Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 • 20. mars 2009 Vikuskifti 14 Forritið sá dagsings ljós í februar 2004. Upprunaliga var Facebook ætlað sum ein samskiftismiðil á Harvard Universiteti, har næm ingarnir kundu samskifta sínaíllum. Facebook var frá fyrsta degi ein suksé, og fyrstu tvær vikurnar teknaðu tveir triðingar av næmingunum á lærda háskúl­ anum sær ein vangamynd. Konseptið breiddi seg víðari til aðrar lærdar háskúlar, til tað fyri umleið trimum árum síðani gjørd­ ist alment. Hvørja viku leggjast fleiri túsund brúkarar afturat. Ikki vinur men kontakt Á Facebook kunnu vit stovna eina vangamynd og seta okkum í samband við nýggjar og gamlar vinir og kenningar. Her verður tú virtuellur vinur við fólk, sum tú javnan sært – ella sum tú einaferð kendi. Tú kanst leggja myndir av tær og øðrum út og »deila« tínar myndir við vinunum fyri at vísa teimum, at tey eru á, og soleiðis kunnu onnur fylgja við í tínum privatlívi. Serfrøðingar meta, at termo­ logiin við »vinum« á Facebook heldur ikki. Hugtakið átti heldur at itið »kontakt« ella »samband«, tí tú kanst ikki fáa rættar vinir á Facebook. Ein vinur er ein tú møtir, og sum tú hevur fysiskt samband við, men tú kanst tó røkja tíni vinarbond á Facebook. Tí er hetta forrit sera hent hjá tær at seta teg í samband við fólk, tú kennir væl, men sum tú hevur mist samband við. Aðrir serfrøðingar halda, at Facebook er ein verkætlanar­ samleiki, har brúkararnir greiða frá sínum fantastiska lívi um, at hann hevur lagt síni fittu børn at sova og at NN skal á ein spennandi fund. Hetta er narcissistiskt, tí tað ræður um selja sítt lív sum eina sukséfulla søgu. Hinvegin verða tílíkir portalar og kjak á internetinum oftani nýtt til at leypa á fólk og hanga tey út, tí her kann tað lata seg gera, tí ongin sensurur er. Danmark hevur met í brúkarum Danmark hevur met í brúkararum á Facebook í mun til fólkatalið, har útvið tvær milliónir brúkarar eru. Verða børn og eldri sáldað frá, er næstan annar hvør dani á Facebook. Føroyingar hava eisini tikið Facebook til sín, og her er talið av brúkarum, ið javnan fara inn og greiða umheiminum frá, hvat teir gera, eisini vaksandi. Føroyar eru eitt samfelag, har felagsskapir altíð hava havt stóran týdning, og hóast Facebook ikki er ein felagsskapur, so kann tað metast sum ein online felagsskapur, og tað er uttan iva tí, at tað leggjast fleiri føroyingar afturat sum brúkarar. Facebook – staðið Í februar hevði Facebook fimm ár á baki. Tað var tann tá bert 19 ára gamli Mark Zuckerberg, sum gjørdi forritið til lesandi á Harvard Universiteti, so næm­ ingarnir fingu møguleika at samskifta online sínamillum Samskifti Ingun Schiller ingun.schiller@skulin.fo