Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 56 • 20. mars 2009 Á mariumessu, mikudagin í næstu viku, eru 190 ár liðin, síðani Venceslaus Ulricus Hammershaimb varð borin í heim á Steigargarði í Sandavági. Tá var tað valla nakar, sum grunaði, at hesin lítli drongur, sonur seinasta løgmannin á Steig, Jørgen Frants Hammershaimb, skuldi fáa so stóran týdning fyri mál og mentan okkara, sum tíðin skuldi vísa. Eingin hevur sum hesin maður havt ávirkan á mál okkara og førleikar okkara at samskifta á móðurmálinum. Onkur heldur, at hann hevur fingið størri heiður, enn hann átti, tí ein íslendingur hjálpti honum, men tað lata vit fara hesaferð. Vit kunnu í øllum førum bara vera takksom fyri, at vit fingu skriftmálið – og uttan stríðið hjá Hammershaimb, so vóru vit helst ikki komin har til, vit eru í dag – og so var tað júst leiðin hjá Hammershaimb við at brúka ta etymologisku stavsetingina, har vit fóru aftur til fornmálið at finna stavingarháttin, sum sigraði. Hetta er júst orsøkin til, at skriftmál okkara hóskar so væl – sum tað nú einaferð ger – til allar dialektir í Føroyum. Valdu vit eitt nú ta fonetisku leiðina hjá Dr. Jakobsen, har orð vórðu skirvað, eins og tey vóru framborin, so hevði skriftmálið fingið eina óhepna lagnu, sum hevði kvalt allar dialektir, og tað hevði verið stór synd. Ofta hoyra vit sagt, at V. U. Hammershaimb var úr Sandavági. Tað passar eisini í ein ávísan mun, tí helst er hann føddur í Sandavági, har pápi hansara, Jørgen Frants Hammershaimb, var tann seytjandi og seinasti løgmaðurin á Steigargarði. Løg­ mansembætið varð niðurlagt, tá amtstíðin byrjaði í 1816. Jørgen Frants Hammershaimb sat á garðinum nøkur ár eftir hetta, men doyði, tá lítli Vensil var um eitt ára aldur. V. U. Hammershaimb varð føddur á mariumessu, 25. mars, í 1819. Men barnaskógvarnar hevur V. U. Hammershaimb traðkað í Havn – ella rættari sagt í Gongini. Mamma hansara, Armgard Maria, fødd Egholm, var úr Havn. Tá hon flutti av Steigargarði í 1822, fluttu hon inn til móður sína, Helene Christine Egholm í Nýggjustovu í Havn. Um hetta mundið var abbi Vensils, navnin V. U. Hammers­ haimb, fúti í Føroyum, og hann búði í Fútastovu hinu megin Gongina. Í dag høvdu vit uttan iva sagt, at Hammershaimb var »havnar­ maður við stóra h...« Hann var úr hjartanum í høvuðs­ staðnum, úr tí býlinginum, tey fyrr kallaðu »heima í Havn« ­ uttan iva tí, at júst tann norðrasti parturin av Gongini í Havn er elsta búset­ ing í býnum. Edward Mitens skrivar í bókini »V. U. Hammershaimb – Lívssøga og virki hans« um lívið hjá Vensili Hammershaimb. Hann greiðir frá, tá løgmanseinkjan, Armgard Maria, flutti av garðinum við tveimum smábørnum, Vensili og Mariu Louisu: »Vit eru í Sandavági ein vakran summarmorgun umleið 1822. Ein kona fór leiðandi tvey smábørn, ein drong og eina gentu, frá garðinum á Steig í Sandavági oman til strondina. Har lá ein bátur, ið skuldi flyta tey til Havnar. Ein hópur av bygdar­ fólkinum fylgdi teimum oman til bátin at siga farvæl. Konan var Armgard Maria Hammershaimb. Drongurin, hon leiddi, var sonurin Vensil, og gentan dóttir hennara Maria Louisa. Vensil var ikki meiri enn trý ára gamal. Pápin, Jørgen Hammers­ haimb, ið var seinasti løgmaður í Føroyum, var deyður fyri tveim­ um árum síðan, og nú skuldi løgmansgarðurin býttast sundur. Tað fyrsta, ið V. U. Hammers­ haimb mintist úr barnaárinum, var henda sjón: Mamman leiðandi børnini oman at sjónum, fylgd av teimum syrgjandi vinfólkunum í bygdini.« Bókin hjá Edward Mitens kom út í 1916 – bara sjey ár eftir, at V. U. Hammershaimb doyði. Um lívið í Havn skrivar Mitens, at tað var nakað annað enn á Steig, har ikki treyt teimum nakað: »Í Havnini haraftur ímóti mátti nú sparast. Vensil treivst tó væl. Hann vann sær nógvar vinir millum havnardreingir. Ein gomul kona, »Birta á Kletti«, kom javnan at vitja fólkini í Nýggjustovu. Hon sat so ofta og bant og segði dreingjunum frá søgum. Teir sótu í ring um hana og lýddu á. Tá dámdi Vensili væl at hoyra søgur um trøll og annað slíkt, og pilturin fekk kærleika til hesa søgur, og kærleikin vaks á somu tíð, sum Hann gav okkum skriftmálið Eingin hevur sum V. U. Hammershaimb ávirkað føroyska málið og harvið føroysku mentanina. Móðurmálið hevði vallað vunnið valdið, gingu vit ikki leið hansara. Mikudagin eru 190 ár liðin, síðani Venceslaus Ulricus Hammershaimb varð føddur Hugleiðing Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo V. U. Hammershaimb flutti til Danmarkar í 1878. Hann vitjaði aftur í Føroyum fyri seinastu ferð í 1893 og doyði í Keypmannahavn í 1909