ymsum skeiðvirksemi, fyri eftirútbúgvingum, fyri lívslangari læru, fyri mentanarligum virk­ semi og fyri ymsum tilboðum til ung sum eldri ­ alt samalt til frama og gagn fyri fólkið her í oynni. Tað er ikki sørt av súm­ bolikki í hesum, at hesin vakri bygningur myndar karmarnar um eitt felags útbúgvingarvirksemi, júst sum spurningurin um at savna alla oynna í ein komm­ unalpolitiskan og fyrisitingar­ ligan felagskap er meira aktu­ ellur og átrokandi enn nakrantíð. Týdningurin av hesum nýggja skúlabygningi røkkur tí langt út um hetta átrokandi málið ­ at tryggja tveimum góðum og týdn­ ingarmiklum útbúgvingum nøkt­ andi og tíðarhóskandi karmar. Hesi bæriligu hús ímynda eins nógv eina nýggja samfelagsstøðu og eina nýggja tíð, har vit suðr­ ingar læra okkum at lyfta í felag, at samstarva meira, at standa saman sum ein um hetta eina: í góðum samstarvsanda og við sterkum felagsskapi at taka ímóti teimum stóru avbjóðingum, sum standa fyri framman. Frá skúladepilinum her sunnan­ vert Hovsá síggja vit eina av elstu landnámsbygdunum í Før­ oyum, og haðani síggja vit niðan á Havgrímsgrøv undir Homrum og út á Leivsgarð. Allir teir tríggir ­ Havgrímur, Øssur og Leivur skulu sambært Føroyingasøgu hava búð her í Hovi. Vestan fyri okkum hevjar Borg­ arknappur seg. Hann stendur sum ein verji móti vestri, har hann stendur við sínum fjalda boð­ skapi. Boðskapinum um, at hann er mark millum 4 bygdir ­ Vág, Porkeri, Hov og Fámjin – so hví ikki taka fyrstu tøkini saman júst her undir Borgarknappi. Og við dagsins tøkniligu møguleikum við t.d. fjarlestri kann Borgar­ knappur í framtíðini gerast vitni til, at fólk kunnu fara undir hægri lesnað her í Hovi. Eg takki øllum hjartaliga, sum á ymsum stigum so væl og so íðin hava virkað til hetta framúr góða úrslit ikki minst arkitektum, entreprenørum, handverkarum og arbeiðsfólki. Eg ynski øllum, sum her skulu virka – tað veri seg næmingar so væl sum lærarar og onnur starvsfólk ­ góða eydnu við arbeiðinum. Unglingarnir, sum fyri 40 ár­ um síðani tóku miðnám í Dan­ mark, eru onkrir teirra til staðar her í dag og kunnu fegnast um, at møguleikarnir hjá dagsins ung­ dómi eru munandi batnaðir. Enn eitt prógv um, at vit í Føroyum flyta okkum rætta vegin. Takk fyri og tillukku øll somul. Jóannes Eidesgaard Útbúgving er ein fortreyt fyri menning