fríggjadagur 20. mars 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 56 - 20. mars 2009
Sleppa ísbjørnini upp á fjall
Alheimsnáttúrugrunnurin WWF skuldsetir nú londini norðuri í
póløkinum fyri at sleppa ísbjørnini upp á fjall, tí tey taka ikki
veðurlagsbroytingarnar í nógv stórum álvara. Hesa niðurstøðu er
WWF komin til, eftir at tey arktisku londini hava hildið ráðstevnu í
Tromsø. Í 1973 lovaðu londini norðuri í póløkinum at verja
ísbjørnina og hennara livipláss. WWF sigur, at tá var tað skilaleys
veiða, sum hótti ísbjørnina, og tá vóru londini samd um at verja
bjørnina. Men nú veðurlagsbroytingarnar eru hóttanin, er áhugin ikki
tann sami, sigur WFF.
Ágangandi krabbi í Danmark
Ein fiskimaður á Lollandi fekk nú um dagarnar einar 50 smár krabbar,
sum hann ikki rættiliga kendist við, og kanningar staðfestu seinni, at
talan er um eitt krabbaslag, sum livir í feskvatni ymsastaðni fram við
eysturamerikonsku strondini. Hetta er ein lítil krabbi. Skelin er ikki meiri
enn tríggjar sentimetrar í tvørmát, men Beth Søeborg Lundholm,
lívfrøðingur, sigur við DR, at hóast krabbin hann er lítil, er hesin krabbin
sera ágangandi og eingin gestur at fáa. Fer hann at gera um seg álvara í
donskum øki, kann hann t. d. beina fyri danska kræklinginum, sigur
lívfrøðingurin.
Tað verður stolið
úr viðførinum, ið
verður tjekkað inn
á flogvøllinum í
Kastrup. Atlantic
Airways ásannar, at
trupulleikar hava
staðist av stuldri
á flogvøllinum, og
Tryggingarfelagið
sigur seg fáa millum
10-20 fráboðanir
árliga
Stuldur
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Tað verður stolið úr við
førinum, ið er tjekkað inn á
flogvøllinum í Kastrup.
Serliga eru tað virðismiklir
lutir so sum teldur, far
telefonir og smúkkur, ið er
væl umtókt sum tjóvagóðs.
Tað eru sostatt ikki ferða
fólk, ið stjala frá hvørjum
øðrum í hesum føri, men
starvsfólk á flogvøllinum í
Kastrup.
Stjórin
á
Atlantsflog,
Magni Arge, ásannar at
trupulleikar hava staðist av
stulduri, ið verður framdur
á viðføri ávegis til Føroya,
sum verður tjekkað inn á
Kastrup flogvølli.
Vit høvdu nakrar trupul
leikar av tí, serliga í heyst,
har tað so hevur verið meld
að til løgregluna. Hann
skoyt ir upp í, at tað ikki er
nakar serføroyskur trupul
leiki, og at tað er nakað, ið
fer fram á flogvøllum kring
heimin.
Per Levring, leiðari á
deild ini hjá Atlantic Air
ways í Kastrup, váttar
somu leiðis trupulleikan.
Yvir eitt tíðarskeið her
fyri kom regluligur stuldur
fyri. Vit meldaðu tilburð ir
nar til ein handlingsagent,
sum so meldar slíkar til
burðir til løgregluna á flog
vøllinum, greiðir hann frá.
Síðan hevur tað verið frið
ar ligari við stulduri.
Hann sigur, at tað, sum
verður stolið, eru virðis
miklir lutir, so sum smúkkur
og tøkniligir lutir. Men
hann hevur eingi tøl yvir,
hvussu ofta hesir tilburðirnir
verða meldaðir, men vísir í
staðin til løgregluna á flog
vøllinum.
Eg vil ikki siga at hetta
er ein vanligur trupulleiki,
men tað kemur fyri. Vit
við mæla
øllum
okkara
ferða fólkum at hava virðis
miklar lutir í handvið før
inum, fyri at sleppa undan
tjóvaríið, sigur Per Levr
ing.
Tryggingarfelagið
heldur eyga við
Tað kemur fyri, at vit fáa
fráboðanir frá føroyingum,
ið sakna lutir í kuffertinum,
tá tey fáa tað aftur. Og vit
eru obs uppá trupulleikan,
sigur Helgi L. Petersen frá
Tryggingarfelagið Føroyar.
Um eg skal gita, vildi
eg sagt, at tað kemur fyri
millum 1020 ferðir um
árið, men tað er torført at
siga nágreiniliga, tá vit ikki
hava nøkur nágreinilig tøl
fyri hesar tilburðirnar, sigur
hann.
Tryggingarfelagið
Før
oyar hevur ongar treytir fyri
hvat skal tjekkast inn, tá
ferðafólkið skal á ferð, og
vísir á reglugerðina fyri
ferða tryggingar, har virðis
miklir lutir skulu vera í
hand viðførinum, og ikki
skulu tjekkast inn saman
við restini av viðførinum.
Hvørki løgreglan í Kast
rup ella í Havn var at fáa
fat ur í í dag, sum annars
kundi kastað ljós yvir júst
hvussu ofta stuldur verður
framdur á viðføri hjá ferð
andi um Kastrup flogvøll.
Tey stjala úr
tínum
kufferti