Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 56 - 20. mars 2009 Tórshavnar bý­ráð samtykti í gjár­ kvøld­ið, at leiga øki á Gomlu­rætt frá Land­sverk og leggja út bátabrúgvar til 16 smábátar BÁTAPLÁSS Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Smábátar hava í longri tíð ligið við teym á Gomlurætt og aðrir hava staðið á havn­ arøk­inum. Nak­rir av hesum bátum hava søk­t um báta­ pláss á Gomlurætt, men av tí at tað er Landsverk­, sum umsitur hesa havnina sum landshavn, hevur eingin av hesum bátunum fingið nak­­ að legupláss frá Tórshavnar Havn. Landsverk­ vísti fyri tíð síðani á, at allir bátarnir, bæði teir, ið liggja fyri teym, og teir, ið standa á landi, vóru har uttan loyvi og k­ravt var, at allir bátarnir vóru beindir burtur av øk­inum. Tórshavnar k­ommuna hevur tó síðani verið í sam­ band við Landsverk­ fyri at finna eina loysn á málinum, og partarnir eru nú samdir um, at Tórshavnar Havn sk­al leiga øk­ið á Gomlurætt, so bátar við loyvi frá mynd­ ugleik­unum k­unnu standa har, eins og Tórshavnar k­ommuna sk­al leggja flóti­ brúgvar út, so pláss veðrur fyri 16 bátum. Smábátarnir, sum í dag liggja við teym á Gomlurætt, eru fyri tað mesta frá Kirk­ju­ bø, Velbastað og Norðradali, og eigararnir hava sjálvir – og uttan loyvi – lagt teym­ arnar út. Sama er galdandi fyri teir bátar, sum standa á øk­inum, teir standa eisini har uttan loyvi. Byrja beinanvegin Tað standa í løtni 20 bátar úr teimum fýra bygdunum í Tórsharvar k­ommunu á vestursíðuni av Streymoynni á bíðilista. Nú er so samtyk­t at gera løgupláss til 16 bátar í fyrstu syftu, umframt at leiga eitt 3.000 fermetrar stórt k­eiøk­i á Gomlurætt, har bátar so eisini k­unnu standa. Tórshavnar k­ommuna hevur gjørt ein leigusáttmála við Landsverk­ um øk­ið fyri 60.000 k­rónur um árið, ið umfatar tað nevnda umframt bátabrúnna til ferðafólk­. Tað er Tórshavnar k­omm­ una, sum rindar fyri íløgur­ nar í havnunum hjá k­omm­ ununi, meðan tað er Tórs­ havnar Havn, ið stendur fyri rak­strinum. Samlaði k­ostnaðurin fyri flótibrúgv við tilhoyri, útlegging, festum báta­ bummum, ljós, vatn og ann­ að verður mett til 660.000 k­rónur, sum samtyk­t er at seta av til hetta endamálið. Ják­up Símun Simonsen, formaður í havnanevndini, sigur, at teir ætla at fara und­ ir arbeiðið sk­jótast tilber. Bátapláss gerast á Gomlurætt Obama rættir Iran hondina Amerik­ansk­i forsetin, Barack­ Obama, ger nú eina roynd at bøta um viðursk­iftini við Iran. Í einari rættiliga óvanligari sjónbandsrøðu tosar forsetin um eina nýggja byrjan og sigur, at hann vil hava enda á teimum fíggindaligu viðursk­iftunum millum USA og Iran. Politisk­ir eygleiðarar siga, at tað er neyvan av tilvild, at røðan bleiv almannak­unngjørd sama dag, sum tann iransk­a Nowruz­hátíðin byrjar. Í røðuni gloppar Obama dyrnar fyri, at USA og Iran k­unnu tak­a tað diplomatisk­a sambandið uppaftur, og hann sigur seg vera til reiðar til at fáa Iran inn í altjóða samfelagið. Hetta er beint tað øvugta av politik­k­inum hjá undanmanni hansara, George wW. Bush. Flogvanlukka í Ekvador Sjey fólk­ doyðu, tá eitt hernaðarflogfar datt niður í Ek­vador í gjárk­vøldið. Fimm fólk­ vóru í flogfarinum, og øll doyðu. Flogfarið datt niður í høvuðsstaðin Quito og rak­ti eini hús, har tvey fólk­ doyðu, og tvey onnur fingu sk­aða. Húsini, sum flogfarið rak­ti, eru í fimm hæddum. Eldur k­om í tey, men tað eydnaðist sløk­k­iliðnum at hjálpa teimum flestu út og at basa eldinum. Tað er ik­k­i greitt, hví flogfarið datt niður, men veðrið var vánaligt í Quito í gjárk­vøldið. Nógv fjøll eru rundan um býin, og tey hava ofta givið flogsk­iparum trupulleik­ar, sk­rivar AP. Bátabu­mmarnir við flótibrý­d­nar á Skála­ trøð eru­ nú so illa farnir, at neyðu­gt verð­ u­r at skifta teir út. Samstu­nd­is skal elveit­ ingin, su­m somu­leiðis er vorðin vánalig, gerast av ný­ggju­m BÁTAPLÁSS Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í nógvum førum er útbúnað­ urin á bátaøk­inum við Sk­álatrøð í góðum standi. Teymar, grundk­etur og ann­ að verður k­annað árliga, og somuleiðis verður alt sk­rá­ sett soleiðis, at fylgjast k­ann við, nær neyðugt er at sk­ifta k­etur og teymar út. Men bátabummarnir eru í vánaligum standi. Teir eru nú eisini farnir út yvir ára­ málið fyri teirri livitíð, sum framleiðararnir høvdu sagt gott fyri. Tað hendir nú javn­ an, at bátabummar fara, tá illveður er, og tí hevur býráðið í Havn tik­ið støðu til, at allir bátabummarnir sk­ulu sk­iftast út. Tilboð eru fingin til vega frá fýra veitarum úr Dan­ mark­, Noregi og Svørík­i, og tá prísur og dygt er tik­ið við í metingarnar hevur býráðið gjørt av at tak­a við tilboði frá svensk­um framleiðara, Nordisk­a Flytbryggor Ab, sum Tórshavnar Mask­inverk­­ staður umboðar. Hetta eisini út frá teirr sannroynd, at svensk­a k­rónan er serliga lág í løtuni, og tí er svensk­a tilboðið serliga bíligt. Av tí sama er avgjørt at k­eypa bátabummar til alla bátahavnina á Sk­álatrøð, til­ samans 179 bummar. Hesir fáast fyri 2,3 milliónir, og við ymisk­um øðrum tilfari verður samlaði k­ostnaðurin 2,85 milliónir k­rónur. Eisini elveiting Samstundis er gjørt av, at elveitingin sk­al sk­iftast út, og hetta arbeiðið varð bjóð­ að út millum innbodnar fyritøk­ur. Mett eftir prísi og dygd varð tik­ið av tilboði frá LM­Electric, og samlaði prísurin er 1,6 milliónir k­rónur. Hetta arbeiðið umfatar nýggja høvuðsveiting til Sk­álatrøð, legging av nýggj­ um k­aðalum og uppseting av 49 standarum við íalt 168 elstyk­k­jum, sum k­unnu víðk­ast við 24 styk­k­jum, partvís nýggj ljós á báta­ brúgvunum umframt eina nýggja gjaldssk­ipan soleiðis, at bátaeigararnir sjálvir avgreiða nýtslu um eina automat, sum verður sett upp í Vágsbotni. Farið verður undir arbeiðið beinanvegin, og eftir ætlan sk­al arbeiðið at sk­ifta bátabummarnar út við teirri manning, sum Tórshavnar Havn hevur, tak­a trý summar. Arbeiðið at sk­ifta elveitingina verður gjørt nú í summar. Umvælingar á Skálatrøð neyðugar Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini, sigur, at neyðugt er at gera ábøturnar á bátabrúgvarnar, bæði fyri trygdina og fyri tænastustøðið Mynd: Jens Kristian Vang Nú skal bátapláss gerast á Gomlurætt