Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 • 20. mars 2009 18 inngangur grams.fo Mortan í Hamrabyrgi ”Bíblian” hjá gastronomum um allan heim: Michelin-handbókin Main Cities of Europe 2009. Mánadagin í vikuni varð frem- sta ummælis-rit innan matsto- vur og gistingarhús í Evropa almannakunngjørt. Hvat par- nassið hjá fronsku dekk-fyritø- kuni heldur um matstovur og gistingarhús er næstan vorðið lóg í dag. Virðingin fyri hesi skoðsmál er øgilig. Tað kann merkja lív ella deyða hvørt ein sleppur uppá listan. Einans 3 stjørnur kunna latast. Og bert at fáa eina stjørnur krevur hart miðvíst arbeiði, dugnaligt handverk og listarli- gar gávur. Tað er stórt bragd at røkka. Tað var hann sjálvur André Michelin sum í 1900 fekk hug- skotið at geva út eitt slag av faldara um góðar matstovur og gistingarhús til koyrandi fólkið. Upprunaliga var faldarin ókey- pis, men seinni er talan vorðið um stórt bókaverk, ið verður selt til fullan prís. Tilsamans gevur Michelin út 15 ymiskar handbøkur á hvørjum ári, sum verða seldar í 800.000 eintøkum um allan heim. Mest kend er Main Cities of Europe. 3000 matstovur og gistingarhús í 41 býum í 20 londum fáa skoðsmál. Hvussu hilnaðist so í ár? Ja, vónleyst at reksa allar stjørnurnar upp í Evropa, men eftirsum danski høvuðsstaðurin er okkara gátt til umheimin, er rímiligt at vita hvussu gekk hjá teimum. Enn einaferð hevur Keypman- nahavn staðfest sína støðu sum fremsti matlistarligi býur í Norðanlondum. 13 matstovur í Keypmannahavn fingu 14 stjørnur. Av hesum fekk noma heilar tvær stjørnur. Og so eiga vit ikki at gloyma okkara egni Jan Restorff og føroya-vinurin Jacob de Neer- gaard á Søllerød Kro. Aftur í ár fingu teir eina Michelin-stjørnu. Grams ynskir teimum tillukku. Og eg kann bert viðmæla fólki, ið vitja danska høvuðsstaðin at leita sær norður til Jan til ein betri bita. Matur, vín og tæna- sta í heimsflokki! Noma: 2 stjørnur Herman (Nimb): 1 stjørna Kokkeriet: 1 stjørna Kiin Kiin: 1 stjørna Geranium: 1 stjørna Formel B: 1 stjørna Ensemble: 1 stjørna MR: 1 stjørna The Paul: 1 stjørna Søllerød Kro: 1 stjørna Kong Hans’ Kælder: 1 stjørna Era Ora: 1 stjørna Michelin-stjørnur So kom hon!