Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 • 20. mars 2009 Vikuskifti 9 pilturin, og sum maður savnaði hann ein hóp av føroyskum søgum og fekk tær prentaðar og harvið goymdar, so tær ikki kunna gloymast.« Tá Vensil var seks ára gamal, lærdi abbin, fútin, hann at lesa – og fór skjótt at lesa latín við honum. Fyrsti maður á amtsskriv­ stovuni, tann sera væl gávaði hvalbingurin, Jens Davidsen, lærdi dreingin at skriva, og hann var settur í Havnarskúla. Presturin í Havn, Kristen Pram Gad, sum seinni bleiv verfaðir hansara, las eina tíð við Vensili. Hammershaimb hevði sjálv­ sagt eisini samband við ommu­ beiggjan, Jens Christian Svabo, sum tá var gamal og sjúkligur. Men hann fekst tó framvegis við at skriva upp føroysk orð og føroysk kvæði. Hóast Vensil bert var fimm ára gamal, tá Svabo doyði, segði hann seg væl minnast ommubeiggjan siga frá. Í 1831, tá Vensil var 12 ára gamal, fór hann til Keypmanna­ havnar at ganga í skúla. 20. oktober 1831 fara hann og mamman avstað við kongiliga handilsskipinum. Men ferðin var drúgv. Ódnar­ veður brast á, og skipið mátti fleiri ferðir leggja inn, og tað kom ikki leiðina fram til Danmarkar fyrr enn 26. februar 1832 ­ góðar fýra mánaðir seinni. Hammershaimb fór fyrstu ferð heim til Føroya at ferðast í 1841. Hann ferðaðist saman við Pløjen, amtmanni, um landið og savnaði saman føroysk fólkaminni. Í 1855 gjørdist V. U. Hammers­ haimb prestur í Kvívík. Í 1862 flutti hann inn á Nes í Eysturoy og gjørdist próstur í 1867. Í 1863 lat hann nýggjan prestagarð byggja, sum konan hevði teknað. Hann sat á Løgtingi í trý skeið og flutti í 1878 við konuni til Dan­ markar at búgva. Men hann vildi fegin vitja oyggjarnar aftur, og í 1893 sigldi hann sína síðstu føroyaferð fyri at vitja vinir og skyldfólk aftur. Hann ferðaðist runt landið, og allastaðni møtti honum stórur blíðskapur. Í Havn var hann við til ein fund um »Broyting«, men annars legði hann seg ikki út í tað stríð um skriftmálið, sum tá stóð á. Áðrenn Hammershaimb fór aftur til Danmarkar, varð boðið til eina stóra veitslu í Havnar Klubba, har fleiri av landsins bestu monnum hildu røðu fyri honum. Dagurin upprann, tá ið Hamm­ ershaimb skuldi fara. »Laura« lá á vágni. Politistarnir buðu sær til at føra Hammershaimb umborð, men so komu løgtingsmenninir og vístu honum ta æru, at rógva hann út til skipið. Ein rúgva av bátum fylgdi, og fólk fór upp á skipið fyri eina ferð enn at siga farvæl. Frá bátinum varð sungin yrking eftir Jóannes Patursson: »Vensil legði at Føroya landi morgun ein so blíðan, nú vil hann aftur í havið halda, sigla tann streymin stríða«. Hetta var seinasta fer Hammers­ haimb í Føroyum. Hann doyði 8. apríl 1909 í Keypmannahavn ­ 90 ára gamal. FAKTA UM: Venceslaus Ulricus Hammershaimb Føddur: 25. mars 1819 í Sandavági Deyður: 9. apríl 1909 í Keypmannahavn Foreldur: Jørgen Frantz Hammershaimb og Armgarð Maria Egholm. Uppvaksin í Gongini í Havn Fór til Danmark í skúla í 1831 Gav í 1854 fyrstu føroysku mállæruna út og gjørdi ta nýggju rættskrivingina. Gjørdist í 1855 prestur í Kvívík. Gjørdist í 1862 prestur á Nesi í Eysturoy, próstur frá 1867. Her lat hann í 1863 nýggjan prestagarð byggja, sum konan hevði teknað. Sat á Løgtingi trý skeið. Flutti í 1878 við konuni til Danmarkar at búgva. Hann vitjaði fyri seinastu ferð í Føroyum í 1893. Í Sandavági varð minnisvarði reistur í 1919, V.U. Hammershaimb til heiðurs. Hevur givið út: Í 1852: Færøske Kvæder, København; 2. útgáva, Føroyar 1969 Í 1891: Færøsk Anthologi I. Tekst samt historisk og grammatisk Indledning, København; 2. útgáva, Tórshavn 1969. Hendan myndin er tikin niðan gjøgnum Gongina fyrst í farnu øld – á ellisárum Hammershaimb. Umhvørvið er ikki nógv broytt fram til okkara dagar, og neyvan heldur aftur til barnadagar Vensils. Foreldur hansara vóru úr hesum húsum, mamman úr Nýggjustovu v.m. og pápin úr Fútastovu, h.m. Tá pápi Vensin doyði, flutti mamman til Havnar – inn til móður sína í Nýggjustovu, sum soleiðs gjørdist barnaheims Vensils