Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 56 - 20. mars 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Løgtingsins pappírstikari Tá umsitingin sleppur at kanna seg sjálva, so kann hon hava lyndi til at fríkenna seg sjálva. Tað vil so vera. Hetta er helst tann sannroynd- in politikarar hava gjørt sær, tá teir í sínari tíð avgjørdu at seta ein Løgtingsins Umboðsmann, sum skuldi vera fólksins verji móti skeivari umsit- ing i tí almenna. Hartil kemur, at Umboðsmað- urin fyrst og fremst er Løgtingsins eftirlit við fyrisitingini. Løgtingsins Umboðsmaður hevur nú nøkur ár á baki, og ivasamt er, um álitið á okkara umsiting veruliga er vaksið í tíðarskeiðnum. Mangar átalur eru falnar, men ikki kann sigast, at nógvar avleiðingar hava verið tiknar. Vit frættu fyri stuttum, at Innlendismálaráðið fekk eina álvarsliga átalu fyri óneyðuga langa viðgerðartíð av einum máli. Hvørja avleiðing tekur Innlendismálaráðið av hesum? Neyvan nakra. Um rætt var, so tók aðalstjórin í ráðnum ábyrgd av hesum. Ein álvarslig átala frá Løgting- sins Umboðsmanni er ikki nakað, ið eitt aðalstýri skal fáa meiri enn eina ferð undir somu leiðslu. Trupulleikin er bara, at seinastu árini eru mangar átalur falnar til umsitingina, uttan at stórvegis avleiðingar hava verið tiknar. Hetta er ikki gott fyri skipanina. Umsitingin kann av hesum missa trúvirði, tí at hennara vantandi fakligi førleiki verður avdúkað- ur, uttan at nakrar avleiðingar verða tiknar. Løg- tingsins Umboðsmaður er samstundis í vanda fyri at missa trúvirði, tí at eingin tykist taka nakra sum helst avleiðing av hansara niðurstøðum. Taparin í øllum hesum verður borgarin, sum ikki hevur nøktandi verju móti skeivari umsiting, sum tíverri kann koma fyri. Løgtingsins Umboðsmaður er vorðin mestsum ein pappírstikari, sum almenna umsitingin ikki tykist taka fyri fult. Hví skal hon eisini tað, tá landstýrisfolkini ikki taka sína ábyrgd í álvara og syrgja fyri, at ein álvarslig átala fær avleiðingar fyri rætta viðkomandi. Tað sær tíverri út til, at borgarin noyðist í rættin við umsitingini, um hon fremur lógarbrot ella umsitir skeivt. Hetta er ikki haldbart, tí at tað hava fá orku til. Tað er demokratiskt óforsvarligt at hava eina umsiting, sum sleppur at ansa sær sjálvum. Antin byrja politikarnir at vísa seg sum sterkir politikarar og seta umsitingina á sítt borgara- tænandi pláss, ella kunnu teir eins væl umhugsa, um tað tænir nøkrum endamáli at varðveita Løgtingsins Umboðsmann! Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Fremsta málið hjá Magna Laksáfoss er, at Føroyar skulu sleppa við í ES og aðrar klubbar, sum einans eru fyri statir. Men hann er endaður í einum flokki, hvørs fremsta mál er, at vit ikki skulu gerast ein statur... Tað eru ikki hissini pá­­ stand­ir um Tjóðveld­i, sum Magni Laksá­foss setti fram í bløðunum síðsta leygar­ d­ag. Tjóðveld­i, sigur hann: ­ Sær statin sum eitt má­l í sær sjá­lvum. ­ Roynir at má­la almenn­ inginum eina fíggind­a­ mynd­ av Danmark. ­ Vil fegin offra tann einstaka á­ altarinum hjá­ “misskiltu nationalismuni”. ­ Tekur støði í eini hug­ sjón um, at summi lond­ eru útvald­ av Gud­i, og hava rætt til at fara í kríggj við onnur lond­ og kasta hatur á­ aðrar tjóðir. Og so sigur hann, at okkara hugsjón blokkerar fyri rationellari hugsan... Og alt byggir á Hegel... Rættiliga bombastiskir pá­stand­ir at seta fram, má­ sigast. Og tað merkiliga er, at Magni hvørki byggir hesar pá­stand­ir á­ stevnumið Tjóðveld­isins ella á­ nakað, sum flokkurin hevur sagt ella gjørt. Nei, Laksá­foss hevur funnið hesa hugsan hjá­ 18. ald­ar filosoffinum Hegel! Og so ger hann bara heilt elegant ta niðurstøðu, at hetta má­ vera tað, sum Tjóðveld­i byggir á­... Løgin má­ti at argument­ era uppá­, má­ sigast. Vit kunnu til stuttleika gera sum Magni. Vit kunnu hyggja at heimsspekini hjá­ Hegel, og pá­stand­a, at hon er tað, Samband­sflokkin byggir á­: Vilja vera trælir Sum Magni veit helt Hegel, at øll viðurskifti millum menniskju, so ella so, kunnu skiljast sum við­ urskiftini millum harra og træl. Vald­ og und­irgeving. Øll mugu royna at vinna sær sína støðu, og tey, sum hava styrkina, d­irvið og hegnið til tað, gerast harr­ ar. Hini mugu á­sanna sínar avmarkingar, og gerast trælir. Hetta sama, sigur Hegel, er gald­and­i í viður­ skiftunum millum lond­. Í eini d­júptøkari greining av heimsspekini hjá­ Hegel er Samband­sflokkurin síð­ ani komin fram til, at Før­ oyar eru d­ømd­ar til eina støðu sum und­irgivin træl­ ur. Vit hava hvørki hegni, styrki ella d­irvi, og eiga tí at geva okkum und­ir Danmark. Í veruleikanum, sigur Samband­sflokkurin, hevur Gud­ valt, at Føroya fólk ikki skal hava sín egna stat, men skal geva seg und­ir d­anska statin. Nú vil Magni kanska siga, at hetta ikki er rætt. Well – tað er ið hvussu er líka rætt sum tað, sum Magni, við støði í Hegel, skrivaði um Tjóðveld­i... Skilji væl Magna Men eg skilji væl, at Magni Laksá­foss argu­ menterar, sum hann ger. Tí hann vil fegin mana fram hesa mynd­ina av, at Tjóðveld­i er nationalistiskt, at vit hata onnur, at vit vilja offra tann einstaka og at okkara hugsjón blokker­ ar fyri rationellari hugsan. Trupulleikin hjá­ honum er, at hann hvørki finnur argument fyri hesum pá­­ stand­um í okkara stevnu­ miðum ella í tí, sum vit siga og gera. Og trupulleikin er størri enn so. Tí hyggja vit at tí, sum Samband­sflokkurin sigur og ger, so er púra eyðsæð, at flokkurin er blind­aður av eini “id­eo­ logi”, sum júst forðar fyri rationellari hugsan. Tað, sum mann sigur um onnur, er mann sum kunnugt ofta sjá­lvur. OL Latið okkum taka nøkur d­ømi: Formaðurin hjá­ Magna, Kaj Leo Johannesen, boðaði í vetur alment frá­, at hann vild­i virka fyri, at føroysk ítróttarfólk skuld­u sleppa at umboða Føroyar á­ Olympisku Leikunum. Hetta er altso eitt politiskt má­l hjá­ flokkinum. Men tað er eitt sum forð­ ar fyri, at vit ná­a hesum má­li: Tað er, at vit ikki hava fullveld­i. Tann d­ag, vit hava fullveld­i, sleppa vit. Uttan fullveld­i sleppa vit ikki. Men Samband­sflokkurin er púra blind­aður av hugs­ anini um, at Føroya fólk fyri alt í verðini ikki má­ fá­a fullveld­i í egnum land­i. Hend­a fanatiska id­eologi forðar fyri, føroyskt ítrótt­ arfólk sleppa at umboða sítt land­ í OL. ES Eg og Magni eru púra samd­­ ir um, at Føroyar mugu finna eitt trygt plá­ss í tí evropiska samstarvinum. Men eisini her er full­ veld­i lykilin. Land­sstýrið hevur bank­ að uppá­ hurðar nú á­ á­ravís. Men vit sleppa ikki inn í EFTA, vit kunnu ikki ger­ ast partur av EBS­avtaluni, og vit sleppa ikki í ES sum annað enn ein d­anskur land­slutur. Ja, vit fá­a ikki ein gang fullan limaskap í Norðurland­ará­ðnum. Vit sita í ongamanna­ land­i. Og orsøkin er ein: vit hava ikki fullveld­i. Magni veit útmerkað væl, at hetta alt samalt eru klubbar fyri statir. Magni veit, at tann d­ag, vit eru ein statur, sleppa vit við. Magni veit, at vit ikki sleppa við, so leingi vit ikki eru ein statur. Men Magnasa størsta id­eologiska má­l er, at vit ikki skulu gerast ein statur...! Magni laksá­foss er so blind­aður av samband­s­ hugsjónini, at hann ikki sær veruleikan. Hansara hugsjón blokkerar fyri, at vit røkka teimum má­lum, hann sigur seg vilja røkka. Vit kunnu avgjørt samstarva Magni end­ar sína grein við at siga, at tað er lítil møgu­ leiki fyri at sameina hug­ sjónirnar hjá­ samband­inum og tjóðveld­inum. Tað er helst rætt. Men tað løgna er, at vit hava nærum somu polit­ isku má­l. So um Magni tekur tær id­eologisku brillurnar av nøsini, og síðani vil gera tað, sum skal til fyri at ná­a okkara felags má­lum, so kunnu vit samstarva um nærum alt. Tí í teirri løtu, Magni tekur hesar brillur av, sær hann, at fullveld­i ikki er nøkur grýla. Full­ veld­i er fortreytin fyri, at Føroyar fá­a sín fasta, trygga sess við tað euro­ peiska borðið. Aftanfyri tær id­eologisku brillurnar er Magni Laksá­­ foss tjóðveld­ismaður. Innast inni er Laksáfoss tjóðveldismaður SjÚrðUr SKAALE