Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 • 20. mars 2009 -Tað finst bara eitt størri kynstir enn kynstrið at sláa ein perfek- tan golf-bólt, og tað er kynstrið at eta ein hotdog uttan at fáa sinnop á skjúrtuna… Soleiðis segði hann sjálvur, Ray Fitzgerald á sinni. Vit kenna sinnop sum sterkt krydd, ið vit kunna keypa liðugt sum køld sós ella sum mjøl at røra sjálvi. Korn frá plantuni Sinapis verða rørd saman við vatn, edika, salt og sukur. So rópa vit tað fyri sinnop! Í Dijon í Fraklandi eru tey eitt sindur fín uppá tað og brúka vín-edika at røra í. So eitur tað knappliga Dijon-sinoppur. Sinops-plantan er aldargomul búnaðarplanta, ið er umrødd bæði í fjareystri, Kina og her á evropeiskum leiðum. Serligi eginleikin við sinoppi er at arga nasar og smakkleykir við evninum isothiocyanat. Het- ta er natúrligt brennandi evni í sinopskornum sum uppruna- liga er partur av verjuskipanini í plantuni. Tá ið isothiocyanat kemur í samband við vatn gerst tað sera ”hot”. Ein brennandi, næstan pínufull kensla veksur í gómanum og øllum høvdi- num. Vit kunna vera um at bresta um sinoppur er sterkur. Men okkum dáma tað kortini í matgerð. Nógv kenna ivaleyst upplivin- gina, tá ið abbin hevur rørt sína serligu Colman’s-blanding til kókaðu grindina, soleiðis at roykur stendur úr oyrunum. Um isothiocyanat ikki verður aktiverað smakkar sinoppur meira mildur við beiskum un- dirtónum. Sum skilst eru fleiri sløg av sinoppi til. Svørt, brún og gul sinopskorn, ið eru ymisk í smakki og bren- nandi styrki. Brúnu sinops-kor- nini eru mest vanlig at nýta. Lat meg siga beinanvegin, at hesin ýlandi sukursøti sinoppu- rin, ið eisini er til, er torførur at taka í álvara. Her er sinnoppu- rin bara dýktur í sukri til inferiør og infantil vøra, ið hevur mist sína sál. Um sinoppur skal vera eitt sindur søtligur, tá hepnast sokallaðu hunangs-sinnopparn- ir væl betri. Sinoppur hevur kemiskan byg- nað, ið ger hann vælegnaðan sum sokallaðan emulgator, - javnari. Tað ber til at javna olju/ ediku-dressingar og majones við sinoppi. Skoðsmálini í dag eru latin í mun til dygd og javnvág í smakk og brennandi kenslu. Mjøl-sinopparnir eru rørdir sum fyriskrivað. 20 mat ummælið mortan@hamrabyrgi.com Mortan í Hamrabyrgi um mælir mat úr føroysku matvøru handl unum. Skoðsmálini eru latin í mun til góðsku. Arffmann’s (Miklagarður) kr. 15,95 Hampulig kensla og hampu- ligur smakkur, men nakað einfalt tó. Bähncke (Miklagarður) kr.21,95 Eisini ein sukur-útgáva, ið roynir at fjala yvir vantandi sinnops-dygdir. Bähncke Mjøl (Miklagarður) kr.12,95 Fín brennandi kensla, men undir miðal smaks-dygdir. Maille Dijon (Miklagarður) kr. 19,95 Dansandi kensla og sera samansettur smakkur. Framúr sinoppur! Colman’s Mjøl (Miklagarður) kr. 26,95 Old-school mjøl-sinoppur frá bretska Norwich. Superhot og reinur elegantur smakkur. Xtra (FK) kr. 7,95 Skerfløt kensla og sera ein- faldur smakkur. COOP (FK) kr. 11,95 Her er sukur latið í og tað hjálpir einki uppá sinnops-dyg- dina, sum ikki frammanundan kann sigast at vera spennandi í hesum føri. Sterkur sinnopur