fríggjadagur 20. mars 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 20. mars 2009
19
Herborg Strøm fer til gravar úr Vágs kirkju leygar
dagin klokkan 13. Tey, sum vilja minnast Herborg
kunnu lata eldrasambýlinum í Vági eina gávu.
Andlát og jarðarferðir
Hósdagin 12. mars fylti Torkil Skála í
Havn 65 ár.
Torkil er havnarmaður, sonur Honnu,
f. Thorkildshøj, av Nesi, og Óla Christi
an Skála, keypmann í Havn.
Eftir lokið realprógv fór hann á
studentaskúla og tók studentsprógv í
Hoydølum í 1963. Síðan var hann vik
arur við Sankta Frans Skúla í tvey ár.
Eina tíð var Torkil sjómaður, hann
sigldi
við
línubátunum
Mai
og
Oyrarsker. So lá leiðin til Danmarkar,
har hann tók læraraprógv frá Esbjerg
Seminarium í 1971.
Heimafturkomin fekk hann starv á
Venjingarskúlanum í Havn, har hann
var lærari til 1977, tá hann fekk starv
á Eysturskúlanum, sum varð hansara
lívsstarv. Hann hevur verið á ymisk
um skeiðum á Fróðskaparsetri Føroya
innan sítt starvsøki, serliga innan søgu
og undirvísingarlæru. Hann var limur
í Tórshavnar Skúlaráð frá 197684.
Innan ítróttin hevur fótbólturin havt
hansara stóra áhuga. Hann var
formaður í HB eitt tíðarskeið og er
enn í dag ein av trúgvu gomlu HB
stuðlunum. Hann hevur verið virkin
bridgespælari, og sangur hevur eisini
hansara stóra áhuga, hann hevur t.d.
sungið í Tórshavnar Manskóri.
Torkil er giftur við Esther, f.
Justinussen, ættað úr Leirvík, og eiga
tey børnini Eirik og Hervør.
- red
Torkil Skála 65 ár
nøvn
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 20. mars verður Tordis Poulsen á Válinum 90
ár. Leygardagin 21. mars millum kl. 15 og 18 bjóðar hon til
ein kaffimunn inni á Fjørukrónni.
80 ára føðingardagur
Týsdagin 24. mars verður Heinina Joensen, Sandavágur, 80
ár. Dagurin verður hildin 21. mars í Meinigheitshúsinum frá
kl 17.
50 ára føðingardagur
Leygardagin 21. mars fyllir Jóngerð Midjord 50 ár.
Føðingardagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Harald
sundi frá klokkan 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 21. mars kunnu Niklas og Jensia Joensen
í Kollafirði hava gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin
hjá dóttrini, undir Heygnum, á Todnesi 17 frá klokkan
16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
29. apríl 2009 hava Solveig og Jens Peter Arge, Tórshavn,
verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum
leygardagin 2. mai kl. 19.00. Um tit ynskja at gleða okkum
við at koma, kunnu tit boða okkum frá á tlf. 313173 ella
213171 innan 20. apríl 2009.
Brúdleyp
25. apríl 2009 kl. 12 giftast í Betesda, Klaksvík: Elsebeth
P. Eyðunsdóttir Jacobsen, Svínoy og Marni Steinberg,
Klaksvík. Veitslan verður á hotel Norð kl. 16. Tey, ið ynskja
at gleða okkum við at koma, kunnu tekna seg á tlf. 226916
(Elsebeth) ella tlf. 220061/ 287307 (Marni) innan 31. mars
2009.
Brúdleyp
Flaggdagin 25. apríl giftast Annika Soll, Sørvágur, og Sámal
Kristian Jacobsen, Tórshavn. Vígslan verður í Havnar kirkju
kl. 14.00 og veitsla fyri innbodnum verður í Eydnuni á
Oyrarbakka kl. 19.00.
Prógv
6. februar fekk Sanna Klein av Skála prógv sum cand.mag. í
bókmentafrøði frá Syddansk Universitet í Odense.
Týsdagin 24. mars fyllir
Heinina Joensen í Sandavági
80 ár. Hon var gift við
Mouritsi Joensen í Sanda
vági, sum doyði í 1989. Síð
an hevur hon livað einsamøll
í húsi. Hon er røsk og klárar
seg sjálvan.
Henni dámar væl at
ganga túrar, eisini dámar
henni ógvuliga væl at fara
til fimleik/rørslu saman við
eldri fólki í Vágum tvær
ferðir um vikuna.
Hon hevur fýra børn, 12
barnabørn og 7 langommu
børn. Henni dámar væl at
vera saman við familjuni,
hevur áhuga í hvussu vit
hava tað. Vit hava havt stóra
gleði av hennara hjálpsemi
gjøgnum árini. Hon fylgir
væl við í tí sum rørist í sam
felagnum
og
ser
liga ítróttinum, eisini dámar
henni væl at koma á møti
og í kirkju. Børnini saman
við øllum familjum teirra
ynskja henni hjartaliga til
lukku á 80 ára degnum og
vit gleða okkum til hendan
dag.
Føðingardagurin verður
hildin í Meinigheitshúsinum
í Sandavági leygardagin 21.
mars, har øll eru vælkom
in at heilsa upp á hana.
Heinina
Joensen 80 ár
Leygarkvøldið 21. mars
skipar Sangkórið í Ebenezer
fyri sangløtu í Ebenezer.
Á skránni eru sangir, sum
kórið hevur vant hetta
sangárið,
og
einstakir
sangir, sum kórið hevur
sungið seinastu árini. Í fleiri
av sangunum syngja eisini
solistar
saman
við
kórinum.
Felagssangur
verður
eisini á skránni á sangløtuni,
sum byrjar kl. 20.00.
Sangløta í Ebenezer
Í sambandi við trúboðaraferð
í Danmark vitja Svenning av
Lofti og Poul Færø á Malta í
Hirtshals í vikuskiftinum.
Leygarkvøldið 21. mars
kl.19.30 og sunnukvøldið
22. mars kl. 18.00 verða
eykamøtir á Malta, har Poul
Færø og Svenning av Lofti
koma at tala, og Marner av
Lofti og Hans Jákup á Lava
koma at spæla og syngja.
Svenning og Poul eru fyri
aðru ferð á trúboðaraferð í
Danmark innanfyri tveir
mánaðir. Onkur spurdi, hví
teir komu so skjótt aftur, og
tá segði ein, at tað var tí, at
teir føldu, at tað var nakað
eftir at gera. Spurdir um tað
er so svara teir játtandi.
Svenning og Poul eru
ikki einans á prædikuferð á
flatlondum, men eisini fyri
at vitja føroyingar, sum eru
fastbúgvandi í Danmark;
og fastbúgvandi føroyingar
nir í Danmark eru í túsunda
tali, so her kann verða nóg
mikið at tríva í hjá einum
andaligum hirða. Teir hava
seinasta hálva ári ferðast
nógv saman til møtir runt í
Føroyum, og teir savna
nógv fólk har teir koma.
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@post.olivant.fo
Svenning og Poul á Malta
Svenning av Lofti og
Poul Færø