fríggjadagur 20. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 • 20. mars 2009
Vikuskifti 15
Vikuskifti
Her kanst tú røkja øll tíni
áhugamál og seta teg í samband
við øll møgulig, brúka tað til
politik og til at marknaðarføra –
bæði vørur og teg sjálvan.
Tað er vorðið gerandisdagur
at vísa teg sjálvan fram og at
samskifta á internetinum, og
inter netið er vorðið tað mest
útbreidda møtistaðið. Menn ingin
er farin skjótari fram enn for
kláringin, og tí hevur granskingin
á økinum ikki fylgt við.
Í Noregi, sum hevur 3. flest
brúkarar í mun til fólkatalið,
er kannað, hvørji eru brúkarar,
hvussu tey brúka tað, og hvørji
eru á teirra vinalista. Felags
fyri flestu er, at tað eru vinir og
gamlir floksfelagar, familja og
fólk, tey hava lisið og arbeitt
saman við, sum eru at finna á
vinalistanum. Eisini eru vinir hjá
teirra egnu vinum á vinalistanum,
og fólk sum tey kenna periferiskt.
Flest øll hava eisini fólk tey ikki
kenna á vinalistanum. Í meðal
hevur hvør brúkari 120 vinir.
Facebook hevur fyrst og fremst
verið fyri yngru ættarliðini,
men í ár hevur bólkurin yvir 55
ár verið tann størst vaksandi
brúkarabólkurin, vísa nýggjastu
tølini. Tann nógva miðlaumrøðan
av Facebook hevur fingið tey at
hoppa við upp á vognin. Hesi vilja
fylgja við menningini líkasum við
teldupostinum og fartelefonini.
Mark Zuckerberg –
tann nýggi Bill Gates
Mark Zuckerberg er maðurin
handan Facebook. Hann er
føddur í 1984, er í dag 24 ára
gamal og vaks upp norðan fyri
New York. Pápi hansara, Edward
Zuckerberg, er tannlækni og
mamman, Karen Zuckerberg, er
sálarfrøðingur.
Tað sigst um Mark Zuckerberg,
at hann er ein sannur nørdur – og
hevur humor. Honum hevur altíð
dámt væl at gjørt telduforrit,
serliga sum samskiftisamboð og
spøl. Sum heilt ungur gjørdi hann
eitt samskiftisforrit, sum pápin
nýtti á kontórinum til at samskifta
við sínar starvsfelagar.
Meðan Mark Zuckerberg las á
Harvard Universiteti, menti hann
hetta sosiala kervið, Facebook.
Men tað var við hjálp frá trimum
øðrum lesandi á Harvard, ið hann
búði saman við. Hóast hann ikki
gjørdi lesturin lidnan, er hann
yngsti sjálvgjørdi milliarderur,
ið hevur megnað at komið á
Forbeslistan við einum 321.
plássið. Ogn hasara er mett til 1,5
milliard amerikanskar dollarar.
Forbes er eitt amerikanskt
vinnublað, ið er kent fyri sínar
árligu listar yvir ríkastu fólkini í
heiminum.
Time Magazine hevur útnevnt
Mark Zuckerberg til »The World's
Most Influential People of 2008«.
Hann verður eisini spáddur sum
verða tann nýggi Bill Gates,
og onkur fer so vítt sum at
samanbera hann við Alexander
tann Stóra, sum legði hálvan
heimin undir seg. Higartil hevur
Mark Zuckerberg skapað eitt
netverk, sum savnar fleiri 100
milliónir brúkarar.
har øll síggja teg
Um Mark
Zuckerberger
• Er 24 ára gamal
• Føddur 14. mai 1984
• Amerkanskur
íverksetari
• Uppfunnið og ment
Facebook
• Pápin tannlækni,
mamman sálarfrøðingur
• Uppvaksin í Dobbs
Ferry, New York
• Hevur ment Facebook
• Heimsins yngsti sjálv
gørdi milliarderur
• Nummar 321 á listanum
hjá Forbes yvir milli
arderar
• Eigur 1,5 milliardir US
dollarar
• Las á Harvard
University, men gjørdi
ikki lesturin lidnan