fríggjadagur 20. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 • 20. mars 2009
Vikuskifti
16
Góðu skótar, góðu áhoyrarar!
Fyrst fari eg at takka fyri tann
heiður, mær er sýndur, at halda
Grækarismessurøðu her í
høvuðsstaði okkara, og eisini fari
eg at takka skótunum fyri, at tey
so trúliga skipa fyri hesum haldi á
hvørjum ári.
Árið 2009 er sermerkt í Havn, tí
býurin hátíðarheldur 100-árið sum
fólkavald kommuna. Nýggj lóg var í
1908 samtykt á danska ríkisdegnum,
sum gjørdi Havnina til keypsstað,
og fekk býurin harvið eisini fólkavalt
býráð. Í 1908 fingu kvinnurnar í
danska ríkinum kommunalan valrætt,
og við hetta fyrsta býrásvalið í Havn,
í november 1908, fingu kvinnur og
ognarleys á fyrsta sinni rætt at velja
og stilla upp. Eg havi ikki kannað,
hvussu gekst við teimum ognarleysu,
men hóast kvinnurnar fingu valrætt
og valbæri í 1908, so gingu heili
46 ár, áðrenn fyrsta kvinnan, Malla
Samuelsen, í 1956 tók sæti í
býráðnum.
Árið 2009 er sermerkt í Føroyum,
tí landstýrismaðurin í heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, hevur útnevnt
hetta árið at vera eitt serligt rørsluár.
Tað er neyðugt, tí ov nógv okkara
eru, sum ikki røra okkum nóg nógv.
Í dag kunnu vit sita heima í sofuni
framman fyri stóra flatskíggjan og
fara sjónvarpstúr í náttúruni og
hoyra fuglaljóðið, meðan CO2-
útlátið frá elnýtsluni á sama skíggja
osar út í loftrúmið. Ov lítil rørsla
er m.a. ein av høvuðsorsøkunum
til sjúkuna Diabetes, Typa 2. Tað
er ikki vandamikið at gerast móður
og troyttur av at røra seg, heldur
tvørtutímóti, tað er gott og sunt
fyri kroppin. Ítróttarfysiologurin,
Magni Mohr, hevur ferð eftir ferð
víst á, at vøddar okkara eru til fyri at
verða brúktir, og tað skal helst vera
gott, hugnaligt og stuttligt at brúka
vøddarnar.
Merkistekin fyri fólkaframburði
Vit eru savna her á Vaglinum at
heilsa tjaldrinum vælafturkomið
til landið. Tjaldrið er tann fyrsti
av heiðafuglunum, sum kemur, og
kemur tað á Grækarismessu, verður
sagt. Summi árini sæst tað nakrar
dagar fyrr og sjáldan man tað verða
seinni. Í ár vóru tey fyrstu tjøldrini
sædd í Kirkjubø um 20. februar. Vit
heilsa tjøldrunum vælkomin, tí sum
Jákup Dahl, próstur, sigur í sanginum
»Tjaldur ver vælkomið«: »Tú ber
okkum boð um ein ljósari dag, at nú
er brátt summar í hondum«.
Vit gleða okkum til summarið,
vit fegnast, tí dagurin leingist og
náttin styttist, vit gleðast, at hinir
heiðafuglarnir koma, at seyðurin fer
at lemba, at lív kemur í náttúruna
og at land okkara klæðist í sín vakra
summarbúna.
Tjaldrið verjir seg væl í náttúruni,
serliga ímóti rovfuglum, eins og
tað verjir aðrar heiðafuglar ímóti
vandum, og man tað vera hetta, sum
Nólsoyar Páll hevur havt í huganum,
tá ið hann yrkti »Fuglakvæði,« har
hann letur yvirvøldina vera rovfuglar,
meðan almúgan er smáfuglar, og
sjálvur er hann tjaldrið – »fuglin í
fjørðuni við sínum nevi reyða« kvøða
vit.
Jákup Jacobsen, doktari, sigur í
bók síni »Poul Nolsøe – lívssøga og
yrkingar«, at tjaldrið er í Føroyum
út av hesum kvæði vorðið sum eitt
merkistekin fyri fólkaframburði.
Nólsoyar Páll hevði verði úti og
siglt, og hann varð komin víða um,
hann hevði m.a. verið í Amerika,
har niðursetimenn høvdu loyst frá
bretska hjálandaveldinum og sett á
stovn sítt egna ríki – USA (Sameindu
statirnir í Amerika) – og hann hevði
eisini verið í Fraklandi, har tann stóra
kollveltingin hevði verið.
Effersøe og Baden-Powell
»Latið smáfuglar og heiðafuglar
fáa frið« siga vit. Hetta hoyrdu
vit sum børn, og hetta festi seg
í minni okkara. Hesi orð eigur av
fyrstan tíð Rasmus Effersøe, sum
skrivaði tey fast í »Føringatíðindi«,
blaðnum hjá Føroyingafelag, sum
hann stjórnaði. Rasmus Effersøe var
landbúnaðarrágevi, skald, polittikari,
og ikki minst fuglavinur, og sigur
hann í yrkingini :
»Heimið« at »okkum lærir jú tann
fuglur villi; heimið er tað besta stað
á jørð«.
Rasmus Effersøe var saman
við Jóannes Paturssyni ein
av oddamonnunum í føroysku
tjóðaskaparrørðsluni, og
»Føringafelag« nýtti tjaldursmerkið
sum sítt merki, uttan iva við
»Fuglakvæðinum« sum fyrimynd. Tá
ið tað fyrsta føroyska dampskipið,
»Føringur«, var á Havnini á Ólavsøku
í 1890, handaði Føringafelagið
skipinum eitt tjaldursmerki, sum
kvinnurnar í felagnum høvdu
seymað úr silkiklæði. Hetta
tjaldursmerki er nú í varðveitslu á
fornminnissavninum.
Rasmus Effersøe varð føddur í
1857, og sama árið var í Onglandi
føddur drongur, sum fekk navnið
Robert Baden-Powell. Baden-Powell
var heryvirmaður í boarakrígnum
í Suðurafrika. Hetta vóru harðir
og sera blóðugir bardagar millum
Ongland og boarar, sum eru
eftirkomarar av niðurlendskum
niðursetumonnum í Suðurafrika.
Baden-Powell var í Suðurafrika
nøkur ár eftir at bardagin var av.
Heimafturkomin til Onglands íbirti
hann skótarørsluna. Í 1907 skipaði
hann fyri tí fyrstu skótaleguni fyri
dreingir, tí í fyrstuni vóru tað bert
dreingjaskótar, men skjótt komu
gentuskótar eisini. Endamálið hjá
Baden-Powell við skótarørsluni
var, at hann vildi gera nakað
fyri ungdómin, skótarørslan
skuldi – og skal enn – »virka fyri
góðum borgarafelagsskapi millum
ungdómin, leggja gott í hann, venja
hann at verða lýðin, at vera trúgvur
av lyndi, at vera umhugsin móti
øðrum, og í einum og øllum at verða
góðir samfelagsborgarar«.
Tjaldrið er hótt
Tað var Sverri Patursson í Kirkjubø,
sum heitti á Skótalið Sigmunds
Brestissonar um at skipa fyri
Grækarismessuhaldi og var fyrsta
haldið í Havn Grækarismessudag í
1943. Skótarnir gingu skrúðgongu
og á Vaglinum helt Sverri Patursson
røðu um fuglalívið í Føroyum.
Kvøldið eftir høvdu øll skótaliðini
í Havn fund í Avhaldshúsinum, og
eisini her helt Sverri Patursson
røðu. Síðani hevur verið skipað fyri
Grækarismessuhaldi á hvørjum ári.
Nú verða Grækarismesshald hildin
um alt landið, og tað er at frøast um.
Sverri Patursson stendur í huganum
hjá flestu føroyingum sum tann heiti
verndarmaðurin fyri fuglalívinum í
Føroyum.
Men hvussu leingi fara vit at hava
tjaldrið at fegnast um og heilsa
vælkomin til Føroyar?
Fuglavinurin Erik Mortensen
sigur í Grækarmessuhugleiðingum
í bløðunum, at nú missa vit tjaldrið.
Hann heldur, at um 10-15 ár eru ongi
tjøldur eftir her á landi. Erik, sum í
eini fimti ár hevur gingið og gongur
nógv úti í náttúruni, sigur, at tað
koma næstan ongir tjaldursungar
undan. Hann sigur, at fuglurin
manglar føði. Orsøkin, sigur hann, er
flatmaðkurin, sum helst er komin við
innfluttari mold. Flatmaðkurin etur
reyðmaðkin, sum er høvuðsføðin hjá
tjaldrinum og hinum heiðafuglunum.
Eg kann als ikki ímynda mær
Føroyar uttan tjøldur, so eg fari her
at heita á landsins myndugleikar
um at gera tað, sum gerast kann,
um nakað kann gerast at beina fyri
flatmaðkinum.
Doyr fuglurin, hvat er so eftir av
okkara nátturu?
Út í náttúruna
»Hugsið globalt og handli lokalt«, so
einføld var niðurstøðan í Brundtland-
frágreiðingini seinast í 1980-unum,
og sum varð viðgjørd á alheims fundi
í Rio de Jaineiro í 1992. Nógv føgur
orð vóru longu tá søgd, og øll vóru
tá so sera samd um at fara heim at
gera nakað munagott, eisini Føroyar
vóru við á fundinum tá. Men lítið
og onki er gjørt. Alheims útlátið
av vakstrarhúsgassum bara veksur
og veksur og hevur gjørt stórar
broytingar í náttúruni, bæði á sjógv
og landi; veðurlagið broytist, og
avleiðingarnir eru ógvusligar. Eisini
her hjá okkum merkjast broytingar.
Vísindafólk hava nú í langa tíð
rópt varskó og kravt, at broytingar
verða gjørdar, so vit minka um CO2
útlátið, tí vit koyra móti eggini við
stórari ferð. Nú mugu vit traðka
á bremsuna, nú skal handlast, nú
mugu vit øll hugsa globalt og handla
lokalt. Í heyst verður stór ráðstevna í
Keypmannahavn um hesi viðurskifti,
og tað er mín vón, at komið verður til
eina globala niðurstøðu og samtykt,
sum kann gagna veðurlagnum og
náttúruni sum heild.
At enda kann eg bara mæla okkum
øllum at gera sum skótarnir: Farið
út í náttúruna, njótið fuglasangin,
meðan vit enn hava hann, gerið
tað hugnaligt og stuttligt at vera
úti, kappist um, hvør hoyrir flest
fuglaljóð, hvør kennir flest blómur
ella – sum eg havi hoyrt um – at
onkur brúkar GPS-aran at gera
loyndarkappingar úti í náttúruni við
børnum sínum.
Men vælsignaðu tit øll: Sløkkið øll
eltól, sum kunnu sløkkjast, áðrenn
tit fara út, tí harvið minkað tit um
CO2 útlátið, soleiðis kunnu vit m.a.
handla lokalt.
Takk fyri, at tit lýddu á, og eg ynski
tykkum øllum eitt gott summar!
Eg kann als ikki
ímynda mær Føroyar
uttan tjøldur
Grækarismessurøða, sum Kristianna Rein helt á
Grækaris messuhald inum á Vaglinum í Havn
sunnudagin 15. mars 2009
Kristianna rein