fríggjadagur 20. mars 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 • 20. mars 2009
Vikuskifti 13
Elementvirkið
við Gjógv
verður leik tjald
í stórum parti
av einum tí
dýrasta norska
sjónvarps film in
um nakrantíð.
Og okkurt
bendir á, at ein
10 ára gam al
Gjáar drongur
verð ur ein av
høvuðs leik ar ar
unum
Í summar fáa Gjáarfólk drúgva
vitjan av einum stórum norsk um
filmsliði. Gjógv og serstak liga
Elementvirkið í bygdini verða
nevniliga miðdepil, tá upp tøk
ur nar til norsku sjónvarpsrøðina
»Buzz Aldrin, hvor blev det af dig
i alt mylderet« byrja í juni mánað.
Tað hava leikstjórin, Geir Henning
Hopland, og filmsframleiðarin,
Yngve Sæther, gjørt av, nú teir
hava verið í Føroyum og leit að
eftir hóskandi støðum til upp
tøkurnar, sokallað locations.
Perfekt Elementvirki
Tá teir báðir komu til Føroyar
herfyri var fremsti spurningurin,
um tað mundi bera til at finna
ein hóskandi bygning við Gjógv
at gera upptøkur. Stórur partur
av bókini, sum filmurin byggir
á, gongur nevniliga fyri seg í
einum niðurløgdum virkisbygningi
við Gjógv, har nøkur sálarliga
veik ungfólk húsast. Tí kendist
tað eisini sum ein fongur, tá
leikstjórin og filmsframleiðarin
fingu eyga á Elementvirkið við
Gjógv.
– Elementvirkið er tað per
fekta staðið til tann partin av
upptøkunum. Bæði tí tað liggur
so vakurt í bygdini, og tí útsýnið
harfrá er fantastiskt. Nú er spurn
ingurin so bara, um vit eisini
kunnu gera innandura upptøkur
har, tí veggirnir eru úr betongi,
so tað mugu vit broyta, um so er,
sigur leikstjórin.
Í søguni arbeiða og búgva
ung fókini inni á virkinum. Í
íbúðar partinum hava tey inn
rætt að seg við køki, stovu,
baði rúmi og kømurum, so hetta
má alt byggjast upp inni á
Elementvirkinum, um innan dura
upptøkurnar skulu gerast har.
– Eg vóni veruliga, at tað fer
at bera til, men hetta mugu vit
sjálvandi avtala nærri við tey,
sum eiga og brúka virkið, tí
Elementvirkið er jú í brúki sum
arbeiðspláss. Um tað ikki letur
seg gera, mugu vit byggja rúmini
upp sum leiktjøld í einum studio
í Noreg, sigur Geir Henning
Hopland.
Umframt Gjógv verða eisini
onnur støð í Føroyum partar
av filminum. Landssjúkrahúsið
sleppur upp í part, tá ein ung
genta í søguni fær stóran skaða,
og tá hon seinni doyr, verða
kirkjan og kirkjugarðurin í Saksun
karmur um jarðarferðina. Eisini
verða upptøkur frá íbúðar bygn
ingunum á Eiðragarði, Café Natúr
og fjøruni í Hvalvík, har tey ungu
byggja sær ein bát.
Leita eftir føroyskum
leikararum
Leikstjórin og filmsframleiðarin
nýttu eisini høvið, nú teir vóru
í Føroyum, at finna føroyskar
leikarar til filmin. Millum annað
skulu teir brúka ein 10 ára gaml
an smádrong at spæla leik lutin
sum ungi vinmaðurin hjá høv uðs
persóninum. Og kanska verður
tað ein gjáardrongur, sum sleppur
at royna seg sum filmsleikari.
– Ein dagin, vit gingu runt í
Gjógv, sóðu vit tveir smá dreing ir
spæla í ánni. Teir vóru rætti
liga kul báðir – júst tað slagi av
typu, vit leita eftir. Teir skiltu
kanska ikki alt, sum vit for klár
aðu teimum, men teir virk aðu
sera spentir. Nú hava vit so fingið
teirra telefonnummur, so vit
kunnu seta okk um í samband við
teir, tá upp tøkuroyndirnar byrja,
sigur Geir Henning Hopland.
Hann leggur afturat, at hann
skal brúka føroyskar leikarar
til eini tríggjar ella fýra størri
leiklutir umframt til fleiri smærri
leiklutir.
– So vit halda eygu og oyru
opin, tí enn hava vit bara mannað
høvuðsleiklutin, sum ein ungur
norðmaður skal spæla, sigur
leikstjórin, sum annars fær hjálp
frá føroysku sjónleikakvinnuni,
Eyð Matras, at finna føroyskar
leikarar til filmin.
Dýrur filmur
Tað verður Yngve Sæther, fram
leiðslustjóri, sum skal fáa stóra
puslispælið at hanga sam an,
áðrenn upptøkurnar kunnu
byrja. Umframt at gera planir
yvir upptøkustøð, hevur hans
ara uppgáva í Føroyum eisini
verið at fáa í lag avtalur við
flutningsfeløg, gistingarhús og
onnur. Filmsliðið, sum kemur til
Føroyar í juni mánað, telur eini
30 fólk, og tað krevur nakað av
samskipan. Hartil koma føroysku
hjálparfólkini, sum eisini hava ein
týðandi leiklut.
Eg satsi uppá eisini at
skipa eitt føroyskt filmslið her
í Føroyum. Bæði fyri at sleppa
undan ov nógvari ferðing, men
ikki minst tí vit fáa brúk fyri
dugnaligum filmsfólkum, sum
eisini hava kunnleika til lokal
viðurskifti, sigur Yngve Sæther,
sum eisini er hann, ið heldur eyga
við fíggjarliga partinum.
Sum er, kostar filmurin 26
milliónir krónir, og er hetta ein
tann dýrasta sjónvarpsrøðin í
Noreg nakrantíð. Fígging er fingin
til vega, og tað verður norska
statsrásin NRK, ið ferð at senda
røðina, sum verður í fýra pørtum.
NRK satsar serliga stórt uppá
hesa røðina, millum annað tí man
fegin vil fáa betri tak á teimum 20
til 40 ára gomlu hyggjararnum, ið
eisini er tann aldursbólkurin, sum
"Buzz Aldrin ..." filmurin vendir
sær til, greiðir Yngve Sæther frá.
Eftir ætlan skal filmurin vísast
á NRK á heysti í 2010. Eisini er
filmurin seldur til Finland, og
Geir Henning Hopland, leikstjóri,
vónar, at eisini føroyska og
danska sjónvarpið fara at keypa
hann.
Bókin, sum filmurin byggir á, er
longu týdd til 10 mál, og sambært
Hopland fer hetta uttan iva
eisini at skapa áhuga í teimum
londunum fyri filminum.
»On location« við Gjógv
Filmur
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Yngve Sæther, filmsframleiðari, og Geir Henning Hopland, leikstjóri, spáka runt við Gjógv og finna hóskandi støð til filmsupptøkurnar, sum byrja í juni mánað
Mynd: Álvur Haraldsen