Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 20. mars 2009 17 Helst ein nakað dapur yvirskrift fyri okkum, sum her búgva, men veruleikin er, at um løgtingsmál nr 146/2008 vinnur frama á Tingi, so verður ikki bara heim­ ildin at gera Sandoyar­ tunnilin útsett, nei hon verður snøgt sagt tikin burtur, og harvið eisini møguleikin at gera lívæðr­ ina hjá Sandoynni, kom­ andi Sandoyartunnilin. Tilgongdin til at gera Sandoyartunnilin kann í stuttum lýsast soleiðis: Fyrireikandi kanningar. Kostnaður u.l. 10. mió.kr (tær flestu eru gjørdar) Samtykt heimildarlóg frá 12.12.07. (verður nú sam­ bært løgtingsmáli nr.146 avtikin.) Projektering av tunnlin­ um. Kostnaður 20­25 mió. kr. (arbeiðið er ikki byrjað) Stovnan av P/F Sandoyar­ tunnilin (verður gjørt við 2 mió.kr. sambært løgtings­ máli 146) Fíggjarlig játtan antin beinleiðis á fíggjarlóg, ella við lántøku (ongin loysn funnin) Bygging av tunnlinum (skuldi vera 1/11­2009, men heimildin verður nú burturtikin) Sambært teirri gongd, sum hevur verið í málinum um Sandoyartunnilin síðani hann varð samtyktur, so er lítið sum bendir á nakað fyri Sandoyingar, serliga kveikjandi í málinum. Hin­ vegin sær út til at skiftandi ábyrgdarhavarar, við iva­ somum gongulagi hava roynt at skáksiglt undan ábyrgdini, sum liggur í samtyktu løgtingslógini frá 12.12.07. Tað sum kortini loypir í eyga, er at verandi sam­ gonga, her umboða av Anniku Olsen úr Fólka­ flokkinum, nú hevur lagt løgtingsmál fram, sum avhøvdar samtyktu lógina um Sandoyartunnilin. Uttan himpr. Ongin av okkum, sum her búgva, verður eftirspurdur. Hvørki kommunur, vinnulív ella borgarar. Ongin hoyring. Ongin Kunning. Vónin sløkt frá degi til dags. Vit hoyra næstan teskini: Hyssj! Ikki siga tað, men vita avtaka Sandoyar­ tunnilin, og so fá sum gjørligt skulu vita av tí. Og tað tykist sum um fjølmiðl­ arnir spæla við. Enn havi eg ikki hoyrt ella sæð, nakr­ an miðil viðgjørt spurning­ in um avtøkuna av lógini um Sandoyartunnilin. Og tað stendur í rættiliga stór­ ari andsøgn við miðlameld­ urin, sum stóðst av sam­ tyktu lógini. Sokallaðu marknaðar­ kreftirnar hava eftir tveim­ um árum knúst búskapar­ støðu heimsins, og júst tað átti at verið áminningin til okkum um, at samhalds­ fasta leiðin, sum tryggjar øllum borgarum javnbjóðis fortreytir fyri at mennast í samfelagnum, og at menna samfelagið, er leiðin at ganga. Løgtingsmál nr. 146/2008 heilmiðlar at stovna P/F Sandoyartunn­ ilin, men er í veruleikanum eitt innantómt hylki uttan fígging og heimildir. Finn­ bogi Ísakson, sáli, hevði uttan iva nevnt ætlanina, eina snilda roynd at lumpa tey sum eru góðtrúgvin og ikki vita betur. Eftir sita vit í Sandoynni, sum sligin á nevið. Ongin nýtist at siga okkum hvønn týdning vegasamband hevur í dagsins samfelag. Vit kunnu bert hyggja í ein norðan ella vestan. Verst er kortini kenslan av at vera uttanfyri. At vera uttanfyri møguleikarnar, marknaðin og uttanfyri brøðralagið hjá restini av tjóðin Føoyar! Vónin býr í, at enn hevur politiska skipanin møgu­ leikan, ikki at sløkkja kontaktina. P/F Sandoyartunnilin – eitt innantómt hylki! borgarstjóri á Sandi Páll á Reynatúgvu ­ Hevði Atlantic Airways havt møguleika til at givið eina betri tænastu í privat­ um hondum ella almennum?? Tað eru fyrimunir og vansar við báðum møgu­ leikum, men tað er eingin ivi um, at privatiseringin má vera eitt mál, sum føroyingar sjálvir og myndugleikarnir gera av. Í 2007 kom landsstýrið til ta niðurstøðu, at Atlantic Airways hevði verið rikið betur sum eitt privat parta­ felag, og eins og í nógvum øðrum londum í Vestur­ heiminum, varð farið undir privatisering. Tískil bleiv tað kunngjørt, at landið fór at selja helmingin av Atlantic Airways, og at hetta skuldi seljast í stig­ um, til privatar íleggjarar. Landsstýrið gav út eitt prospekt vegna fyrsta stig­ ið av søluni, sum svaraði til 33% av partabrøvunum. Prospektið lýsti treytirnar fyri partabrøvini, vinnuligu aktivitetirnar hjá fyritøkuni umframt fíggjarligu korini. Eitt prospekt er eitt sera týdningarmikið juridiskt skjal, sum fungerar sum ein sáttmáli ímillum seljar­ an, í hesum førinum lands­ stýrið og áhugaðar keypar­ ar. Skrivað stendur: »Tú skal kunna líta á, at upp­ lýsingarnir í prospektinum eru eftirfarandi, tá tú skal taka støðu til, um íløgan skal gerast ella ikki.«. Í 2007 var ein sera týdn­ ingarmikil og afturvend­ andi spurningur frá áhugað­ um íleggjarunum, nevni­ liga um landsstýrið hevði ætlanir at nýta teir írrest­ andi 2/3 av partabrøvunum til at stýra fyritøkuni. Íleggjararnir vildu eisini vita, um ætlanin var at halda fram við søluni, til helmingurin av partabrøv­ unum vóru í privatum hondum. Fyri at tryggja íleggjar­ unum omanfyristandandi punktir, segði táverðandi landsstýrismaðurin, at ivaleyst skuldi haldast fram við privatiseringini til 2/3 av partabrøvunum í Atlantic Airways, til tey vóru hjá privatum íleggj­ arum. Íleggjararnir trúðu fult og fast upp á hesi orð. Eg valdi at gera íløguna, tí at eg helt, at fyritøkan hevði eina sera sterka leiðslu, og at útlitini fyri vøkstur vóru góð, serliga eftir at hon var í privatum hondum og ikki stýrd av landinum. Í seinastuni hevur man sæð nógv alment kjak um landsstýrismannin í vinnu­ málum, Jóhan Dahl og hansara ætlanir um at skifta ávísar nevndarlimir út við aðrar, sum hann sjálvur skuldi velja. Jóhan Dahl er ónøgdur við ávísar partar av fyritøkuni og væntar, at ein nýggj nevnd, sum hann sjálvur setur, skal rætta upp á tey mál. Eg haldi, at leiðslan í Atlantic Airways hevur gjørt eitt sera stórt og gott arbeiði, í einum truplum tíðarskeiði, men tað hevur í roynd og veru ongan týdn­ ing. Spurningurin er, um landsstýrismaðurin skal um­ boða leiðsluna í fyritøkuni ella kanska eina nevnd, sum hann sjálvur hevur valt. Tað, sum Jóhan Dahl hevur ætlanir um, er júst tað, sum Føroya Landsstýri lovaði ikki at gera, tá ið partabrøvini blivu seld privatum íleggjarum. Hetta er tó einans ein av fleiri feilum, ið landsstýrið hevur gjørt, sum mótsigur prospektið: ­ Privatiseringin hevur ikki hildið fram, sum ann­ ars lovað, og landsstýrið í dag veit ikki eingang, um tey írrestandi partabrøvini skulu seljast ­ Jóhan Dahl og onnur landsstýrisfólk hava havt nógvar almennar atfinning­ ar um Atlantic Airways ­ Landsstýrið hevur fyri stuttum flutt Vága Flog­ havn til ein myndugleika, ið hoyrir beinleiðis til landsstýrið og síðani givið loyvi til ein Duty­free handil, har alt yvirskotið fer frá flogfelagnum til landsstýrið – ikki júst tað, vit kunnu bólka undir »armslongdarprinsippið«. ­ Nú ætlar Jóhan Dahl at yvirtaka alla leiðsluna av fyritøkuni við at seta hansara egnu nevnd. Tað undrar neyvan nakr­ an, at hendan gongdin hevur lækkað um virðið av partabrøvunum. Vildi nakar í grundini havt keypt, um ein visti, at landsstýrið hevði ætlanir at reka fyritøkan, sum tað hevur gjørt??? Í 2007 gav landsstýrið eitt lyfti, sum íleggjarar trúðu uppá. Um umstøður­ nar eru broyttar so nógv, at landsstýrismaðurin í vinnu­ málum, Jóhan Dahl, ikki kann halda tey lyfti, so er minsta kravið, at hann tekur samband við teir íleggjarar, sum vístu lands­ stýrinum álitið við at keypa partabrøv. Hann skuldi bjóðað teimum at keypt partabrøvini aftur fyri upprunaliga kursin ella broyta partabrøvini til ikki at hava atkvøðurætt, fyri eina ávísa rentu. Síðani kann hann leiða fyritøkuna sum honum lystir. Vit føroyingar hava altíð roknað okkum ímillum norðanlond. At vit hava ein standard innan øll lívsins viðurskifti á jøvnum føti við okkara grannar. Men verður hugt at, hvussu støða okkarar er innan sjóvinnu, so er veruleikin ein heilt annar. Sum smádrongur gekk eg so trúliga hvønn 25. apríl inn á Giljanes til flagdagshald. Lærdi um Merkið og at virða tað. Lærdi at tað hevði fullan altjóða rætt á havinum. At eitt føroyskt skip var ein partur av Føroyum. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir, hvussu ávís lond á IMO listanum Paris MoU(sonevnda svartalista) klára seg við Port State Control. Tøl yvir 1 siga at landið er á svartalista, tøl ímillum 0 og 1 siga, at tað er á gráa lista. Er talið undir 0, er landið hvítlista. Vanliga samanbera vit okkum við Danmark ella Noregi, men á yvirlitinum minna vit mest um ein fyrrverandi sovjetstat. Rusland og Kina eru komin upp á hvíta lista. Kina er nú millum heimsins bestu fløgg. Isle of Man og Marshall Islands eru lond, vit skulu kappast við, um vit ætla at fáa skip undir føroyskt flagg. Tey eru ímillum heimsins bestu fløgg í skipaskrásetingarhøpi. Nú eru tølini bert tøk fram til 2007. Men við skipum eftirhildnum bæði her og har í løtuni er neyvan vón um bata. Men hvussu er støðan í dag. Vit taka útlendingar umborð á føroyskt skip. Teir doyggja, tí vit ikki hava syrgt fyri at trygdin umborð er í lagi. Á okkara minningardegi fyri teim sjólatnu verða teir ikki tiknir upp á tungu. Vit taka útlendingar umborð á føroysk skip. Vilja ikki góðtaka, at teir eru manning. Geva teimum ikki mat, ljós og hita. Sum støðan er í dag kann ein og hvør skráseta eitt skip undir føroyska flagginum. Lata tað liggja og rekast sum ein umhvørvisbumba í onkrari útlendskari havn. Eingin føroyskur myndugleiki tekur sær ábyrgdina. Sum smádrongur gekk eg so trúliga hvønn 25. apríl inn á Giljanes til flagdagshald. Lærdi um Merkið og at virða tað. Lærdi at tað hevði fullan altjóða rætt á havinum. At eitt føroyskt skip var ein partur av Føroyum. Er tað ikki galdandi longur? Er føroyska flaggið hunddálkað? Ár 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 Føroyar 0.96 1,16 0,76 0,53 0,59 0,59 0,58 0,43 0,25 Litava 0,97 1,14 0,82 0,57 0,50 0,22 0,32 0,08 0,30 Rusland 1,65 1,37 1,04 0,67 0,38 0,32 0,18 0,22 -0,17 Kina 0,02 -0,18 -0,55 -0,61 -0,67 -1,00 -1,23 -1,60 -1,75 Isle of Man 0,14 -0,46 -0,68 -1,30 -1,38 -1,55 -1,56 -1,47 -1,51 Marchall Islands -0,71 -0,42 -0,18 -0,20 -0,46 -0,88 -1,21 -1,52 -1,42 Danmark -0,89 -0,80 -1,08 -0,75 -0,75 -0,95 -1,31 -1,44 -1,49 Noregi -1,01 -0,90 -0,90 -0,82 -0,87 -1,04 -1,37 -1,43 -1,35 KRistin Rasmussen Ein spurningur um rættvísi.... adRian nowKwith FAKTA: Adrian Noskwith er ein privatur íleggjari í Atlantic Airways viðmerkingar Lesið fleiri viðmerkingar á síðu 28 ➘