Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 56 - 20. mars 2009 Ógildar deyðarevsing Guvernørurin í amerikanska statinum New Mexico, demokrat­ urin Bill Richardson, skrivaði í nátt undir eina lóg, sum setir deyðarevsing úr gildi í statinum. Fyrr í vikuni samtykti kongressin í statinum eitt uppskot, at lívlong fongsulsrevsing verður tann harðasta revsingin í framtíðini. Deyðarevsingin er bara brúkt eina ferð í New Mexico, síðani hon bleiv sett aftur í gildi í USA í 1976. Tvey fólk, sum hava fingið deyðadóm, sita í fongsli í statinum. Bill Richardson segði í nátt, at hann kendi tað sum ein persónligan sigur at skriva undir lógina, sum ógildar deyðarevsing. Guvernørurin hevur leingi verið talsmaður fyri at taka deyðarevsingina av. Pávin elvir til øsing Tað hevur elvt til øsing nógvastaðni, at Benedikt pávi, sum er á vitjan í Afrika, hevur sagt, at vandin fyri at fáa eyð­ kvæmi veksur, tá fólk brúka hít. Franski heilsumálaráð­ harrin, Roselyne Bachelot, sigur við AFP, at tað kann prógv­ ast, at orð pávans eru vísindaliga ósonn, og at pávin ger støðuna hjá afrikonskum kvinnum verri, enn hon longu er. Týska stjórnin hevur eisini funnist at orðum pávans. Stjórnin í Berlin sigur, at hítir bjarga mannalívum, og at tað er ábyrgdarleyst at virka ímóti, at fólk í menningarlondunum fáa møguleika fyri at útvega sær hítir. Á býráðsfundi í gjár­ kvøldið varð samtykt at seta pening av at keypa privata jørð soleiðis, at klárt er at gera rundkoyring á krossinum Óluvu­ gøta­Sundavegur­ Blómugøta oman fyri Mylnuna RUNDKOYRING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ætlanin um at gera rund­ koyring á krossinum Blómu­ gøta­Sundsvegur­Óluvugøta omanvert Mylnuna er gomul, og var fyri á býráðsfundi fyrstu ferð á heysti 2005. Umsitingin læt gera seks ymisk uppskot til rund­ koyring, og eftir at málið hevði verið hjá P/F Verk­ frøðingastovan, varð eftir teirra viðmæli arbeitt víðari við uppskoti fýra. Í hesum uppskoti varð ikki neyðugt at útvega jørð til rundkoyr­ ingina frá grannum, men hetta er tó seinni broytt, og hevur verið, um enn ikki ein snávingarsteinur so í hvussu er nakað, ið hevur verið við til at draga málið út. Eftir at hava samráðst við eigaran av matr. nr. 1466 eitt longri tíðarskeið, er semja nú fingin millum eig­ aran og Tórshavnar komm­ unu um endurgjald, og tað varð hetta endurgjaldið, sum endaliga varð samtykt á býráðsfundinum í Tórs­ havnar býráð í gjárkvøldið. Eftir semjuni skal komm­ unan rinda eigaranum mun­ in millum verandi virði á húsunum og tað virðið, sum húsini fara at hava eftir at rundkoyringin er gjørd. Hetta er ein upphædd á 850.000 krónur. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri sigur, at við hesari samtyktini er klárt at gera rundkoyring á krossinum oman fyri Mylnuna, men at tað arbeiðið kortini ikki fer í gongd her og nú. ­ Rundkoyringin er liðugt projekterað, og nú eru eisini allir formalitetir fingnir upp á pláss, so nú er klárt at fara undir arbeiðið. Men tað verður kortini ikki gjørt her og nú, sigur Heðin Mortensen. Júst krossurin Sundsveg­ ur­Óluvugøta er ringur at koma ígjøgnum, tá koyrt verður eftir Óluvugøtu, og tí hevði ein rundkoyring loyst ein stóran trupulleika í ferðsuni har. Í kanningini upp undir projekteringina var eisini ein framrokning gjørd av ferðslumynstrinum í Havn fram til 2022. Ikki er heilt greitt í løtuni, nær rundkoyringin omanfyri Mylnuna verður gjørd. Klárt at gera rundkoyring Her á krossinum Blómugøta-Sundsvegur-Óluvugøta er nú klárt at gera rundkoyring Mynd: Jens Kristian Vang