Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 56 - 20. mars 2009 Niðurstøðan eftir eitt gott ES-orðaskifti í Føroyum er, at tað ber væl til at fara í samráðingar við ES um at vinna Føroyum eitt gott pláss í felagsskapinum. Argumentið um, at ES fer at seta seg á føroyska fiski- ríkidømið, er nú endaliga burtur Í vetur hava vit fyri fyrstu ferð upplivað eitt seriøst orðaskifti um til- knýtið Føroya til Europa- samveldið. Orðaskiftið hevur verið positivt, tí nógv ymisk sjónarmið og upplýsingar eru komin fram. Serliga skal okkara egni ES-serfrøðingur, Óli Sam- ró, hava eina stóra tøkk fyri at fyriskipað eina ES- ráðstevnu, sum í grundini flutti okkum væl fram á leið. Nøkur týðandi viður- skifti eru avklárað, og mín niðurstøða er, at orðaskift- ið greitt vísir, at ES-leiðin er hon, Føroyar eiga at ganga. Nógv ber til politiskt Hví júst hesa niðurstøðu? Jú, tí flestu óheftu við- merkjarar eru samdir um, at politiskt ber nógv til. Hetta undirstrikaði fyrr- verandi norski uttanríkis- ráðharrin, Thorvald Stoltenberg. Tað eru politikarar og ikki juristar, ið skulu telva seg fram til, hvussu Før- oyar og ES skulu sam- starva frameftir. Tí er óneyðugt at heingja seg í, hvat stívar løgfrøðiligar tulkingar siga um hetta ella hatta. Finst ein politisk semja millum Føroyar og ES, ja so er tað hon, ið skapar grundarlagið. Høvuðsargumentið ímóti ES-leiðini burtur Orðaskiftið í vetur hevur sanniliga eisini trekt seinastu tonnina úr ES- mótstøðufólkunum. Í áravís hava tey trúttað niður í eitt heilt ættarlið av føroyingum, at um vit ger- ast partur av felagsskap- inum, fer Brússel at seta seg á okkara fiskiríkidømi. Hetta er ikki so. ES-ráðgevin Poul Degn- bøl váttaði á ES-ráðstevn- uni, at fiskivinnupolitikk- urin nú flytir seg tann vegin, at tað eru regiónir- nar, ið skulu reka hann, og tað skal gerast á burðar- dyggum grundarlagi. Dialogur við ES er leiðin fram Tveir aðrir fyrilestrarhald- arar á ES-ráðstevnuni komu við sínum gullkornum. Norðmaðurin Torben Voss, advokatur, førdi fram, at tað er ein fyrimunur at taka upp beinleiðis sam- band við ES-nevndarlimin við ábyrgd av ES-víðkanini. Og íslendingurin Benedikt Johannesson, ráðgevi, greiddi frá, at í Íslandi eru tey komin eftir, at smá lond eru ov sárbær og íslendska gjaldoyra ov veikt til at standa uttan fyri ES. Tí er eitt at gera hjá Landsstýrinum. Tað er at seta seg saman við ráðandi ES-politikarum og em- bætisfólkum teirra og telva seg fram til eina smidliga loysn, har Føroyar fáa sum mest burtur úr samstarvi- num við Europasamveldið. Undirritaði hevði í fjør heyst samrøðu við áður- nevnda ES-nevndarlim, og tað er tann vegin, Lands- stýrið eigur at flyta seg. Dialogur við ES um smid- ligar loysnir er leiðin fram. Størri inntøkur og menning Um onkur framvegis ivast í, hví Føroyar eiga at vinna sær pláss í Europasamveld- inum, er grundin stutt og greið: Tað er á ES-marknaðin- um, at okkara fyritøkur kunnu økja inntøkurnar til Føroya, og tað er í ES- samstarvinum, at okkara samfelag kann gerast partur av europeisku menningini á at kalla øllum økjum. Við einum ítøkiligum uppskoti upp á eina glíðandi loysn, heitir Javni á politikararnar at beina burtur óvirðiligu umstøðurnar hjá vaksn- um fólki, ið ikki hava rætt til pensjón, men bert mugu lata sær lynda at fáa lummapening Í farnu viku varpaðu fjøl- miðlarnir ljós á óvirðiliga munin á lívskorunum hjá teimum, sum búgva á sambýlum, og teimum, ið búgva á psykiatrisku deild og bústovnum. Støðan er tann, at tey, sum búgva á sambýlum, fáa fyritíðarpensjón og rinda fyri innivist av pen- sjónini, men tey, ið búgva á psykiatrisku deild, og tey, sum búgva á bústovnum, fáa onga pensjón, men umleið 1000 kr. um mán- aðin í lummapeningi. Einans rætt til lummapening Talan er um eini 55 fólk, umleið 20 á psykiatrisku deild og umleið 35 á yms- um stovnum undir Nær- verkinum. Síðani kom fram, at sama skipan er galdandi fyri umleið 360 fólk, sum búgva á ellis- og røktarheimum. Sostatt eru í alt um eini 420 fólk, ið ikki fáa pensjón, men bert lummapengar til persón- ligan tørv. Tá tað snýr seg um ein so stóran bólk, er sjálvandi eisini talan um eitt sindur av pengum, um hetta skal broytast. Í sending í Kring- varpinum kom fram, at heilsumálaráðharrin metir, at talan verður um tví- siffraða milliónaupphædd. Hetta er sjálvsagt ikki so lætt at fáa bøtt um, sum støðan er. Men bæði lands- stýriskvinnan í almanna- málum og landsstýris- maðurin í heilsumálum vóru samd um, at verandi skipan er ikki nóg góð. Glíðandi tillaging Vit kunnu kanska siga, at hatta hava vit ikki ráð til nú, og so onki gera. Men tað er ein óvirðilig leið, sum ikki sømir seg nútíð- ini. Tí verður neyðugt at finna eina loysn, sum vit hava ráð til at fremja. Javni setur tí hervið fram eitt ítøkiligt uppskot til loysn, ið kundi verið ein gongd leið, og sum allir flokkar á tingi vónandi kunnu taka undir við: Við ársbyrjan 2010 verð- ur farið yvir til fyritíðar- pensjón fyri øll fólk undir 67 ár, sum búgva á almenn- um stovnum, ellis- og røkt- arheimi, sjúkrahúsi ella líknandi. Hesi rinda so fyri kost og innivist á sama hátt sum á sambýlum. Her er leysliga mett talan um eini 55 fólk. Tey, sum eftir ársbyrjan 2010 fylla 67 ár, varðveita sína pensjón – eisini um tey flyta inn á almennan stovn, ellis- og røktarheim, sjúkrahús ella líknandi. Á henda hátt fáa vit givið øllum teimum yngru virðiligari kor, uttan at tað kostar serliga nógv, og vit forða fyri, at fleiri koma inn í ta mannminkandi skipanina, har fólk bara fáa lummapengar. Um vilji og fíggjarorka er til tað, kann eftirverandi bólkur flytast yvir í pensjónsskipanina seinni. Í øllum førum, fer henda skipan við tíðini at loysa mannminkandi støð- una, at vaksin fólk enda við at noyðast at liva við bert at fáa lummapening. Áheitan á politikarar Nú, ið vit eru gjørd varug við tann mismun, ið verður gjørdur á teimum, ið búgva á sambýlum og teimum, ið búgva á bústovnum ella á psykiatrisku deild lands- sjúkrahússins, er tað óvirð- iligt og ábyrgdarleyst onki at gera. Javni heitir tí á bæði almannamála- og heilsumálaráðharran og á allar løgtingslimir um at virka fyri, at bøtt verður um hesa skipan – til dømis eftir tí leisti, ið lýstur er í hesi grein. Vegna Javna Óli Wolles, formaður Rúna Sivertsen, dagligur leiðari Nei, tað er ikki so, og flest allir føroyingar høvdu hildið hettar verið púra ørt og óteinkiligt. Hinvegin so er triðjing- urin av ræðisrættinum á loftvegis farleiðunum til og úr Føroyum lýstur til sølu í útlandinum. Tað er nevnliga so, at tá ið ein fyritøka er farin á eina børs, so er hon lýst til sølu. Atlantsflog er skrásett bæði á børsinum í Reykja- vík og Keypmannahavn, og har kann so 1/3 av fyri- tøkuni keypast. Føroyskur ræðisrættur á samferðslukervinum til onnur lond er altavgerandi og neyðugur. Vit, sum upplivdu tíð- ina, tá aðrir enn føroy- ingar høvdu ræðisrætt á loftvegis flutninginum til og úr Føroyum, ynskja ikki ta tíðina aftur. Politiskt bleiv arbeitt í eini 14 ár fyri at fáa og útinna hendan rætt, áðrenn tað so loksins eydnaðist at stovna Atlantsflog í 1988. Felagið var amboðið, ið skuldi nýtast. Tað var ein dýrur um- gangur at stovna felagið, men afturlítandi, so var tað ein góð íløga bæði so og so. Ávísir byrjunartrupu- leikar vóru, men seinastu nógvu árini hevur felagið ment seg til nakað, sum eingin hevði droymt um. Privatisering og børs – tey nýggju gandaorðini Sokallað privat virksemi er óføra gott til nógv ting, men tá ið umræður at hava neyðugar og ikki minst pálítiligar strukturar í einum samfelag, so má tað almenna inn í myndina. Fyrrverandi vinnumála- ráðharrin Bjarni Djurholm hevði tann holdning, at alt skuldi privatiserast, so virkaðu tingini betur enn tey gjørdu áðrenn. Sjónarmiðið er, ikki minst í dag, har almennir kassar lofta bæði í eyst og vest, gjørt púrasta til skammar. Harafturat so er tað eing- in, ið sigur, at ein privati- sering automatiskt skal enda við einari børsskrá- seting – altso einari sølu- lýsing úti í heimi. Landsstýrismaðurin vildi sleppa at privatisera meginpartin av Atlants- flog, men til alla guds lukku so fingu skilafólk í løgtinginum avmarkað skaðan. Hvat er nú rættast at gera? Tað fyrsta sum eigur at verða gjørt, er at taka av- gerð um, at tað verður ikki meira privatiserað av felagnum. Harafturat so eigur møguleikin fyri at “av- notera” felagið á børsi- num at verða kannaður. Fyri tað, so kunnu privatir partaeigarir eiga partabrøv og fáa nevndar- lim og vinningsbýti. At lýst meginpartin, ja, kanska øll partabrøvini í felagnum til sølu í útland- inum og harvið selt før- oyskan ræðisrætt á loft- vegis samferðslukervinum til útlendingar, vildi verið ein vanvirðing av teimum politikarum, ið undan fóru og ein níðingsgerð ímóti komandi ættarliðum. Eitt gott og trygt sam- ferðslukervi er ein av høv- uðstreytunum fyri, at tað ber til at liva og virka í og út frá hesum landinum. Vit eiga ikki at gloyma, at vit liva ikki mitt í verð- ini, men mitt í Atlants- havinum! Seinasta tonnin trekt úr ES-mótstøðuni løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn Pensjón ístaðin fyri lummapening P/f Vágatunnlin lýstur til sølu í Keypmannahavn og Reykjavík? Thomas arabo viðmerkingar