fríggjadagur 20. mars 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 • 20. mars 2009
Vikuskifti
12
Ein tilgjørd sjálvmorðs
roynd og ein oyðilagd
ur tokvognur hava fest
eld í listakjakið í Svø
ríki. Hvar gongur mark
ið fyri, hvørji mørk
listin kann loyva sær
at bróta?
21.januar í ár stendur ein ung,
desperat kvinna á kantinum á Lilje
holmsbrúnni í Stokholm. Hon tveitir
jakkan og skógvarnar út í myrka,
kalda vatnið 15 metrar longur niðri
og byrjar at klintra upp á rimaverkið
á brúnni. Ræðslusligin fólk, sum
koma framvið, fáa fatur á kvinnuni,
meðan onkur ringir eftir sjúkrabili.
Kvinnan skríggjar og er fratør, tá
hon verður drigin inn í sjúkrabilin.
Á sálarligu skaðastovuni verður
hon bundin føst í eini song, meðan
læknarnir royna at tvinga sissandi
heilivág í hana.
Skelkurin situr enn í kroppinum
á vitnunum til tilburðin, tá tey
dagin eftir lesa í eini avís, at sjálv
morðsroyndin á Liljeholmsbrúnnni
var liðir í eini próvtøkuuppgávu
hjá ungu listakvinnuni Anna
Odell, ið er næmingur á lista
skúlanum Konstfack.
Ilt í skattakrónurnar
Og so er eldur í. Vitnini kenna
seg hildin fyri tað turra spott, og
læknarnir melda Anna Odell til
politiið fyri falska fráboðan og harð
skap móti starvsfólki í tænastu.
Listaskúlin, Konstfack, verjir seg
við, at listin nettupp hevur sum
uppgávu at bróta mørk. Hetta fær
øði í yvirlæknan, David Eberhard,
sum boðar frá, at um slíkt er list, so
skal Anna Odell vera vælkomin har
á sjúkrahúsinum.
So skal eg sjálvur spræna
Hardol doyvingarevni inn í hana,
so fáa vit at síggja, hvussu
stuttligt hon heldur tað vera. Tað
kundi verið ein fín installatión,
sigur yvirlæknin, á sínum bloggi.
Og meðan kjakið gerst alsamt
meir harðligt, roynir listaum
hvørvið at halda fast í prinsipiella
spurninginum: Hvar gongur markið
fyri, hvørji mørk listin kann loyva
sær at bróta? Ongastaðni meina
summi, meðan onnur eru í øðini
inn á, at teirra súrt vunnu skatta
krónur verða brúktar til slíkt.
So ymsar meiningar kunnu
neyvan nærkast hvør øðrum,
og tí hava vit fingið eitt so
agressivt og vulgert kjak um
leiklutin hjá listini, staðfestir
mentanarredaktørurin á Dagens
Nyheter, Maria Schottenius.
Og beint sum kjakið er í
hæddini brestir enn ein bumba
í svenska listaumhvørvinum, tá
eitt listasavn í Stokholm vísir eitt
videoverk hjá unga listamann
inum, NUG. Í filminum „Territorial
pissing“ fer hettuklæddi listamað
urin inn í eina tokkupé, har hann
sproytar grafitti út yvir veggirnar,
áðrenn hann brýtur ein rút, sum
hann leypir út ígjøgnum á næsta
steðgistaði. Alt meðan skelkað
ferðandi hyggja at.
Svenski Mentamálaráðharrin,
Lena A. Liljeroth var boðin við, tá
verkið varð víst fram, og hon var
ikki blíð
Hetta verkið skelkar meg. Eg
haldi avgjørt, at listin skal vera
fræls, men hetta ger meg illa.
Grafitti er ólógligt. Hetta er ikki
list, segði Mentamálaráðharrin
við Dagens Nyheter.
Nakrar mánaðir frammanundan
hevði NUG staðið endaligu próv
tøkuna á listaskúlanum Konstfack
við júst hesum verkinum. Nú er
hann meldaður til politiið og kravd
ur 100.000 krónur í endurgjaldi.
List skal bróta mørk
Hvørki Anna Odell ella NUG vilja
siga stórvegis um hesi lista
verkini, ella hvør ætlanin við teim
um er. Odell óttast, at tað fer at
skaða hennara endaligu próvtøku
í summar, um hon úttalar seg um
verkið, og NUG tímir ikki at skapa
meir øsing.
Á listaskúlanum Konstfack vilja
tey tó fegin vísa listafólkunum
sín stuðul. Leiðslan á skúlanum
vísir á, at sálarsjúkrahús ikki
kunnu friða seg sjálvi móti, at
onkur skaffar sær atgongd fyri
at avdúka ivasom viðurskifti.
Og viðvíkjandi verkinum hjá
NUG tvíheldur deildarleiðarin á
listaskúlanum, Olof Glemme, um,
at list ikki snýr seg um, hvat er
lógligt ella ikki.
Onnur vísa á, at søgan er á
tremur við dømum um listaverk,
sum antin vórðu bannað ella
sensurerað í síni samtíð, men
sum seinni eru vorðin mett sum
slóðbrótandi fyrimyndir. Um ikki
netupp listin skal bróta út úr
vanahugsan og flyta okkum út um
gomul mørk, hvør skal so gera
tað, verður spurt?
Nógva kjakið fekk eisini
mentanarredaktørin á Dagens
Nyheter at óttast, at reglurnar
fyri hvat mentanarstovnar hava
rætt til, verða herdar, og fólk
harvið fáa eina munandi meir
konservativa listafatan.
Sensur ella verja?
Og kanska er tað júst tað, sum
er í ferð við at henda. Í Dagens
Nyheter herfyri viðgekk leiðslan á
Konstfack, at etisku leiðreglurnar
á skúlanum hava verið ov ógreiðar.
Tí hevur skúlin endurskoðað
reglurnar og skipað eitt etiskt ráð.
Sambært rektaranum á skúlanum,
Ivar Bjørkman, skulu nýggju regl
urnar verja næmingarnar móti
gølum. Tað merkir millum annað,
at vegleiðarar á skúlanum hava
ábyrgd av at ráða næmingum frá
at fara í holt við verk, sum etiskt
eru ivasom.
Hvussu gott hetta verður fyri list
ina og listaskúlarnar, ivast Mejan
Wrange, rektari á Kongaliga Kunst
háskúlanum í Svøríki, stórliga í
Slíkar reglur kunnu kanska
forða lógarbrotum og gølum. Men
vit koma at gjalda ein sera høgan
prís við eftirliti og disiplinering.
Eg argist sjálv ofta inn á list,
sum bara vil provokera, men tað
merkir ikki, at eg fari inn og sen
sureri listina, sigur rektarin við
Dagens Nyheter.
Í Konstfack stúra næmingarnir
eisini fyri gongdini
Nógv eru bangin fyri, at skúlin
nú verður ein sensurstovnur, sigur
Daniel Andersson, talsmaður fyri
næmingarnar.
Anna V Ellings-
gaard
anna@sosialurin.fo
Mentan
Listaverk ella herverk?
Við lista- ella herverkinum „Territorial pissing“ fekk ungi listamaðurin, NUG, endaligt prógv frá listaskúlanum Konstfack í Stokholm
Listakvinnan Anna Odell hevur verið frammi í miðlunum og takka teimum, sum komu henni til hjálpar
í „sjálvmorðsroyndini“