Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 56 - 20. mars 2009 Verksmiðjutrolarin Sunda berg verður á Klaksvík í nátt, og Skála berg fer at sigla um eina viku ella 10 dagar. Reiðarin, Hanus Hansen, váttar yvir fyri Sosialinum í morgun, at einki nýtt er at frætta um møguliga sølu av Sundabergi, og mann­ ing in er ikki uppsøgd Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Van ligt er, at menn gleða seg til at koma heim, og tað gera teir 38 menninir eisini um borð á Sundabergi. Skip ið kemur á Klaksvík í nátt við 760 tonsum av flaki. Tó skilst á monnum, sum eru við skipinum, at hýrur in er ikki betri enn góð ur. Seinastu tíðina hevur nevni liga verið graml um, at Sundaberg kanska verður seldur, og áhugaðir keyparar hava eisini verið umborð, tá skipið hevur verið inni í Noregi. Hanus Hansen, reiðari, hevur áður sagt, at skipið í øll um førum ikki verður selt nú. Í stuttari samrøðu við Sosial in í morgun sigur reið ar in, at eingin avtala er gjørd um sølu av skipinum, og at manningin ikki er søgd úr starvi. - Tað er einki nýtt í tí máli num, leggur hann aftrat. Skálaberg at sigla Hanus Hansen veit at siga, at Skálaberg, ið hevur um leið somu nøgd av flaki sum Sundaberg, væntandi fer at sigla um eina viku ella 10 dagar. Bæði skipini fóru úr Fø royum 3. januar í ár. - Tá Skálaberg kemur heim aftur og hevur lagt veið ina upp, fara teir á konga fiskaveiði, leggur reiðar in aftrat. Sum skilst, er ikki greitt, hvat Sundaberg, sum er liðug ur við sína kvotu í norsk um sjógvi, nú fer at gera. Spældu puss Bæði Sundaberg og Skála- berg byrjaðu hendan túrin í norskum sjógvi, men tá stýgur kom í sam ráð ing ar- nar millum Føroyar og Noreg um býtið av eyka makrel kvotuni norðanfyri, vórðu føroysku verk smiðju- trolar ar nir riknir úr norskum sjógvi og fóru í gráu leiðina at royna. Tá so trætan landanna mill um umsíðir loysnaði við tað, at Føroyar lótu norð monn um allan makrel- in, teir vildu hava, fóru skip ini aftur í norskan sjógv at royna. Fiskiskapurin hjá før- oysku verk smiðju trolar un- um í gráu leiðini gjørdist góð ur, sum tíðin leið, og tá av talan við norðmenn kom upp á pláss, høvdu skipini rok fiskiskap. Skipari á Sundabergi er Brandur Joensen úr Mið- vági. Manningin á Sundabergi ikki uppsøgd Nú Sundaberg kemur heim við 760 tonsum av flaki, er hýrurin umborð ikki bestur. Hanus Hansen, reiðari, sigur tó í morgun, at einki nýtt er um møguliga sølu av skipinum Mynd: Jens Kristian Vang Mikladalsnevndin haft fund Fyrsti fundurin varð í vikuni í sokallaðu Mikladalsnevndini. Lagið var gott á nevndarlimunum til fyrsta fundin hjá Staðbundnu nevndini fyri Mikladal, eisini nevnd Mikladalsnevndin. Til býráðsvalið 11. november 2008 høvdu mikladalsbúgvar tveir valseðlar. Ein til Klaksvíkar býráð og ein til Mikladalsnevndina. Trý umboð av Mikladali hava umboðan í Mikladalsnevndini, og tvey umboð eru frá Klaksvíkar býráði. Í nevndini sita: Gunvá við Keldu, borgarstjóri, ið er forkvinna í nevndini Hans Arni Bertholdsen, umboð fyri minnilutan í Klaksvíkar býráði, Markus Suni í Norðnastovu, Joen Hendrik Hendriksen, Jógvan Andrias Sørensen. Eik Banki Vilmund@sosialurin.fo Seinnapartin í dag hevur Eik Banki aðalfund í Norður landa húsinum, har nevnd in fer at leggja fram sína frágreiðing um virki hjá bankanum í farna ári. Á skránni verður eisini fram løga av grannskoðaðari árs frásøgn til góð kenn ing- ar. Onnur mál, sum eru á skrán ni til aðalfundin í dag, eru 1) Avgerð um nýtslu av yvir skoti ella rindan av halli sambært góðkendu árs frá søgnini og 2) Uppskot um at heimila nevndini at lata bankan ogna sær egin parta brøv í tíðini fram til næsta ársaðalfund. Eftir at hesi mál hava verið til viðgerðar og støðu- takan, verður val av nevndar limum og grann- skoðara. Fjølmiðlar hava atgongd til aðalfundin, og Eik Banki hevur eisini bjóðað okkum á Sosialinum/ Rás2 at senda tvey umboð á aðalfundin, sum byrjar klokkan 17 í dag. Sosialurin royndi at fáa orð Bjarna Olsen, stjóra í Eik Banka, til aðalfundin í dag, men stjórin var ikki tøk ur beint fyri døgurða. Hin 27. februar í ár – dagin fyri eykaaðalfundin í banka num – kunngjørdi Eik ársúrslitið fyri farna ár, sum vísti eitt hall upp á 314 miljónir krónur. Í viðmerkingum til úrs lit- ið, segði bankin, at tað ser- liga er altjóða rákið, sum hevur sett síni spor í árs- rokn skapin, og soleiðis eisi ni týðandi virksemi hjá banka num uttanlands. - Men inntøkurnar í Eik- samtakinum eru øktar, og grund leggjandi banka- rakstur in vísir eitt avlop á 392 miljónir krónur. Sam- takið hevur gott gjaldføri, og solvensurin er 10,6 pro- sent, segði Eik Banki, tá árs rokn skapurin varð alman na kunngjørdur við end an av februar. Eik Banki aðalfund í Norðurlandahúsinum