fríggjadagur 20. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 20. mars 2009
15
Politiskt hava Føroyar
onga yvirskipaða kós, og
við ongari kós vekir ongin
politikari nakran dreym í
fólki um nakað størri enn
tað verandi. Í hesi tóm
gongd hava vit fingið eitt
slag av turrgeldum bók
haldspolitikki, sum er bæði
óskipaður og óviðkomandi.
Veljarafjøldin sær hetta, og
tí fær ongin føroyskur
politikari størri undirtøku
sum landsins leiðari enn
16,7 prosent. Okkum
tørvar kós og dreymar, og
meðan vit bíða, mugu vit
droyma við XFactor
F
ert tú í onnur lond og eygleiðir
politisk orðaskifti, kanst tú
meira enn so fáa bæði kensluligar
og intellektuellar opinberingar.
Orðaskiftini hava eina fynd og eina
dýpd, ið tú fært virðing fyri, og tú
merkir á fólki, at tey í innastu
hjartarótum hava sannføring og
kós. Tey hava eina missión við
sínum politiska virksemi.
Teir politikarar, sum hava sann
føring og kós, hava ofta somu evnir
at rúnarbinda fólk sum eitt nú tón
leikabólkar og fótbóltslið. Teir
vekja fjøldina og fáa hana at
droyma um nakað størri enn tað,
sum er í løtuni. At fjøldin er tilvit
að um, at hon vil vekjast viðhvørt,
kom til sjóndar, tá fótbóltsáskoð
arar á Anfield Road í Liverpool
herfyri hildu eitt skelti upp fyri
spælarunum, ið mælti tey einføldu
boð: “Make us dream!”
Vit leita so mangastaðni eftir
dreymum. Vit leita eisini í politikki
num, miðlunum og listini. Tey, sum
í fjør leitaðu eftir onkrum betri í
USA, funnu dreymin í Barack
Obama. Í grundini vann Obama
hjørtuni á fólki longu á landsfundi
num hjá demokratunum í 2004, tá
hann helt eina bergtakandi røðu um
amerikanska dreymin. Í 20 minuttir
segði hann bara søguna um seg
sjálvan. Eg havi ein kenyanskan
pápa. Eg eiti Hussein til
millumnavn. Eg átti ikki at staðið
her sum senatorur. Men eg standi
her, tí í USA er alt møguligt.
Ongir dreymaskaparar
Hjá okkum stendur ikki so væl til
við dreymaskaparum sum í USA. Í
eini veljarakanning hjá Fynd herfyri
varð spurt, hvønn fólk vilja hava til
landsins leiðara. Av 33 tingmonnum
og níggju landsstýrisfólkum fekk
toppskorarin bara undirtøku frá 16,7
prosentum av teimum spurdu. Tá
George Bush var ringast umtóktur
sum forseti í USA, vóru tað stórtíð
indi, at bara 29 prosent av fólkinum
tóku undir við honum. So vit hava
ein trupulleika. Ongin vekir okkum
úr teirri tómgongd, vit kenna okkum
at vera í.
Hví hetta er so, er ikki trupult at
síggja. Politiskt hava Føroyar onga
yvirskipaða kós, og við ongari kós
skapar ongin politikari nakran
dreym um nakað størri enn tað
verandi. Í tílíkari tómgongd verður
politikkurin óskipaður og ógreiður,
og so óviðkomandi er hann nú
vorðin, at vit hava fingið eitt slag
av turrgeldum bókhaldspolitikki í
Føroyum. Orsakað av atgerðarloysi
og vantandi politiskum hugsjónum
hevur fíggjarnevndin hjá løgtingi
num fingið alt vald í landinum, og
tað, sum har fer fram, setir dags
skránna. Tú spyrt teg sjálvan, um
nakað landsstýri finst, tí stórpolit
isku bardagarnir eru farnir at
minna um kontoklandur á komm
unalum nevndarfundum.
Tá hetta er so, skuldu vit hildið,
at ein spurningur sum ESspurning
urin megnaði at lyfta politiska orða
skiftið upp í hægri hugsjónarligar
hæddir. Men í tí spurninginum er
politikkurin akkurát líka ógreiður
og vekir ongan veljara upp úr líka
sæluni. Ikki eitt menniskja veit,
hvagar Føroyar fara í Evropamál
um, tí útmeldingarnar frá flokkum
og einstaklingum peika í allar ættir.
Vit skulu beinleiðis í ES, sigur
onkur. Nei, vit skulu í EFTA, sigur
onkur annar. Als ikki, vit skulu í
EFTA fyri at sleppa inn í EBS,
sigur tann triði, og við døgurða
borðið eru fólk langt síðan farin at
tosa um XFactor.
Eru klandursmál sum ESmálið
ella kontomál ikki á skránni, kemur
politiska tómgongdin til sjóndar
sum sjabb frá politikarum um –
politikk. Í bókmentum finst eitt
hugtak, sum eitur metapoesi. Hetta
er skaldskapur um at skriva skald
skap. Tá rithøvundar ikki vita, hvat
teir skulu skriva um, skriva teir um,
hvussu trupult tað er at skriva.
Hetta sama síggja vit ofta í poli
tikki. Politikarar, sum vilja hoyra
seg sjálvar tosa, men onga hugsjón
hava, greiða okkum ferð eftir ferð
alfaðirliga frá, hvussu tað er at vera
í politikki. Nú er tað so í politikki,
hoyra vit teir leggja fyri, og so
greiða teir frá, hvussu tú eigur at
bera teg at í politikki, hvussu tað
var í politikki fyrr, og hvussu
týdningarmikið tað er at telva rætt í
politikki. Aftur geispa vit og
spyrja, hvussu man fara at gangast
í XFactor.
Men tað fær illa verið øðrvísi, tá
vit liva í einum landi, sum ikki er
komið til sættis við, hvagar tað fer.
Hvørja ferð ein samgonga verður
skipað, kanna vit spent eftir, hvør
kósin nú verður, og hvørjar avger
andi broytingar verða framdar, sum
kunnu flyta okkum framá. Men í
løtuni síggja vit ongan broytingar
hug tíansheldur nakað framsøkni,
og úrslitið er politiskt kósloysi.
Onkur tingmaður blæsur seg upp
um onkra íløgu, onkur landsstýris
maður gerst málsviðgeri í onkrum
bókhaldsmáli, og løgmansskriv
stovan sendir ovurfegin út avrit av
takkarskrivum frá útlendskum stats
leiðarum. Stórpolitikkur er hetta
ikki, og tí kolldømir veljarafjøldin
allar politikarar sum møgulig evnir
til landsins leiðara.
Flýggja til undirhaldið
Og hvat skulu vit gera við tað?
Sjálvandi kunnu vit venda politikk
inum bakið og bara leita til fjøl
miðlarnar eftir andligu opinbering
unum. Men har er langt ímillum
tær. Miðlarnir mala sum ein surr
andi maskina, ið tykist hava fingið
boð um ikki at bera móttakarunum
fynd og dýpd. Ein skilagóður mað
ur segði einaferð, at Føroyar eru
eitt yvirinformerað og undirana
lyserað samfelag. Vit frætta tíðindi
um hvønn steyra, sum fer um koll,
men ongin setir nakað í perspektiv.
Heldur ikki til dømis seinastu
veljarakanningina, ið jú vísti, at vit
hava eina leiðslukreppu í Føroyum.
Sjálvur haldi eg, at nýggja tøknin
við fylgisveinum, interneti og øðr
um skjótum miðlum er eitt vælsign
ilsi, tí hon gevur okkum informatión
skjótt og lætt. Men í seinastuni havi
eg kløkkað meg sjálvan við ofta at
vera aldeilis líkaglaður við tað
mesta, eg hoyri og síggi, tí meðan
eg leiti eftir andligum skerpikjøti,
fái eg bara candyfloss. Tá til dømis
Dimmalætting kann finna uppá at
rudda forsíðuna, tí ein føroyingur
skal tosa um sítt sexlív í eini plattari
undirhaldssending, hevur undir
haldið køvt journalistiska seriøs
itetin, tí blaðið vil røkka lægsta
felagsnevnara hjá fólki fyri at selja
bløð.
Undrunarvert er tað eisini, at tá
nú Kringvarp Føroya endiliga ger
onkra djúpa sending og ikki bara
endursendur dagsaktuellar ella
útgingnar sendingar, t.d. í sam
bandi við kvinnudagin 8. mars, so
er bulurin í innihaldinum meining
in hjá Pernille, eini lívsstílsvertinnu
í enn eini undirhaldssending. Fyri
20. ferð sigur hon tað sama um, at
kvinnur vilja síggja gott út, vera
mammur, hava arbeiði, passa heim
og vera góðar konur alt í senn, og
tað er so í lagi, at hon vísir á tað.
Men føroysk konubrot hava nú
nógvar spennandi søgur at siga um
kvinnulív, og tí mátti verið lætt at
funnið onkra gerandishetju í okk
ara egnu verð, ið kundi ríkað okk
um við sínum upplivingum og
royndum kvinnudagin.
Nakað tað sama hugsar tú, tá tú
letur upp fyri tíðindasendingini hjá
Rás 2 og hoyrir, at toppsøgan í
tíðindasendingini er um, hvat pall
setti fríggjakvøldsfilosoffurin,
Blachmann, hevur sagt um Lindu.
Av tí, at nógv hyggja at XFactor,
er tað fínt at undirhalda fólk við
søgum um sendingina. Men fyrst í
eini tíðindasending? Síðan nær er
tað vorðið góður journalistikkur at
gera tíðindasendingar so andliga
fátækar? Tíðindi eru tíðindi, og
undirhald er undirhald, men júst tí,
at informatiónir uttan íhald flákra
fyri eygunum á okkum, tykist
bland at koma í alt. Informatión
gerst informatión um, hvat hendir í
undirhaldssendingum, og journali
stikkur verður formidling av nøkr
um, sum í roynd og veru er fjáka
lótir. Tá vit gera føroyskar sending
ar og skriva síðu upp og síður niður
burtur úr innihaldi í útlendskum
undirhaldssendingum, eru vit vorð
in eftiraparar og ikki sjálvskaparar.
Vit hava slept stoltleikanum at
finna uppá sjálv.
Úr líkasæluni í dreymin
Andlig líkasæla kemst av vantandi
avbjóðingum, og hetta er trupulleik
in við politikkinum og fjølmiðlun
um. Teir bjóða okkum ikki av, og
við ongum at taka støðu til ella at
droyma um fylkist tjóðin bara um
XFactor, tí líkamikið um tey flestu
syngja falskt har, so skapar XFac
tor dreymar, og Linda og Per Zac
hariassen, produsarin, eru dugnalig.
Men tá Linda er liðug í XFactor,
fáa vit ikki meira fyri hatta 25oyrað
og fara at leita eftir onkrum øðrum
at tosa um. Onkursvegna hevur tú tó
kensluna av, at hetta er ov fátæksligt
alt samalt. Ov lítið uppbyggjandi.
Ov innihaldsleyst.
Spurdi einaferð eina danska
gentu, hvussu tað kundi henda, at
hon og drongurin fóru frá hvør
øðrum. Hon svaraði: “Det blev for
meget hakkebøf og lykkehjul.”
Hevði hetta, sum hendi teimum,
hent í dag, hevði hon svarað: “Det
blev for meget hakkebøf og X
Factor.” Poengið er sjálvandi, at
lívið verður herliga hugnaligt við
øllum hesum undirhaldinum, sum
vit óvirkin labba í okkum, men tá
vit finna útav, at vit hvørki síggja
hvønn annan ella tað, sum hevur
veruligt virði í tilveruni, fyri undir
haldi og virðisleysari informatión,
vakna vit at enda við kaldan dreym.
Júst av ótta fyri líkasæluni og
tómleikanum vænti eg, at listin og
frítíðarítrívini eru uppstaðin. Tey
geva okkum møguleikan at skapa
sjálv og ferðast inn í eina verð, har
líkasæli veruleikin ikki sleppur inn,
og har tíðin má bíða eftir, at verkið
er liðugt, og tú sleppur undan at
renna aftan á tíðini. Bind eina
troyggja, les eina bók, ger ein sang,
rek seyðin í rætt ella far til útróðr
ar, og tú skilir ikki, hvussu fýra
tímar kunnu fara upp í bláa luft og
virka sum ein hálvur tími. Men
soleiðis er kenslan av at vera í
skapanartilgongdini. Hon er tíðar
leys, friðsæl og kveikjandi, tí at
skapa er at vera í sínum egna
dreymi. And dreams we need!
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Make us dream!
Tíðargreinin
tíðargreinin
Uni Arge