Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 56 - 20. mars 2009 nøvn Í sambandi við at íslendski sendiharrin Albert Jónsson hevur tikið við sum aðal­ konsul Íslands í Føroyum var móttøka í embætishús­ unum í Hanusargøtu í Havn hósdagin 18. mars Albert Jónsson byrjaði sína embætisleið sum polit­ iskur ráðgevi hjá íslendska forsætismálaráðharranum, og arbeiddi á skrivstovuni hjá forsætismálaráðharran­ um frá 1991. Starvið í uttanríkismála­ ráðnum og síðani í forsætis­ málaráðnum førdi til, at Albert Jónsson fekk møgu­ leikan at gerast ambassadør­ ur Íslands í USA við bústaði í Washington. Nú er hann so aðalkonsul Íslands í Føroyum. Nýggi konsulin kennir seg væl í Føroyum, bæði eg sjálvur og konan Ása Bald­ vinsdóttir, gleðast um at búgva her í Føroyum, sum er eitt vakurt land við ófati­ ligari náttúru. Og mær dám­ ar jú serliga væl at vera úti í náttúruni, og ein av mínum frítíðar áhugamálum er at ganga túrar úti í náttúruni, og ein annar er at fiska, og tað er ríkiligt av møguleikum fyri tí her í Føroyum, sigur Albert Jónsson. mg Albert Jónsson íslendskur aðalkonsul: Gleðist um at búgva í Føroyum Myndir: Jan Müller Hósdagin var móttøka í sambandi við at íslendski sendiharrin Albert Jónsson hevur tikið við sum aðalkonsul Íslands í Føroyum. Her saman við konuni Ásu Baldvinsdóttir Jørgen Niclasen, Sigmund Isfeld og Ása Baldvinsdóttir Albert Jónsson og Marjun Hanusardóttir Albert Jónsson og Jørgen Niclasen Herluf Sigvardsen og Jørgen Niclasen Poul Mohr og Albert Jónsson Albert Jónsson og Magni Arge Høgni Hoydal, Albert Jónsson og Petur Nolsøe