Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 56 - 20. mars 2009 seg úr stólinum. Hann helt tað vera eina ófatiliga undir meting av hyggjara­ arum at halda, at tey ikki krevja góðsku. At man næsta n setir sær sum mál at slaka uppá góðskuna, hevði ikki komið fyri innan nakað annað fakøkið, staðfesti hann. Kann man ímynda sær, at tað til dømis eisini er í lagi at slaka uppá góðsk una inna sjúkra hús­ verkið, vegakervið ella í løg frøðiligari ráðgeving, spurdi Herluf Hammer, og legði afturat, at við at hýsa hesum møguleikanum um lægri góðsku, tosa politikar­ ar nir sum um framleiðslan í KvF bara er eitt spæl. rum framat Lívið sum Rósa og ein drongur, sum eitur Villi Rósa droymir um at gerast heimskend poppstjørna. Men alt, hon ger, er at spæla trombon í einum býttum hornorkestri og hokki við besta vini sínum Villa. So svíkir besta vinkonan Jessika hana. Ger Rósa ikki bara tað, hini vilja hava hana at gera? Ein dagin skilir hon tað. Ein dagin verður tað púra greitt fyri henni, at nú skal hon liva lívið sum Rósa. Høvundar eru Måns Gahrton og Johan Unenge. Emil og Ida í Lønnibergi Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út bókina, Emil og Ida í Lønnibergi, eftir Astrid Lindgren. Í Kattholti í Lønnibergi er hugnaligt, tað halda øll. Eisini á verkstaðnum er hugnaligt; har situr Emil mangan og hugsar um síni skálkabrøgd. Ida lítla vil hava Emil at læra seg at gera skálkabrøgd. Men tað ber ikki til, sigur Emil, tí skálkabrøgd tey bara koma! Björn Berg hevur teknað myndirnar í bókini. 
 
 
 
 
 0 2,000,000 4,000,000 6,000,000 8,000,000 10,000,000 12,000,000 14,000,000 16,000,000 18,000,000 20,000,000 Public Service sjónvarp 5 góðskusendingar 8 tónleikasendingar Undirhald Føroyskar røddir Føroyska speek og tekst Átak Lívsstíl Brúkarasending Mentan beinleiðis Dokumentar sunnukvøld Dagur og Vika vikuskiftið Dagur og Vika 0 500,000 1,000,000 1,500,000 2,000,000 2,500,000 3,000,000 3,500,000 4,000,000 4,500,000 5,000,000 Public Service útvarp Nýggj rás Børn Ungdómur 5 góðskusendingar 8 tónleikasendingar Um Kringvarp Føroya fekk 25 milliónir afturat, fingu vit... Kringvarp Føroya er at meta sum ogn hjá øllum føroyingum. Kringvarpið hevur sum sjálvstøðugur almennur stovnur public service­skyldur mótvegis brúkarum sínum. Kringvarpið skal gera og senda so nógv og gott føroyskt tilfar sum til ber og soleiðis virka fyri, at allir føroyingar gerast betur førir fyri at liva, virka og trívast í føroyska samfelagnum og at taka støðu til og ávirka tað á ein fólkaræðisligan hátt. Hetta merkir, at stovnurin bindur seg til at tryggja eitt breitt útboð av sendingum og tænastum fyri alt Føroya fólk, umvegis sjónvarp, útvarp, alnót og líknandi miðlar. Sendingarnar skulu m.a. fevna um tíðindaflutning, upplýsing, undirhald og mentan. Somuleiðis skal Kringvarp Føroya sum gluggi virka fyri, at føroyska tjóðin gerst betur før fyri at skilja heimssamfelagið og liva í og saman við tí. Kringvarp Føroya skal røkja sítt public service­ virksemi eftir ynski og tørvi hjá øllum føroyingum og skal tryggja, at tilfarið í sínum innihaldi: • er óheft av seráhugamálum • er fjølbroytt og margfalt • er viðkomandi, álítandi og sakligt, tá talan er um tíðindi og upplýsing annars • veitir brúkaranum atgongd til týðandi upplýsing og orðaskifti um avgerandi samfelagsviðurskifti • vendir sær til nógvar avmarkaðar áhugabólkar eins væl og til ein størri skara • gevur brúkaranum gott innlit í mentan og uppliving av føroyskari list • hevur høga góðsku, bæði tá talan er um upplýsing og undirhald. Kelda: Grein 2 í útkasti til ein føroyskan public service sáttmála Endamálið við Public Service Við kjakborðið um Public Service sótu Magni Laksáfoss og Bill Justinussen, løgtingslimir, Birgir Kruse, fjølmiðlafrøðingur, Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, Allan Dalsgarð, leiðari á miðladeildini í KvF og Jógvan Hugo Gardar, næstformaður í Føroysk Miðlafólk Áhoyrararnir møttu stundisliga til kjakfundin um Public Service í Útvarpshøllini í gjárkvøldið