fríggjadagur 20. mars 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
10
Nr. 56 • 20. mars 2009
Í farnu viku var Niels Jacob
Heinesen, sum eigur og rekur
handilin Photocare í Dr. Jakobsens
gøtu, á fótbóltsferð á Old Trafford
Leikvøllinum í Manchester, sum
liggur í Lancashire í Norður
onglandi. Við á ferðini vóru børn
ini, Annika og Teitur. Niels Jacob,
sum hevur drúgvar royndir sum
myndamaður, hevði tíbetur eisini
myndatólið við sær á ferðini.
Yvir 100 føroyingar
Niels Jacob greiðir frá:
Vit vóru yvir 100 føroyingar á
Old Trafford hendan dagin. 90
vóru komnir úr Føroyum, og eini
1015 føroyingar vóru komnir úr
Danmark. Tann elsti var um tey
81, og tann yngsti var um 1112
ár, so aldursspennið var vítt,
undirstrikar Niels Jacob.
Samanhaldið og hýrurin var
stórt sæð góður allan túrin. Elsti
luttakarin á túrinum, var Eigil
Hansen – Eigil á Borð – væl
kendur kapteynur og útisiglari.
Eigil hevur hildið við Manchester
United í yvir hálva øld, og var tað
eisini stórt fyri hann og konuna,
Margaret at trína inn á Old
Trafford.
Í tí stóra og heila var talan um
eina jaliga uppliving. Undantakið
var tó fyrsti tímin aftan á dystin,
sum gjørdist eitt stórt antiklimaks
fyri tann stóra meirilutan
av føroyingunum, sum vóru
Manchester Unitedfjepparar.
Manchester United tapti 14 til
Liverpool, og er talan um størsta
tapið ímóti Liverpool á heimavølli
í samfull 73 ár.
Niels Jacob heldur kortini, at
talan var um eina samlaða stóra
uppliving. Føroyski hópurin sat
oman fyri annað málið, beint
uppiyvir deildini, har Liverpool
áskoðarnir sótu. Talan var um
góðar áskoðaraumstøður, og
ein sera snøggan leikvøll. Skjótt
gekk hjá trygdarvørðunum og
leikvøllsstarvsfólkunum at fáa
áskoðarnar inn at sita, og tað
gekk skjótt at koma út aftur
aftaná dystin.
– Líka skjótt, sum at fara inn
á Tórsvøll, greiðir Niels Jacob
eitt sindur speiskliga frá. Men
tá neyðugt var at gera ørindini,
sum náttúran kallar eftir, so var
neyðugt at ganga ein longri tein.
Annars var alt sera høggligt.
Eingin græt
Hóast lagið var rættiliga niðarliga
hjá 90 av teimum yvir 100
føroyingunum, aftan á dystin, so
undirstrikar Niels Jacob, at tað
kortini ikki var so galið, at nakar
græt aftan á dystin. Føroysku
Liverpoolfjepparnir vóru kortini
noyddir at goyma sínar kenslur og
sína frøi, tá Liverpool skoraði tey
fýra málini.
– Av trygdarávum, so máttu teir
sum hildu við Liverpool kasta seg
niður eftir, tá Liverpool skoraði,
og teir máttu eisini royna at dylja
gleðina á veg út úr Old Trafford,
undirstrikar Niels Jacob, sum
tykist hann verða lættur teirra
vegna, at teir megnaðu at hava
tamarhald á kenslunum.
Ilt blóð hevur verið millum
Manchester United og Liverpool
viðhaldsfólk í mong ár. Hatrið er
so gamalt, at fleiri ættarlið hava
verið fongd av hesum. Men slíkt
er nakað, sum føroysk friðarfólk
seint koma at skilja. Niels Jacob
letur heilt væl at Manchester
sum ferðabýi.
Føroyingarnir brúktu rættiliga
nógva tíð í stóru sølumiðstøðini,
sum verður nevnd “Trafford
Center”, har alskyns handlar eru
at finna. Føroyski hópurin búði á
Hotel Ramada, sum var júst sama
hotel, har EB/Streymsspælarnir
búðu, tá teir spældu seinna UEFA
Cup dystin ímóti Manchester City.
Fólk á staðnum vóru tí væl
kunnaði um Føroyar. Niels Jacob
sigur seg ikki ivast í at roynt at
fari ein túr aftur til Manchester
fyri at hyggja eftir einum dysti á
Old Trafford.
– Men prísurin er barasta ov
høgur. Fyri okkum trý kostaði
ferðin 21.000 krónur, og tað er
ríkiliga nógv at gjalda. Næstu
ferð fari eg heldur at útvega
mær eitt atgongumerki til ein
fótbóltsdyst, og so fari eg at
leggja alla ferðina til rættis
sjálvur, endar Niels Jacob, sum
við væl tiknu myndunum letur
lesaran taka lut í upplivingini,
sum føroyski hópurin hevði á Old
Trafford farna vikuskiftið.
Niels Jacob Heinesen,
handilsmaður í Havn,
var saman við børn
unum og 100 øðrum
føroyingum á Old
Trafford í Manchester
til dyst millum Man
chester United og
Liverpool. Hóast stór
tap til heimaliðið, so
gjørdist talan um eina
sanna uppliving
kortini
FULLSET á »THE THEATRE OF DREAMS« 76.000 áskoðarar
Stór uppliving hóa
»HEINESEN KLANURIN« Heima eru vit í tí hepnu støðu at tað er ongantíð
klandur um fjarstýringina, tá fotbóltur er á skránni
Fjepparar
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Myndir:
Niels Jacob Heinesen