fríggjadagur 20. mars 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 • 20. mars 2009
Marchesi di Barolo, DOC
Barbera d’Alba 2006
Château de Valcombe, AOC
Costiéres de Nîmes, Syrah-
Grenache 2007
Torre Mayor, DO Utiel-
Requena, Tinto 2001
Torre Mayor, DO Utiel-
Requena, Blanco 2007
19
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Vakur kirsuberreyður
litur við lilla dæmi. Samansetti
angin bragdar við tónum frá
bromberum, bláberum og
kirsuberum. Eitt undirspæl
av kamfer og violum fær
hetta vínið á flog. Smakkurin
klassiskt Barbera. Neyvur, reinur
og kraftmikil fruktsmakkur við
leikandi mineralskum tónum.
Strangur og elegantur stílur, ið
hóskar væl til dunnu, kálvakjøt
og kanska ein spennandi
risotto.
Kostnaður: Kr. 97,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Fraklandi
Ummæli: Glógvandi
kirsubersvartur litur. Lættur og
berfruktkendur angi í nasunum
frá Grenache og við klassiskum
pipar/kjøt-undirspæli frá
Syrah. Lættur, sevjumikil og
mjúkur smakkur við meðal
fyllu. Reyða berfruktin er í
hásæti, men myrkir maskulinir
undirtónar geva seg eisini
til kennar við pipar og flesk.
Elegant, mineralskt og fittliga
samansett vín har ein olivin/
lakress-broddur javnvigar í
eftirsmakkinum.
Kostnaður: Kr. 77,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Spania
Ummæli: Kirsuberreyður litur.
Angin er merktur av myrkari
berfrukt og hóvsamari eik-
lagring. Bleytur og mjúkur
smakkar av bromberum og
nýggjum leðri frá fat-lagringini.
Fruktin er heilt góð og
somuleiðis fat-árinið, men her
vantar eisini ein rættur ryggur,
- ein broddur, ið strammar
upp. Vínið hongur nakað. Men
prísurin er rímiligur.
Kostnaður: Kr. 67,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt hvítvín úr Spania
Ummæli: Gyltur gulur litur.
Einfaldur, men rímiliga kraft-
mikil angi av ovbúnaðari frukt.
Smakkurin fullkomiliga ófarli-
gur. Líkafram gummibomskend
frukt, bleyt sýra og geispandi
leiðiligt. Rímiligur prísur.
Kostnaður: Kr. 67,00
Skoðsmál:
Barbera var upprunaliga nakað
einføld drúva, ið var lítið uppá
seg. Vit finna hana fyrst og
fremst í Piemonte har norðuri
í Italia. Upp í leypar av frukt
og sýru, vakur lillasvartur litur,
men ongan samansettan byg-
nað. Men seinnu árini er henda
drúvan farin at gera um seg
við lága heystarúrtøku og fínari
fatlagring. Hennara X-faktor er
uppdagaður og nú er Barbera
”send til Hollywood” sum ein
nýkosin stjørna.
Í seinastu viku ummælti eg
eina Barbera d’Asti og í dag
hevur hon so eftirnavnið Alba.
Hvør er munurin? Well, talan er
um tvey ymisk løggildis-vínøki.
Tað er vanligt at halda, at Asti-
barbera er meira feminim og
elegant meðan Alba-barbera
hevur meira kraftmiklan byg-
nað og er maskulin. So er tað
”smag og behag”, hvat einum
dámar. Sjálvur eri eg stórur
Barbera-fjeppari og haldi at
Barbera d’Alba frá Marchesi di
Barolo hepnast framúr eins og
Barbera d’Asti frá Maglietta í
seinastu viku.
Fatlagring á eik-føtum gevur
javnvág til Barbera-vín, ið van-
liga inniheldur høga fruktsýru,
men lága garvasýru. Hvassa
fruktsýran verður rundað
og samstundis fær vínið ein
hóskandi beiskan brodd frá
garvasýruni frá eik-viðinum. Ein
betri bygnað.
Roynið Barbera afturvið stok-
tari dunnu! Tá rennur saman til
hægri eind.
Italskt reyðvín við X-faktor