fríggjadagur 20. mars 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 56 - 20. mars 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Komandi leygardag heldur
Katrina í Geil fyrilestur um
“Binding og Design”. Støð
ið verður tikið í føroyskari
binding fyrr, nú og framyvir
– frá bindisniðum á Føroya
Fornminnissavni til catwalk
í París og London.
Katrina er designari frá
Designskolen Kolding, og
hevur selt design til m.o
Calvin Klein og Filippu K.
Hon er eisini við á framsýn
ingini DK:Knit í Norður
landahúsinum í løtuni.
Fyrilesturin verður á Segl
loftinum á Tvøroyri leygar
dagin 21. mars kl. 13:00 til
uml. 15:00. Kostnaður 100
kr. (limir 70 kr.). Høvið
verður eisini at keypa sær
ein drekkamunn.
Tað
eru Valkyrjurnar,
sum skipa fyri, og øll eru
vælkomin!
“The Best og You”
Katrina hevur eisini hollar
royndir sum stylistur, hon
hevur skeið bæði privat og
professionelt, og frílansar
m.a. fyri blaðið Kvinna,
bæði sum stylistur á Nýggj
Kvinna og sum dekoratør.
“The Best of You” er
skeiðið til allar kvinnur, ið
vilja síggja fantastiska gott
út, júst sum tær eru. Og
leygarkvøldið
kl.
19:00
bjóðar hon kvinnum í Suð
uroy at luttaka á hesum
skeiði, sum varðar 4 tímar.
Kostnaður 500 kr. Íroknað
er tilfar fyri hvønn luttakara.
Tekning á tlf. 281885.
Binding & Design á Seglloftinum
Dagurin
20. mars. Gordius, deyður umleið 300. Rómverskur
hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum,
2. broytta útgáva 2008)
Vitugur vestmenn
ingur verður pro
fessari í Kjøpinhavn
Fríggjadagin,
tann
20.
mars, kl. 14.15 verður stór
hending í tí føroysku aka
demikaraverðini og í øllum
útisetaumhvørvinum, tá ið
Bergfinnur Durhuus, sum
er ættaður úr Vestmanna,
verður alment útnevndur til
professara í matematikk við
Kjøpinhavnar Universitet.
Henda dagin er hátíðar
hald á H. C. Ørsteds-instit-
uttinum í auditorium nr. 4,
og Bergfinnur skal halda sín
fyrsta fyrilestur sum kosin
universitetsprofessari
um
evnið ”Random geometry”.
Síðani Christian Matras
gavst í 1964, hevur eingin
annar føroyingur havt pro
fessaraheiti í Kjøpinhavn,
og Christian var tann allar
fyrsti føroyski professarin.
At vit nú fáa ein nýggjan
føroyskan professara í Kjøp
inhavn, er sjálvandi fyrst og
fremst ein heiður fyri Berg
finn sjálvan; men vit útiset
ar eru eisini ernir av honum,
og tað kunnu allir føroyingar
vera.
Matras var professari í før
oyskum og øðrum norrønum
málum. Vit hava sjálvsagt
nógva virðing fyri humani
ora; men tað er avgjørt meira
intellektuelt stimbrandi, at
vit føroyingar eisini hava
fingið eitt matematiskt ridd
araslag og ein úrmæling á tí
natúrvitskapliga økinum.
Tey natúrvísindaligu fak
ini hava tíanverri ikki veriδ
serliga
forkelaði
henda
síðsta mansaldurin, hvørki í
Føroyum ella í Danmark,
hóast tey flestu vita, at hesi
fakini eru grundarlagið og
fortreytin fyri øllum fram
burði. Bergfinnur hevur
fleiri ferðir varliga gjørt
vart við, at hann ikki heldur,
at hansara fak, t.e. matemat-
ikk, kemi og fysikk verða
nóg væl hagreidd í dagsins
skúlum, hvørki í barnaskúl
um ella á hægri lærustovnu
m.
Bergfinnur gjørdist stud
entur úr Havn 1970. Hann
verður cand.scient frá Kjøp
inhavnar Universiteti í 1976.
Sum stipendiatur arbeiddi
hann eitt skifti við fronsk
universitet. Seinni arbeiddi
hann á einum fysiskt/mate
matiskum stovni undir Niels
Bohrsinstituttinum,
inntil
hann í 1984 varð settur sum
adjunktur við sjálvt Kjøpin
havnar Universitet.
Fýra ár seinni, t.e. í 1988
gjørdist hann lektorur, og er
endiliga í dag sum 58 ára
gamal útnevndur til pro
fessara við tann lærustovn,
har hann hevur fingið sína
aðalútbúgving.
Vit eru nógvir útisetar,
sum ætla okkum út á H. C.
Ørstedsstovnin at fagna
Bergfinni
Durhuus
og
ynskja honum tillukku við
bæði starvi og titli (heiti).
Virgar T. Dalsgaard
Bergfinnur professari
í matematikk
Føðingar
Hergeir, Vilmhelm, Arna og Turid Rósa fingu ein
lítlabeiggja 19. februar. Hann var 48 cm langur og
vigaði 3125 gr.
11. mars fingu Fía og Karl Magni Hammer,
Glyvrum, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
3900 gr.
13. mars fingu Vera og Jógvan Mørkøre, Klaksvík,
ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3375 gr.
13. mars fingu Ingilín Holm og Jákup Símun
Simonsen, Hoyvík, ein son. Hann var 50 cm langur
og vigaði 3150 gr.
13. mars fingu Jóna Maria Malunardóttir og Sámal
Kyrrigerð, Vági, ein son. Hann var 52 cm langur og
vigaði 3600 gr.
14. mars fingu Silvia Maria og Eyðstein Skipanes,
Runavík, eina dóttur. Hon var 42 cm long og vigaði
1530 gr.
16. mars fingu Sólgerð Jacobsen og Mortan Joensen,
Argjum, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
4250 gr.
16. mars fingu Tommy L. Jacobsen, Leirvík, og Lise-
Lotte B. Vindelbo, Svendborg, ein son. Hann vigaði
4030 gram og var 53 sentimetur langur.
18. mars fingu Bergtóra Joensen og John Jacobsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði
3900 gr.
Katrina í Geil